- Heldur enn at síggja ein størri váða í at keypa føroyskar KT-tænastur, eiga vit at síggja tað sum ein tryggleika bæði í mun til tíð, pengar og góðsku. Føroyska KT-vinnan hevur førleikarnar, skilir tørvin betur og hevur nógv meiri at missa enn útlendskar fyritøkur, um tað gongur galið.
Orðini eigur Ólavur Ellefsen, formaður í KT-felagnum, nú felagið fer undir eitt átak, ið skal fáa føroyskar myndugleikar og vinnulív at velja føroyskar veitarar framum útlendskar.
- Føroyska KT-vinnan sær seg sum ein sjálvsagdan part av hesi framtíð og KT-felagið fer tí undir eitt átak, ið skal fáa myndugleikar og vinnulív at velja føroysku KT-vinnuna í enn størri mun enn higartil. Føroyska KT-vinnan hevur í fleiri ár merkt, at útlendskir veitarar verða tiknir fram um, tá KT verkætlanir verða framdar í Føroyum. Hetta hóast føroyska KT-vinnan hevur bæði førleikar, royndir og arbeiðsorku at standa fyri KT loysnum við støði í føroyska tørvinum
Sum støðan er í løtuni, so metir KT-felagið at okkurt um 200 fólk arbeiða í føroyskum KT-vinnuni, men at tað talið kann veksa við fleiri hundrað aftrat næstu árini, um virksemi verður økt til at vera tað sama sum í okkara grannalondum.
- At stovnar og fyritøkur hava lyndi at velja útlendskar veitarar fram um føroyskar ger tað truplari at varðveita og tiltrekkja dugnalig starvsfólk, og tað er ein missur bæði hjá vinnuni og samfelagnum. Nógvir væl útbúnir føroyingar starvast í KT-vinnuni uttanlands, sum eins væl kundu flutt heim og verið partur av føroysku menningini, skrivar felagið í tíðindaskrivi í dag.
KT-felagið er heldur ikki í iva um, at føroyska KT-vinnan er før fyri at taka kappingina upp við veitarar úr øðrum londum.
- KT-felagið er av tí greiðu fatan, at føroyska KT-vinnan eigur at vera høvuðsveitari og ikki undirveitari hjá føroyska KT-samfelagnum og kann vísa á fleiri góðar orsøkir til at keypa føroyskt KT, millum annað lága prísstøðið og fleksibla arbeiðsmegin í Føroyum.
- Stundin er komin hjá føroyingum at gagnnýta hesar fyrimunir. Lutfalsliga lítla støddin á Føroyum er í veruleikanum ein fyrimunur. Vit eru fim, flytfør og duga nógv ymiskt. Júst tað, sum tørvur er á í dagsins og framtíðarinnar samfelag, skrivar felagið at enda.