Tað var ein annar royndur maður í norska fíggjarheiminum, ið hevði næsta innslagið í Norðurlandahúsinum fríggjadagin. Hann eitur Helge Leiro Baadstad, og er stjóri í størsta norska tryggingarfelagnum, Gjensidige, við 3000 starvsfólkum og um einari millión kundum. Felagið hevur uppkeypt tryggingarfeløg í Danmark og Baltikum og umsetur fyri 15 milliardir um árið, hevur ein eginkapital upp á 20 milliardir og situr á 32 prosent av norska marknaðinum.
Helge Leiro Baadstad byrjaði við at greiða eitt sindur frá um felag sítt, og at tað eru kundarnir, sum eiga tað, eins og við Tryggingarfelagnum Føroyar.
- Frá 80-árunum hava vit verið noyddir at tillaga okkum til ein alsamt minni stýrdan fíggjarmarknað við harðari útlendskari kapping, minkandi marginalvinningi og ikki minst minni rikisognarskapi, segði Helge Baadstad.
Støðan í Noregi líktist okkara fram til endanum av 80-unum, tá stýringin á marknaðinum minkaði burtur í einki, samstundis sum kapping kom á økinum. Og tað hevði bæði jaliga og neiliga ávirkan við sær.
- Á pluss-síðuni kann eg nevna, at rentumarginalarnir fullu um øll norðurlond. Vinnulívið fekk bíligan kapital, sum aftur økti um virðisøkingina í samfelagnum. Og skulu vit døma eftir úrslitunum hjá størstu norðurlendsku fíggjarfeløgunum, so forvinna tey eisini pening, segði Helge Baadstad.
Á minus-síðuni hevur hetta ført til eina konsolideringstilgongd, sum so aftur hevur merkt, at eigaraviðurskiftini á mangari stoltari norskari fyritøku eru flutt uttanlands. Gjensidige hevur sum einasta tryggingarfelag megnað at verið á norskum hondum fram til í dag.
Byrjaðu í smáum
Gjensidige hevur eisini konsoliderað seg, men hevur sum nevnt megnað at staðið á egnum beinum. Felagið svíkur ikki síni mál og hevur ikki gloymt sínar røtur, greiddi Helge Baadstad frá. Um uppruna felagsins segði hann:
- Í 1816 varð bygdarbrunakassin í Nesi í Akershus stovnaður av Jens Colstrup, presti, eftir at øll hansara familja misti lívið í einum eldsbruna. Í 1922 var talið á brunakøssum vaksið til 260, og vórðu teir tá savnaðir í samtakinum Samtrygd. Felagið bleiv til sum úrslit av einum samstarvi millum Landkreditt og Norges Bondelag. Hugskotið var at geva felagnum nóg sterkan pall at standa á, so tað kundi tola ein størri eldsbruna. Eftir eina samanlegging millum Samtrygd og Norges Bilforsikrings Gjensidige í 1985, var Gjensidige ein veruleiki.Vit hava framvegis brunakassar, og hesir hava varðveitt sítt sjálvstýri, samstundis sum teir hava fíggjarligu trygdina, at tola júst størri eldsbrunar, greiddi Helge Baadstad frá.
Síðani vendi forstjórin í Gjensidige sær móti tí, sum helst flestu áhoyrararnir vóru komnir í Klingruna at frætta. Nevniliga hvussu hesir báðir sera royndu stjórarnir mettu, at privatiseringin av Føroya Banka skuldi fara fram. Og her hevði Helge Baadstad nøkur góð ráð til fjøldina, og kanska ikki minst til samfelagið sum heild.
Fyri tað fyrsta ráddi hann føroyingum til, ikki at gera sum íslendingar.
- Føroysku fíggjarstovnarnir eru ov smáir at venda eygunum móti kappingini á altjóða marknaðinum, og hartil eru tit eisini alt ov seinir á veg. Ikki tí at tað er nakað galið við stórum ambitiónum, men tað er munur á at raka sær og at skera alla høkuna av, sum vit siga í Noregi, segði Helge Baadstad sum vísti á, at tað var betri at vera ein stórur fiskur í einum lítlum hyli, enn ein lítil fiskur í einum vandamiklum havi.
Samstarv er vegurin
Hann vísti fyri tað næsta á, at tað er rætt at lata upp fyri fíggjarmenningini og at liberalisera.
- Eins og ein línudansari mugu fíggjarfyritøkur røra seg fyri ikki at detta niður. Rørslur merkja broyting. Tað er spennandi, og viðhvørt fær tú ilt, men ikki so ilt, sum tá tú dettur av línuni. Og líkar okkum rørsluna, kunnu vit endurtaka hana ímorgin. Royndir í Noregi vísa, at liberalisering er rætti vegurin fram. Uttan liberalisering, eingin framgongd, segði forstjórin í Gjensidige.
Í triðja lagi vísti hann á, at eingin orsøk er at lata eigaraviðurskiftini enda á útlendskum hondum.
- Tað finnast aðrir møguleikar enn at selja fíggjarstovnarnar av landinum til hægstbjóðandi. Tað er ikki altíð tann, ið rindar mest, er tann besti fyri kundarnar og samfelagið. Av royndum hava vit í Gjensidige prógv fyri, at frælsi og sjálvstøða kann vera meiri týdningarmikið, enn størst møguligi løtuvinningur, segði Helge Baadstad.
Tað finst nevniliga ein annar møguleiki, og tað er samstarv. Við at fara í samstarv við ein sterkan útlendskan fíggjarstovn, varðveita vit avgerðarrættin, samstundis sum vit tryggja neyðuga fíggjarliga grundarlagið. Og samstarvsfelagar eru neyvan truplir at finna, tí Føroya Banki frammanundan hevur neyðuga útbreiðslukervið, ið nær út til borgaran.
- Vit í Gjensidige dáma frælsi, og vit vita av egnum royndum, at strategiskt samstarv kann virka, um báðir partar hava fyrimun av tí. Tað er ikki neyðugt at gifta seg við einum villini djóri, tá tú kanst fáa bæði kongadóttrina og hálva kongaríkið fyri nærum sama prís, segði Helge Leiro Baadstad, forstjóri í Gjensidige at enda í fyrilsetri sínum í Norðurlandahúsinum fríggjadagin.