fótbóltsspæli, hevur longu tryggjað sær sætið í HM-endaspælinum í Suður-Afrika. Hetta var staðfest aftaná ein 2-1 sigur á Íslandi á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Støðan í hálvleikinum var 2-0. Hollendingar skoraðu [...] útivølli í Skopje, men okkara grannar í eystri fingu bert eitt stig við sær úr Makedonia. Brede Hangeland fekk gula kortið undir dystinum, og fær ikki verið við til dystin ímóti Hollandi mikukvøldið. Brede Hangeland [...] num. Ongland klárt á odda Í undankappingarbólki nummar 6 liggur Ongland ógvuliga væl fyri, aftaná ein 4-0 sigur á Kasakstan á útivølli. Byrjanin var heldur trilvandi hjá Onglandi, og hevði Kasakstan nakrar
hana í gjár frysti. Alt var hvítt, líka frá knappunum og niður á sjógv. Allir endar vóru sum ein ormur so tjúkkur á dekkinum, at fokkan fekk ikki farið eftir loybumminum. Í morgun fóru teir so at bróta leyst [...] hálað av fyrr enn eftir middag. Vit fingu o.u. 300 fiskar. Teir smáu eru kaldir. Ein stendur niðri í gongini í kahyttuni. Ein heldur hendurnar niður í roykhattin, so vit eru við at kódna niðri undir. Leygardagur [...] umborð. Har stóð hetta ólukkudýrið og rykti sum hundur í klossu á endarnar. At enda fekk hann nakrar at hjálpa sær, so hann fekk okkum uppá síðuna á "Doru". Skiparin kom tá umborð. Hann og loðsurin skeldaðust
Breiðfokkan var tikin og størsti klyvari og ein fimmdúkur stóð fyri. Tað hevur verið óróligt har frammi í dag at kokkast. Júst áðrenn eg kom fram høvdu vit fingið ein skvamp, sum hevði knúst tríggjar rútar [...] og aftur í ein annan, og fingu akkurát gjørt okkum lidnar áðrenn lukkitíð. Kollfirðingarnir fóru norð í kvøld. Eg var einaferð umborð á Ellu og prátaði. Síðan fóru vit í land og tóku okkum ein biltúr niðan [...] bara beistast. Einaferð bleiv ein línusteinur knýttur á hjá Martini. Teir stóðu við øllum hakunum uttan um hjá honum og við eini svintu til flagg. Eitt hamarshøvd og ein avlippaðan tosk knýttu vit á hjá
varð fødd og vaks upp í Skúgvi. Ein av útoyggum okkara, sum í barna- og ungdómsárum hennara var rættiliga avskorin og uttan iva man tað vera so, at hetta einsemi í ein vissan mun hevur elvt til sjálvsálit [...] og sjálvbjargni eyðkendu Óluvu. Onkuntíð kundi tykjast, at hon heldur átti at verið ein harðbalin drongur enn ein vanlig genta. Ikki so sjálvdan í lundatíð á hásumri sást Óluva koma klintrandi niður ígjøgnum [...] eisini roynast. Beiggi hennara lat gera ein fittan árabát. Níggju alin var hann ímillum stavnarnar, so støddin hevur verið á leið sum á tríbekki. Ikki so sjálvdan fekk hon onkran at hjálpa sær við at flota
av teirra kosti. Her er Hilmar í fimm ár. Ein av stuttligu søgunum frá Nyborg, er, at ein dagin eru Hilmar og ein annar deyvur maður farnir á tandem-súkklu ein túr. Teir eru helst komnir ov tætt, har ið [...] minnist bert eina ferð at vera farnan í ein kjallara vegna luftávaring. Hilmar var farin út at spáka. Tá kemur ein eldri kona rennandi móti honum og fer oman í ein kjallara. Hann fer aftaná, tá ið hann skilir [...] inn á dekkið. Knappliga reistist ein sjógvur fimm metur yvir skipið og breyt inn á dekkið. Hetta var so ógvusligt, at tað kendist sum ein bilsamanstoytur. Skipið fekk stóra slagsíðu. Eg datt í egning
Tað, sum varð bygt, var hetta: Ein glasstova 5,5 x 5,5 alin Tvær roykstovur við forstovu 9,7x5,8 alin Eitt fjós 7,2 x 6,3 alin Eitt gróthús Eitt hálvt fjós Ein hjallur Ein hjallur Eitt gróthús 11,2 x 4 [...] fór í tvíningar og kom oman báðu megin húsini. Tað fóru nøkur úthús og ein hundur, men bygdin var bjargað. Sagt verður um ein lítlan drong, at hann skuldu fara at leggja seg og stóð og læt seg úr, tá [...] Heinesen ættaður. Ein oldurabbasonur Ole Jacobsen var Ole Gregersen í Syðrugøtu, og gjørdist hann forfaðir til alla ta stóru Gregersen ættina, sum kemur úr Gøtu. Tann fyrsti Simon Poulsen átti ein abbason, sum
amtmanni kundu vera sera fjølbroyttar, men ein var meira serlig enn aðrar. Í Vágum var ein bólkur, sum var vorðin so sterkur í trúnni, at hann helt, at hann eins og Jesus kundi ganga á vatninum. Tí var ætlanin [...] í flokkin, men fekk ikki karakter í føroyskum. Hvørki bróður mín ella systir mín upplivdu hetta. Bróður mín fekk hampiligan góðan karakter í føroyskum í 3. millum, men í 4. millum fekk hann ikki karakter [...] til Føroyar at vera amtmaður, og fekk hann at vita, at eftir eitt skeið í Føroyum kundi hann søkja dómarastarv í Danmark. Hjalmar Ringberg kom til Føroya í 1929. Tað var ein ringur ísvetur og tí trupult hjá
skapa føroyingum ein mentanarstovn, ein kulturskansa, sum teir kundu savnast um og mennast og mentast av og við. Hetta var tíðin fyri merglopið, táið flogberin av álvara fór at drekka sjógv, og endursendingar [...] var lagið í allari bygdini. Einasta sum minti meg á, at Kringvarpið var til, var ein rokning fyri lurtaragjald, sum eg fekk 2. juli við tí áminning, at var hon ikki goldin dagin eftir, 3. juli, skuldi eg [...] tórbjørn jacobsen ----- Ein av mongu amerikansku jagarapilotunum í Koreakrígnum gjørdist fleiri ár seinri heimsgitin fyri eina ferð, sum ongin hevði gjørt undan honum. Um júst tvær vikur vera tað 40 ár
her, eg meini so við, ein heldur altíð av síni nærmastu familju, so ella so. Men nei, Óla Kristian var ikki bara ein ommubeiggi fyri okkum; hann var nógv meira enn tað. Hann var ein maður við fáum orðum [...] Ein kann siga, at orð eru fátøk. Hóast ein roynir at finna fram orð, ið kunna sýnast sterk og týðandi, so stendur man hvørja ferð eftir við hesi fátøku kensluni, nú saknurin av ommubeiggja mínum, Óla Kristian [...] altíð sum minst burtur úr sær sjálvum. Ein eldri maður við einum lívsstíli, har serliga náttúran hevði hansara størsta áhuga. Hann vaks upp í bóndahúsinum við Sjógv, og hevði hann bústað har heilt til tað
Absalon skipari á Borgini. Teir royndu fyrst í Grønlandi, har teir eina ferð høvdu ein ringan túr heim. Teir fingu ein ringan sjógv, sum breyt alt omanav dekkinum. Telefonin fór eisini, og teir noyddust inn á [...] sum Hans Hedtoft, og var Absalon eisini við tá. Manningin fekk fyri sín leiklut í leitingini av Hans Hedtoft viðurkenning frá KGH. Men Fiskanes fekk eisini nógvan fisk, og tað var tiltikið, hvussu strævið [...] ikki nógvir sum klára tað. Pápi Absalon var Marius Absalonsen, ættaður av Viðareiði, sum eisini var ein royndur fiskimaður. Mamman var Frida f. Mikkelsen, ættað úr Vági. Eina tíð undir krígnum búðu tey í