HB omaná í tøttum dysti móti klaksvíkingum

Fótbóltur, 2. deild: KÍ var á odda 1-0 í hálvleikinum, men HB vann 2-1

Tað var alla tíðina tætt, tá næstbestu liðini hjá HB og KÍ hittust á niðara vølli í Gundadali beint aftan á 1. deildardystin millum HB og ÍF.

Bæði liðini høvdu fleiri góð tilboð, og í fyrra hálvleiki var tað serliga HB, sum var nærgangandi. Men tað var KÍ, sum vann hálvleikin 1-0. Málið kom, tá eini tíggju minuttir vóru eftir av hálvleikinum. Eitt fríspark í vinstru síðu varð sent innfyri, nógv fólk var í brotsteiginum, tá innleggið kom, og tað man hava ørkymlað Bárð Johannesen í HB-málinum eitt sindur. Allan Joensen leyp upp og snittaði bóltin víðari til Kristian Andreasen, sum staddur mitt inni í 16-metrinum legði klaksvíkingar á odda.

HB legði hart út í seinna hálvleiki og legði trýst á KÍ-liðið. Tað gav eisini úrslit, tá eini 10-15 minuttir vóru spældir. Hartvig Joensen fekk eitt sindur ov nógv pláss inni í KÍ-brotsteiginum, so hann kundi venda sær og javna til 1-1.

Tá hevði eitt útjavnandi mál til HB ligið í luftini rættiliga leingi, og tað var eisini í lagi eftir spælinum, at heimaliðið fekk javnað.

Ikki so leingi eftir málið hjá Hartvig fekk KÍ-stopparin Andrass Joensen, sum spældi sín fyrsta dyst í ár, sítt annað gula kort í dystinum, og so var liðugt fyri hansara viðkomandi. Hetta kom illa við hjá KÍ, men teir góvust ikki so. Liðið varð umskipað, so at aftasti maðurin fór fram um verjuna, og sostatt spældi KÍ við flatari verju restina av dystinum. Hetta elvdi til, at klaksvíkingar, hóast teir bert vóru tíggju eftir á vøllinum, megnaðu at leggja eitt ávíst trýst á HB, og fleiri møguleikar spurdust burturúr.

KÍ fekk eitt mál kolldømt, tá Ólavur Kjølbro og Bárður Johannesen rendu saman, og seinni endaði eitt HB-málspark beint hjá Niclasi Niclasen, og skotið hjá honum bar við tvørstongina, men tíverri fyri KÍ skeivu megin, og bólturin fór uppum.

Tað vóru umleið tíggju minuttir eftir, tá HB fekk sigursmálið, og tað málið var eitt sindur løgið. Bogi Midjord hevði bóltin inni í brotsteiginum, nakað úti í høgru síðu. Hann varð trýstur, og kanska í ráðaloysi, kanska ætlað sum eitt innlegg, skeyt hann bóltin so at siga beint uppeftir. John William í KÍ-málinum varð tikin á bóli, bólturin dalaði niður í vinstra málhorn, og so var 2-1 til HB.

Stórt meiri hendi ikki í dystinum, sum HB sostatt vann eitt sindur heppið. Teir vóru betri í fyrra hálvleiki, men taptu hann. Í seinna hálvleiki var KÍ fyri tað mesta omaná, men HB vann tann hálvleikin 2-0. Soleiðis kann tað ganga onkuntíð, og hesaferð var tað so HB, sum fekk fyrimun av tí, meðan klaksvíkingar kundu iðra seg um møguleikarnar, sum ikki góvu úrtøku.