- At stovnar og fyritøkur hava lyndi at velja útlendskar veitarar fram um føroyskar ger tað truplari at varðveita og tiltrekkja dugnalig starvsfólk, og tað er ein missur bæði hjá vinnuni og samfelagnum [...] ar og vinnulív at velja føroyskar veitarar framum útlendskar. - Føroyska KT-vinnan sær seg sum ein sjálvsagdan part av hesi framtíð og KT-felagið fer tí undir eitt átak, ið skal fáa myndugleikar og vinnulív [...] KT-vinnan eigur at vera høvuðsveitari og ikki undirveitari hjá føroyska KT-samfelagnum og kann vísa á fleiri góðar orsøkir til at keypa føroyskt KT, millum annað lága prísstøðið og fleksibla arbeiðsmegin í Føroyum
barnakonunum, hvat tær skulu gera og geva teimum tað generella svarið. Sjálvandi koma onkrar til okkara við smáum ynskjum av og á, men av hesum menna vit okkum ikki, og tískil verða ongantíð nakrar kollveltandi [...] stuðul, umsorgan og tryggleika, áðrenn tær fara á føðistovuna at eiga, meðan aðrar kvinnur rætt og slætt ikki taka ímóti burðarhjálp frá tí almenna, tí jarðarmøðurnar hava ov nógv at gera og skulu ofta ansa [...] farið og gjørt eina kanning fyri at staðfesta, hvat er gott á føðideildunum í Føroyum, og hvat møguliga kann gerast betri: - Okkara stóri dreymur er at gera eina fullfíggjaða kanning fyri rætt og slætt
skal flytast føroysk viðurskifti, sigur Tórbjørn Jacobsen og sipar til, at lítið og einki er komið fram um, hvat yvirtøkan inniber og at lítið og einki orðaskifti hevur verið um málið. - Tað er løgið í einum [...] sigur Tórbjørn Jacobsen, og tí heldur hann, at møguligir danskir prestar í Føroyum skulu prædika á føroyskum, og um danskt skal nýtast í kirkjuni, skal serloyvi gevast til hetta eins og til øll onnur mál, sum [...] ógini § 11. Føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmál, men danskt skal lærast væl og virðiliga, og danskt kann eins væl og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum. -- -- -- MYNDATEKSTUR Tórbjørn Jacobsen
Hóast trummuspælari í Prix Føroyar bólkinum, Flux, so kom Sveinur ikki heilt fram í føroyska/danska tónleikaljósið fyrr enn luttøku sína í X-factor fyrr í ár. G! festivalurin er fastur táttur í Sveinursa [...] Sveinursa summarskrá. - Hvørt ár uttan G! mini havi eg verið á G! festival. Hetta er eitt feitt tiltak og koncept, sum hevur uppiborið at verðið vitjað, sigur X-factor rokkarin. - G! er nakað heilt unikt. Tað [...] minst líka feit sum tey útlendsku um ikki feitari. Tónleikurin í Føroyum er á ótrúliga høgum støði, og er hetta nakað, sum føroysk branding burdi koyrt nógv meira uppá, sigur Sveinur.
havi hug at halda fram. Eg kundi nevniliga hugsað mær at hildið fram við at arbeiða við hesum leikarunum og sæð hvussu langt teir kunnu røkka, sigur Harry Benjaminsen. Um hann heldur fram finna vit út av [...] venjarunum, sum skilir føroyskt og tíðansheldur talar tað. Í ár hava bert GÍ, B68, NSÍ og KÍ havt føroyskar venjarar, meðan øll hini feløgini hava havt útlendskar venjarar. Og tað er her Harry Benjaminsen [...] ikki á úrslitunum hjá TB, Sumba, ÍF og VB, at tey hava havt útlendskar venjarar. Tey liggja øll í botninum av fyrstu deild. Í hvussu er eitt teirra flytir niður og tað er møguligt at eitt afturat flytir
Djóni er fastur gestur á G! festivalinum, og hann hevur mist talið á, hvussu ofta hann hevur verið á honum. - Eg kom hósdagin og búgvi hjá einum starvsfelag, sum býr her í Gøtu, sigur Djóni, sum til dagligt [...] gera. G! er fantastiskt, tí tónleikurin er góður, stemningurin er góður, og samfelagið er gott. Umframt at lurta eftir tónleiki og tosa við fólk brúkar Djóni mangar løtur í heitu pottunum. - Teir eru eitt [...] tónleik, virðismetir tónleikin á G! høgt - Tey eru ógvuliga røsk at fáa nýggjan tónleik fram í ljósið. Bæði føroyskan og útlendskan, sum ger, at man tónlistarliga altíð fer ríkari heimaftur. Tað, sum hevur
Leiro Baadstad, og er stjóri í størsta norska tryggingarfelagnum, Gjensidige, við 3000 starvsfólkum og um einari millión kundum. Felagið hevur uppkeypt tryggingarfeløg í Danmark og Baltikum og umsetur fyri [...] upp á 20 milliardir og situr á 32 prosent av norska marknaðinum. Helge Leiro Baadstad byrjaði við at greiða eitt sindur frá um felag sítt, og at tað eru kundarnir, sum eiga tað, eins og við Tryggingarfelagnum [...] royndu stjórarnir mettu, at privatiseringin av Føroya Banka skuldi fara fram. Og her hevði Helge Baadstad nøkur góð ráð til fjøldina, og kanska ikki minst til samfelagið sum heild. Fyri tað fyrsta ráddi hann
møguliga broytingin skal fara fram og ikki í rættinum. Í einum felag eru tað nevndin og aðalfundurin, sum seta kósina í felagnum. Og vilja limir ikki ganga undir hesi kós og reglugerð, so hava hesi einki [...] dømis í Argja Róðrarfelag og Havnar Róðrarfelag eru vestarnir eingin trupulleiki og partur av venjingarbúnanum. Har rógva øll í vesti eisini manningin umborð á Drekanum Reyða og Havnarbátinum. Hissini o [...] endar viðmerkingini við eini áheitan til Róðrarfelagið Knørr. - Gjaldið bøturnar og broytið hugburð um trygdina á sjónum. Og er ynski um broyta í kunngerðina um trygd á sjónum, so er møta upp á aðalfundinum
Fólk koma av bygd og bý og hjá nógvum byrjar Ólavsøkan við renningini. Útisetar eru eisini fúsir at melda til og sum árini ganga, síggja vit, at næsta ættarliðið kemur við at renna. Og ofta er okkurt y [...] starturin er og soleiðis er eisini í ár. Runnið verður út á Bakka, fram við hugnaligu kaffistovunum har tað er sera áskoðaravinarligt, sjálvt um tað kann tykjast trongligt. Slætt og gott at renna og bara ein [...] teimum vaksnu er 5 km og børnini renna frá 430 metrum til 1,3 km, alt eftir hvørjum aldursbólki tey eru í. Tilmeldingin er latin upp og til ber at melda seg til á bragdid.fo ella renn.fo og meldað til. Star
Joensen og Meinhard Olsen í hópinum. Í samrøðu við donsku heimasíðuna bold.dk í dag, greiðir Brandur frá, at hann gleðir seg til nýggju avbjóðingina. - Eg gleði meg nógv til komandi avbjóðingina, og tað at [...] noyddur at traðka eitt fet aftur, fyri at koma longur fram. - Í ávísum førum, verður tú noyddur at fara eitt stig niður, fyri at koma veruliga upp aftur, og tað havi eg valt í hesum førinum. Tað er eisini ein [...] teimum er øðrvísi enn tað eg eri vanur við. Eg haldi tó at tað er ein góð loysn, og eg gleði meg bara at byrja í felagnum, og at kempa um uppflyting við felagnum. Vendsyssel FF liggur í løtuni á øðrum plássið