stóri vandin við B loyvinum er at okkara livigrundarlag kann verða burtur eftir sera fáum døgum um fiskur kemur aftur á grunnarnar. Felagið skrivar í brævinum, at talan ikki er um ein akuttan trupulleika [...] a, men at støðan skjótt kann broytast. - Í dag er hettar ikki akuttur trupulleiki, tí fiskiskapurin er søguliga lágur og ikki allir felagsdagarnir vera nýttir. Men tann dagin tá fiskiskapurin ferð at líkjast [...] tí hann var fyrr – og tað mugu vit trúgva og vóna bert er ein tíðarspurningur – tá fara fleiri 100 bátar við B loyvum knappliga at fiska – og so er felagsdagarnir uppi uppá fáar dagar. Minni enn eina vika
Høvuðsniðurstøðan av einari kanning, sum Ergoterapeutfelagið hevur staðið fyri, er, at eldri menniskju við niðursettum førleikum meta, at “einføld” hjálpartól, t.d. baðikrakkar, sokkaílatarir og rollatorar [...] alla kanningina, sum varð prentað sum tíðargrein í Vikuskiftis Sosialinum herfyri, við at trýst á her.
sjómansskúlalærari. Í skrivandi stund eru hitastigini um 8 kring landið. Tað er bert ein góð vika eftir til jólaaftan, og givið er, at tað er trupult at spáa um veðrið við vissu so leingi frammanundan. Men hendir [...] Kjølbro. Men tað er nú heldur ikki nakað nýtt. Í Danmark hava tey hvít jól í miðal tíggjunda hvørt ár – onkuntíð ganga 20 ár í millum, at jólini eru kavaklødd. - Soleiðis er eisini her heima. Vit hava onkra [...] onkra ímynd av, at jólini eiga at vera hvít, hóast tey at kalla ongantíð eru tað. Tað er kanska Disney, sum hevur forstýrað okkum myndina, sigur Hanus Kjølbro. Í 2004 vóru hvít jól í Føroyum, minnist hann
nú er nýti eg mína orku uppá at arbeiða fyri teimum málum, sum er brenni fyri. Eg fari ikki at melda meg í nakran annan flokk nú. Vit mugu seta eina nýggja solidariska kós á sosiala økinum. Tað er ríkiligt [...] seta orð á sítt fyrsta ár í politikki. Tað er í dag eitt ár síðani, at samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn undirskrivaði samgonguskjalið. Tað er eisini eitt ár síðani, at Sonja Jógvansdóttir [...] og staðfestir, at hon framyvir eisini ætlar sær at vera trúføst móti samgonguni. Men tá ið tað er sagt, so er eisini umráðandi at tora at droyma stórar dreymar og fara undir veruligar samfelagsbroytingar
- Hetta er ein dystur, sum koyrir næstan í tómgongd. Bæði liðini hava rímiliga gott spæl fram eftir vøllinum, men so hendir ikki meir. Her eru eingir kjansir í dystinum - kanska ein og tveir til hvørt [...] helt tað eisini leiðslumálið hjá B36 vera rættiliga keðiligt. - Tað er sjálvandi keðiligt at tapa ein slíkan dyst, og serliga keðiligt er tað eisini, at vit annað vikuskiftið á rað fáa mál ímóti okkum frá
Fíggjarmálaráðið skjýtur upp. Okkara krav er sum áður, at okkara limir fáa eitt lønarlyft, ið merkist her og nú, so sjúkrarøktarfrøðingar fáa eitt lønarlag, ið er á støði við aðrar fakbólkar við somu út [...] skrivar Óluvá í Gong, forkvinna og heldur fram: - Svarið er eitt uppskot, ið viskar burtur allan starvsaldur hjá okkara limum við einum pennastroki. Tað er greitt, at einki fakfelag kann góðtaka, at limir, ið [...] missa allan vunnan starvsaldur. Tað er vorðið okkum greitt, at Fíggjarmálaráðið ikki tekur okkum í álvara, og at viljin at rætta søguliga skeivleikan als ikki er til staðar, skrivar felagið. Felagið Føroyskir
við bedingsarbeiði, at tú sjáldan veitst, hvat er fyri framman. Onkran dag er fult á bedingini, og nakrar dagar seinni er bedingin tóm. Men, vit vita, at her verður so nakað at gera enn, og eitt nú skulu [...] hevur Mest eisini sína sølubúð og goymslu í Havn, og her er eisini høvuðsskrivstovan. Í umsitingarliga partinum starvast eini 20-25 fólk, og tá er teknistovan við átta fólkum íroknað. Í Havn starvast [...] kommunu, og eg haldi, at fólk sum heild eru fegin um, at slíkt virksemi eisini er í høvuðsstaðnum. Vit merkja einki trýst. Tað er heldur hinvegin, at fólk fegnast, og tað eru vit sera fegin um. Í longri tíð
Nú er so spurningurin um hvør tekur yvir eftir David Cameron. Boris Johnson er sjónligur, meðan Michael Gove eisini verður nevndur. Tað er tó vist, at bólkurin av tinglimum, ið stuðlaði Brexit, er styrktur [...] fyrireikaði uppá, at tað var meiriluti, ið fór at stemma fyri at taka Bretland úr ES. Stemningurin her í London er løgin, og serliga skotar og norðurírar eru skuffaði yvir, at onglendingar valdu at fara úr ES [...] at bretar eru klárir at tosa. - Vit hava alla tíðina arbeitt við hesum, men ein trupulleiki er, at í Bretland er einki ráð, ið tekur sær av slíkum. Í 1973 handaðu bretar jú samráðingarrættin viðvíkjandi
- Her hava verið lutfalsliga fleiri á valið higartil enn um somu tíð sum seinasta. Men tað er tað sama sum fyri átta árum síðan, tá ið val eisini var ein leygardag. Higartil hava 613 valt, ið er 63,7 prosent [...] prosent av teimum, ið hava valrætt, sigur Maud Olsen, ið er forkvinnan í valstýrinum í Vestmanna, tá Miðlahúsið var á gátt um hálvgum seks tíðina. Fleiri lokal valevnir eru á valevnislistanum hjá teimum [...] teimum ymisku flokkunum, og tað merkir eisini valið í Vestmanna. - Fólk eru spent, tí her eru nógv lokal valevnir. Umframt tey nýggju, so bleiv Bárður á Steig Nielsen valdur seinast og Pauli T. Petersen slapp
Andras Jensen við Sosialinum. Freistin at koma við viðmerkingum til ferðaætlanina 2005-2006 er úti í dag, og er ein mannagongd hesum viðvíkjandi at finna á heimasíðuni hjá stovninum. Strandferðslan hevur [...] millum Gomlurætt og Skopun. Nýggj farleið Møguleiki er sum sagt hjá fólki at koma við viðmerkingum til ferðaætlanina, - og við positivum útsøgnum. Neyvan er nakar ivi um, at tað helst vera mong á Kalsoynni [...] farleið av bakkastokki, tá tann nýggja og broytta leið 56 verður sett í verk. Hetta er farleiðin hjá kalsoyingum við umheimin. Her verður nú gjørligt at sleppa av oynni og til arbeiðis í Klaksvík og heim aftur