rættuliga útferðarhug. -Tað veit Gud, eg fari avstað aftur, sigur hon. -Eg fari ikki heim aftur til Føroya beinanvegin eg eri liðug at lesa. Kanska út í heim at arbeiða, sigur hon og tað er týðuligt, at hon [...] hugsa um hetta í januar og stutta tíð eftir var eg stødd á Papua Ný Guinea. New Tribes Mission arbeiðir við at boða evangeliið í ættarbólkum, sum ikki hava hoyrt tað fyrr á egnum máli. Graig Rice arbeiðis sum [...] doktari var í bygdini og eg slapp við honum at hjálpa upp á mannin. Teir høvdu surrað band um beinið fyri at steðga bløðingini. Maðurin vað borin inn í eitt hús og lagdur mitt á gólvið. Eitt ?bal? var mitt
hann lá omaná sjónum, men tað var ógjørligt at bjarga honum. Síðani vitnið ikki visti meir at siga, varð tað leysgivið. Síðani hitt vitnið, Gutte Heinesen ... og vitnið sá, at tað lostnaðu ella duttu út berginum [...] berginum nakrir steinar ... millum tann farna, sum var nakað undir og bróður hansara, sum var komin longri upp. Hann sá eisini, tá ið tann umtalaði steinurin datt niður. Andreas Hermandsen, tann farni [...] upprøttum fingrum eftir lógini, sum fylgir. Týsdagin fyri Ólavsøku var vitnið saman við hinum íbúgvunum í Tjørnuvík farin við báti til tað, tey kalla Stakkin fyri at seta nøkur lomb út. Sum vanligt varð tann
alt annað enn væl leiktari grannauppgerð. B68 var á odda 1-0, tá tað restaði ein minuttir av fyrra umfarinum. Málið fingu teir eftir 32 minuttir, og talan var um stórt verjukiks. Fyrst mistók NSÍ verjan [...] Jacobsen, sum staddur um brotsteigarmarkið smekkaði til í málið. Og so var tað tveir minuttir fyri hálvleik: Samanhangandi spæli hevði tað verið millum lítið og einki av, men hesa ferð megnaði B68 at spæla [...] meskarnar. Í staðin fyri 2-0 til B68 var støðan 1-1, og eingin ivi kundi vera um, hvør var sinniliga omaná undir hvíldini. Stórsigurin Fyrsta lítla korterið av seinna umfarinum var sera lítið skil á samanspælinum
staðin fyri hann kom Petur Sjúrðarbeg á vøllin, og tann lítla hálva tíman, hann var inni, gjørdist hann høvuðsleikari, so tað stóð eftir í. 66 minuttir vóru farnir, tá hann eftir uppspæl í høgru legði GÍ [...] úr spískum. Eftir at teir vóru komnir afturum, fluttu teir í NSÍ beinanvegin fólkið longri fram á vøllin, og tað var matur fyri skjóta Petur Sjúrðarberg, sum eftir 69 minuttir og aftur eftir 85 minuttir [...] minuttir vóru farnir, tá vandamikli álopsspælarin Sonni L. Petersen eftir skjótálop setti hol á, og eftir tað hevði NSÍ fleiri góðar møguleikar at økja um leiðsluna, t.d. raktu teir tvær ferðir í stólpan. Gøtumenn
spælið ikki heilt, sum tað t.d. gjørdi á Toftum. Kanska var torført at halda rætta hugburðin, nú stutti summarsteðgurin stóð fyri framman. Samanspælið hekk ofta saman, men tað var torført at koma ígjøgnum [...] stóran týdning á miðvøllinum, og hann royndi at halda fram restina av fyrra umfarinum, men tað var týðuligt, at hann var ikki førur at spæla, og hann manglaði í verjupartinum, tá John Hansen, sum í løtuni man [...] álopið saman við Rógva Jacobsen. Deyðbóltarnir eru marran Hóast tað gekk long tíð, áðrenn KÍ fekk hol á, so var kortini ongantíð ivi um, hvat var stinnara liðið. KÍ hevur stóra breidd, og tikið mann fyri mann
føroyskum fótbólti. Síðsta ferðin teir fluttu upp var ikki longri síðani enn í fjør. Teir løgdu bragdliga fyri, men so kom ein lítil stígur í, og tað var ikki sørt, at onkur hevði illgruna um, at kynkurin [...] so hevur tað higartil ikki skorist væl hjá honum og ÍF. Í fyrsta umfarinum átti ÍF at fingið trý stig móti KÍ. Teir høvdu fleiri upplagdar møguleikar, men teir megnaðu ikki at fáa mál, og tað var fyrsta [...] stóri spurningurin, hvussu tað fer at hilnast eftir summarsteðgin, men at tað verður strevið er lítil ivi um. TB framvegis sigursleyst Aldursforsetin kom aftur í 1. deild í ár, og tað er har TB hoyrir heima
bent á tað, so var millum lítið og einki av spenningi í dystinum, sum bar brá av, at menn longdust eftir summarfrítíðini. Tað hevði eisini sína ávirkan, at HB kom á odda beinanvegin í dystinum. Tað var Hans [...] dómari hevði kanska bríkslað fyri vandamiklum spæli inni í brotsteiginum, men tað hevði næstan verið synd ? vakra málið taldi við, og so var HB á odda. Men tað vóru bert tveir minuttir spældir, og málið ruraði [...] við einum skoti frá sekstan metrum, eftir at bólturin var komin út frá HB-verjuni. Kaj Leo man ikki hava sæð tað stóra fyri øllum fólkinum, sum var framman fyri hann, tí hann flutti seg ikki av málstrikuni
var tað serliga HB, sum var nærgangandi. Men tað var KÍ, sum vann hálvleikin 1-0. Málið kom, tá eini tíggju minuttir vóru eftir av hálvleikinum. Eitt fríspark í vinstru síðu varð sent innfyri, nógv fólk [...] skeivu megin, og bólturin fór uppum. Tað vóru umleið tíggju minuttir eftir, tá HB fekk sigursmálið, og tað málið var eitt sindur løgið. Bogi Midjord hevði bóltin inni í brotsteiginum, nakað úti í høgru síðu [...] málhorn, og so var 2-1 til HB. Stórt meiri hendi ikki í dystinum, sum HB sostatt vann eitt sindur heppið. Teir vóru betri í fyrra hálvleiki, men taptu hann. Í seinna hálvleiki var KÍ fyri tað mesta omaná
kláran, so hann eisini sigldi. - Loysnin kundi verið betri, enn hon var, og hon kundi verið skjótari, men Pride lá inni á Strondum og tað tók sína tíð at fáa hann kláran, sigur Reidar Nónfjall. - Henda leiðin [...] manningin avgjørdi at leggja frá landi, tí pláss var ikki fyri fleiri umborð. Onkur, ið kom á bryggjuna nakað áðrenn kl. 19:00, bleiv sostatt illa við, tí skip var einki at síggja. Somuleiðis frættist um útlendsk [...] er bert tað eina, sigur Reidar Nónfjall, ið annars bleiv uppringdur av fólki alt leygarkvøldið . - Men eg haldi fólk skiltu væl støðuna, tá tey fingu eina frágreiðing, sigur Reidar Nónfjall. Tað hevði kanska
í umfar í landinum. Tað eru sjálvandi nógv ymisk kriterium, og nógvir ymiskir prosentsatsir, ið kunnu nýtast sum býtislykil í eini tílíkari skipan; tó er tað vert at undirstrika tað prinsipiella í, at pengar [...] Føroya«, var eitt aðalmál fyri verkætlanina, at vit ikki skuldu koma í eina støðu, har vit nýttu óneyðuga orku til at kappast við okkum sjálvi um veitingar til frálandavinnuna ? tíverri er tað júst hetta [...] Tá ið tað í fjør varð arbeitt við eini samskipanarætlan fyri føroyskar ídnaðarhavnir (t.e. allar føroyskar havnir, sum í dag hava virksemi tengt at samferðslu, frakt, goymslu, fiskivinnu, skipasmiðju ella