uggafjøðrunum, og tíbetur er hetta eitt eyðkenni, sum verður nýtt at skilmarka sløgini. Hetta, saman við at tranturin er nakað styttri enn á háfiðringi, sigur okkum at her er talan um tann fisk, sum í [...] ryggfjøðurin illa slitin, so torført var at siga nakað við vissu. Í slektini Alepisaurus er einans ein annar fiskur, sum er fingin nakrar ferðir undir Íslandi, tó at bæði sløgini oftast halda til sunnanfyri [...] varðveitslu, so greiða kundi fáast á hvat slag hann var. Fiskurin varð fingin á 340 favna dýpi, og er á at líta sum fleiri aðrir djúphavsfiskar. Ofta eru teir myrkir við lutfalsliga stórum eygum. Fleiri
verður skorið hvønn dag. Onkuntíð er nógv blóð í fiskinum, tá er nógv at reinsa, aðrar dagar er fiskurin penur. – Tá er skjótt at fara eftir uggabeininum og so avstað, tað er eitt spæl. Summi skera skjótt [...] Tey eru 80 starvsfólk, og arbeiðið líkist sær sjálvum, men eitt sum er broytt er, at fleiri útlendingar arbeiða á virkinum nú. Tað er trupult at fáa føroyingar at starvast á virkinum. Útlendsku starvsfólkini [...] fiskar tilsamans. Her havi eg skorið í 11-12 ár, og áðrenn tað skar eg 17 ár í Havn. Tað ber ikki til at telja, hvussu nógvar fiskar Heidi Vestergaard hevur skorið hesi árini, tí tað er ymiskt hvussu nógv
álið við nýggju granskingarverkætlanini er at kanna, um heilivágur fyri ov høgt kolesterol kann ávirka kropsliga venjing. Hetta skrivar Fróðskaparsetri. Hví er hetta týdningarmikið? Ov nógv kolesterol [...] ávirkar úrslitini av venjing, og um hendan ávirkanin er treytað av kyni og ávísum ílegum. Persónlagað medisin Málið við granskingarverkætlanini er at savna tilfar og fáa kanningar í lag, sum kunnu geva [...] aftan á kanningartíðarskeiðið, sum er 12 vikur, skulu allir luttakararnir til umfatandi fysiologiskar kanningar fýra ymiskar dagar á Landssjúkrahúsinum. Protokollin er útgivin í altjóða viðurkenda tíðarritinum
League. Óli og liðfelagarnir taptu á útivølli 32-37 (14-25) fyri katalanska stórliðnum, Barcelona. HER er ein samandráttur frá Eurohandball. Nummar 78 hjá GOG sæst skjóta eitt gott mál við 2:38 minuttir
spælast víðari, um bólturin fer úttum antennurnar. Um tað er onnur ella triðja nerting verður bólturin dømdur ”Úti” beinavegin. Dupult slag: Undir heving er dubult slag nú loyvt, so leingi bólturin verður á egnari [...] (CEV/FIVB) Nú kappingarárið byrjar, skulu vit kunna um nýggju reglurnar, sum framyvir verða galdandi. Her eru broytingarnar í kappingarreglunum: Liðið ið servar: kann nú standa frítt hvar sum helst á vøllinum
at verjuskipið liggur við kaj á Tvøroyri, so fólk her vita, at møguligt er at koma norður, um ein ólukka hendir ella illa veit við av sjúku! Støðan er óúthaldilig!!! Hendan myndin vísir okkara elskaða [...] mótmæla, at farleiðin ikki er nøktandi. Og í kvøld heitir Maud J. Næs á suðuroyingar um at hittast til mótmælistiltak leygardagin. Hon skrivar soleiðis á sínum vanga á facebook: Nú er tíðin komin til handa [...] ferðasamband við umheimin! Tyrlan kann føra fólk í ringasta føri, men ikki um veðrið er ov ringt! Hendan støðan er heilt út av lagi vánalig í 2025! Vit eru bombaði aftur í steinøldina í Suðuroynni við Galaxy
Hetta er fjórða játtanarumfarið frá granskingarskránni, sum er fíggjað av donsku stjórnini. Endamálið við skránni er at styrkja samstarvið millum Grønland, Føroyar og Danmark um havgransking í Norðura [...] frá Grønlands Naturinstitut. Her er talan um samstarv millum Grønlands Naturinstitut, DTU Aqua, Fróðskaparsetur Føroya og Hafrannsóknastovnun. Stuðulin til hesa verkætlanina er somuleiðis næstan 3,6 milliónir [...] Havstovuna, Grønlands Naturinstitut, GEUS, DHI Group og AArhus Universitet. Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu er partur av tveimum øðrum granskingarverkætlanum, sum eisini hava fingið fitt av granskingarfígging á
september og besta árstíð fyri vegarbeiði er farin at halla. Fyri vanlig fólk er tað ikki so lætt at skilja, at arbeiðið enn ikki er gjørt. Tørvurin á ábótum er sera eyðsýndur fyri øll, sum ferðast ígjøgnum [...] ini bæði í 2024 við 2 mió og í 2025 við 500 túsund afturat, og er enn ikki framd. Talan er um løgujáttanina "Nýggir landsvegir".Teksturin fyri tær játtaðu 2 mió kr. í fíggjarlógini fyri 2024 var: “Asfaltering: [...] útbjóðingarvirksemi verið, men sum skilst hevur eingin maskina enn verið at sæð í økinum, og nú er heystið aftur her. Nógv meira átti at verið játtað, so at fleiri av teimum góðu hugskotunum fyri ferðsluna í
í Klaksvík. – Eg føli meg væl. Har er eingin forðing fyri at fara til arbeiðis, og eg vænti at halda fram í eini 10 ár afturat. ##med5## Trívist ikki á sofuni Tað er eingin trupulleiki at fáa tíðina at [...] tað treingir til at dustsúgvast, so sigi eg við meg sjálvan, í morgin er tað dustsúgving á skránni, eg royni at liva uppá tann mátan. Er veðrið gott, so eri hann á floti, í haganum, ella fiskar síl. Eisini [...] greitt øll árini. – Norðlýsið skuldi røkja áhugamálini hjá Norðoyggjum. Vit skuldu ansa eftir at vit her norðuri, eisini fingu ein part av køkuni. vit hildu at høvuðsstaðurin hevði ov nógv, og at vit skuldu
góðkenningin er grundað á havumhvørvislógina . Enn einaferð er borgarin stóri taparin. Tí havumhvørvislógin er til fyri at verja havumhvørvið, ikki nærumhvørvið á landi ella menniskjuni, sum her búgva. Hvar [...] liva við. Í londunum rundan um okkum er kravið til frástøðu fyri bara 5 tons av ammoniakki minst 200 metur, um talan er um búsetingar við meira enn 150 fólkum. Her hjá okkum á havnarlagnum á Tvøroyri eru [...] Í dag er 11. septembur og vit hava enn einki frætt frá nøkrum stovni ella nakrari fyritøku – annað enn "stór tíðindini" á in.fo, at nú er ein "kærtuportalur" klárur til borgarar at brúka! Hvat er tað júst