Kokkurin á Nólsoy: Mátti bíða mánaðir eftir svar uppá fríggjarabrævið

Tann av manningini á Nólsoy, sum vit vita mest um, er kokkurin Bernhard Hendriksen úr Sandavági. Hann var annars tann einasti sum fekk grøv. Í 1930 skrivaði hann eina dagbók, sum er ein einastandandi lýsing bæði av manninum og av lívinum hjá einum fiskimanni. Í 1930 var Bernhard við Suðuroy við sama reiðarí og sama skipara sum við Nólsoy fýra ár seinni. Vit fara at endurgeva ein part av hesi dagbók fyri at lýsa skipslívið, sum tað var um hesa tíðina. Byrjað verður við, tá ið Bernhard fær skipsboð

8. partur

 

Tær vanligu skipsdagbøkurnar, sum skipararnir skuldu skriva, høvdu vanliga bert upplýsingar um positión, veður og fiskarí. Men hetta er eitt sjáldsamt dømi um, at ein fiskimaður, Bernhard var kokkur, hevur skrivað dagbók fyri hvønn dag í árinum, har hann lýsir týdningarmiklar hendingar og eisini sínar hugsanir. Positiva lyndið hjá Bernhardi verður lýst av, at hann nærum hvønn dag endar dagbókina við “alt væl.”

Men vit geva Bernhard orðið:

 

Skipsboð.

Mikudagur, 26. februar 1930

Verið inni í Miðvági hjá doktar­anum fyri oyra. Eg fekk til ráð at koyra glyserin í oyrini og nap(ull) fyri, tað er óhugnaligt at hava. Eg eri nú so stak deyvur. Vit fingu boð at koma í gjár, so nú er tað liðugt fyri hesaferð. Eg skal fara fríggjadagin. Veðrið er gott. Fyrrapartin var ættin landsynningur, nú er útsynningur sunnan. Eg havi bundið (bøkur) inn, sluttað. Alt væl.

 

Hósdagur, 27. februar

Lagað garðar fyrrapartin, síðani havi eg gjørt ymiskt, riggað mær alt av og goymt tað burtur. Veðrið var toluligt, men nú er regn. Ættin er útsynningur sunnan. Alt væl.

 

Fríggjadagur, 28. februar

Eg havi nú verið hjá doktaranum aftur. Nú hoyri eg sum fyrsta dagin. Tað er ein lætti omaná hesar báðar dagarnar. Eg havi í dag pakkað niður. Eg skal avstað í morgin við "Smirli". Eg havi sitið uppi til kl. 4½ í nátt. Anna og Elsa sótu eisini. Ikki eydnaðist tað, sum eg bíndi uppá. Nú fari eg í morgin, Jesus verið við mær. Nú fara allir. Janus og systur komu í dag við "Smirli".

 

Leygardagur, 1. mars

Í morgun tá "Smiril" pípaði mundi tað heila ligið eftir. Tað var so gott sum eingin uppi, tá hann kom. Hann hevði longu pípað triðju ferð, tá vit komu inn á Leitið. Gamli var gruggutur, tí hann mátti støðga so leingi. Tað var rusk á sjónum, tung alda, men blíkaði, tá vit komu í Hestfjørð. "Suðuroy" er ikki komin á Havnina. Vit logeraðu á Sjómansheiminum. Eg fór í song kl. 10 í kvøld.

 

Sunnudagur, 2. mars

Var í kirkjuni. "Suðuroy" er komin. Vit fóru umborð, tá vit komu aftur úr kirkjuni. Har sá heldur ónosligt út, og døgurða fingu vit ongan. Teir høvdu óútvatnaðan klippfisk og sjósaltaða suppu til døgurða. Eg reiddi mær so upp og gekk eitt sindur í landi, men tørnaði so tíðliga inn.

 

Fríggjarabrævið

Mánadagur, 3. mars

Vit fóru at stabbanum í morgun tíðliga. Síðani hava vit tikið salt og vatn. Í kvøld havi eg so gjørt nakað sum víst hevur stóran týdning fyri lívið í heila tikið. Eg havi skrivað bræv til hana, Onnu, gentuna sum eg nú í longri tíð havi elskað. Tað eydnaðist mær ikki at fáa tað sagt, meðan eg var heima. Nú er tað sagt, so nú fer Gud og eydnan at ráða. Tað verður strævið hjá mær at liva í ótta og iva allan hendan túrin, men tað fer so at verða sum tað vil. Svar fái eg einki, fyrr enn eg komi aftur. Ja, eg elski hana av mínum heila hjartað, og havi gjørt tað, eg haldi alt mítt lív. Nú er brævið farið í postkassan, og í morgin lesur hon tað.

 

Týsdagur, 4. mars

Liggja enn við stabban. Vit hava í dag tikið proviantin umborð, og eitt sindur av salti afturat. Hetta er strævnasti dagurin hjá mær á túrinum. Eg sveitti sum ein hundur av at baksa við 200 punds sekkirnar og stúgva teir av og so allan hin proviantin. Her er tó so dámligt, eftirsum tað plagar at vera, men strævið er tað tó kortini. Veðrið er gott. Nú hevur hon lisið brævið. Eg eri so spentur og ótolin at fáa at vita, hvat hon sigur. Eg gangi og hugsi um, at hon kanska fer at stappa mær eitt bræv niður í klæðnaposan, men tað er býttligt. Eg má bíða til í summar.

 

Mikudagur, 5. mars

Fólkið kom í dag vestanífrá og eisini norðaneftir. Vit hava í dag tikið kol, og síðani havi eg tikist við eitt og annað. Í dag hava vit so mynstrað. Tað vóru allir inni hjá Fysikus at taka sýnsprøva, men eg slapp ikki upp í part har. Nógvir dumpaðu. Eini 5 vóru sum ikki fingu sýnsprøva. Á fúta­kontórinum var ein gangur av Sigfred (Skaale) og øllum hesum smáu. Hann bjóðaði teimum sigar og flenti at teimum. Eg havi ikki verið við til sovorðna mynstring fyrr. Alt væl.

 

Hósdagur, 6. mars

Teir hava í dag verið eftir ísi og sild. Nú eru vit klárir at sigla, og nú er alt komið umborð, bæði fólk og alt, sum vit skulu hava. Vit fara ikki út í kvøld, men í morgin um Gud vil. Vit liggja enn við stabban og fara ikki frá, fyrr enn vit fara út. Veðrið er gott. Eg havi verið í landi og spákað í kvøld. Alt væl.

 

Fríggjadagur, 7. mars

Ikki bleiv útfarið í dag. Vit hava nú tikið tað, sum vantaði umborð. Jacob Pauli og Ábraham og ein kollfirðingur komu ikki fyrrenn í dag. Tað var av misgávum, at eg skrivaði soleiðis til í gjár. Nú eru vit klárir at fara. Eg hugdi tó gjølla eftir í klæðunum, um ikki okkurt skuldi vera til mín, men tað var einki uttan nøkur orð frá Elsu, og so ein heilsa frá Onnu. Eg bleiv skuffaður, men tað nýttist eg ikki at verið, tí eg vildi einki svar hava fyrr enn eg kom aftur. Alt væl.

 

Leygardagur, 8. mars

Nú eru vit útfarnir. Í dag kl. 1 eftir middag fóru vit út. Enn eru vit ikki komnir langt, vit liggja útfyri Rituvík. Tá vit vóru komnir eystur um Nólsoy, tá høvdu teir gloymt loddini eftir, so mátti báturin aftur í land eftir teimum. Ebbi (Müller, sonur reiðaran) kom umborð aftur við teimum og bemandingslistanum. Hann hevði skiparin eisini lagt eftir á Sjómansheiminum. Veðrið er gott, eitt lítið fleyr. Alt væl.

 

Sunnudagur, 9. mars

Tað er í dag nakað av vindi og kavaroki. Vit liggja og kroka eystan­fyri Fugloy. Her er slætt og gott veður. Vit høvdu lestur um mid­dag­in og andakt í kvøld. Alt væl.

 

Mánadagur, 10. mars

Liggja á Norðurhavinum. Ættin er útnyrðingur, tað er nógvur vindur. Vit hava fingið okkum at kóka. Vit halda ikki á enn, tí hann er so tvørligur í vindinum. Alt væl.

 

Týsdagur, 11. mars

Tað er enn ódnarveður av útnyrð­ingi norði. Vit liggja bakk. Tað er heldur ófýsið at byrja við, og fólk­ið er einki serligt tilpassar. Tað gongur tó so frætt tað kann. Alt væl.

 

Mikudagur, 12. mars

Grækarismessudagur! Vit eru nú byrjaðir at sigla, vit byrjaðu í kvøld. Hon gongur nokk so skjótt o.u. 5 míl. Ættin er nú landnyrðingur norðan. Teir smáu eru summir nakað ringir av sjóverki, annars er alt væl.

 

Hósdagur, 13. mars

Tað er í dag nokkso nógvur vindur av landnyrðingi. Hon gongur sum á gróti, o.u. 8 míl. Hann hevur kavað av og á í dag. Alt væl.

 

Fríggjadagur, 14. mars

Í dag er stormur av landnyrðingi. Vit sigldu fyrrapartin, hon gekk sum á gróti, inntil vit sóu land, so bleiv tillagt. Í kvøld hava vit so ligið bakk. Tað er í dag ógvuliga kalt. Alt væl.

 

Leygardagur, 15. mars

Vit liggja nú útfyri (?), tað er sami stormurin og ættin er tann sama. Tað er bítandi kalt. Í kvøld stilti av. Vit sóu fyrsta fiskin í kvøld, hann fór livandi á pannuna. Alt væl.

 

Sunnudagur, 16. mars

Fínt veður. Liggja í sama stað. Høvdu lestur um middagin og andakt í kvøld. Alt væl.

 

Mánadagur, 17. mars

Eru nú komnir eystur til oyggjar­nar. Vit sigldu higar í nátt. Vit hava í dag fingið o.u. 400 fiskar. Ættin er landnyrðingur. Alt væl.

 

Týsdagur, 18. mars

Nógvur vindur av landnyrðingi. Lógu bakk allan fyrrapartin. Vit hálaðu av kl. 6 í kvøld, og fingu o.u. 400 fiskar. Nú í kvøld er gott veður, men kalt. Alt væl.

 

Mikudagur, 19. mars

Vit eru nú á veg vestur eftir. Vit hava í dag roynt inni undir Eyrabakka. (Her rak Bernhard á land sum lík fýra ár seinni.) Har fekst lítið, o.u. 50 fiskar var øll veiðan. Tað er ógvuliga kalt. Alt væl.

 

Hósdagur, 20. mars

Kavarok av landsynningi fyrra­­partin. Gekk so upp til land­nyrð­ing seinnapartin. Ligg­ja vestureftir ímóti Selvogs­bankanum. Hava ikki hálað av, alt er so avísað. Kuldin er herviligur. Alt væl.

 

Bítandi kuldi

Fríggjadagur, 21. mars

Í morgun var hon undarlig at síggja. Hvør dropi, sum kom á hana í gjár frysti. Alt var hvítt, líka frá knappunum og niður á sjógv. Allir endar vóru sum ein ormur so tjúkkur á dekkinum, at fokkan fekk ikki farið eftir loybumminum. Í morgun fóru teir so at bróta leyst. Teir skoldaðu og bankaðu og bardu. Ikki fingu teir hálað av fyrr enn eftir middag. Vit fingu o.u. 300 fiskar. Teir smáu eru kaldir. Ein stendur niðri í gongini í kahyttuni. Ein heldur hendurnar niður í roykhattin, so vit eru við at kódna niðri undir.

 

Leygardagur, 22. mars

Liggja inni við land. Vindurin er nógvur, men tað líður eitt sindur. Hann er eystaneftir í ættini. Vit hava ligið bakk í dag, og tað hava skipini gjørt yvirhøvur. Vit hava sæð fleiri skip í dag. Alt væl.

 

Sunnudagur, 23. mars

Í dag hevur veðrið verið gott. Ættin er landnyrðingur, so tað er slætt. Vit høvdu sum vanligt lestur um middagin. Í kvøld hava vit verið umborð á "Silver Belle" til møti. Tað var ógvuliga hugnaligt. Vit høvdu møti í lugarinum, síðani blivu vit trakteraðir, so væl sum teir kundu. Magnus (í Rituvík), skiparin, vísti okkum so skipið, serliga motorin, sum teir vóru ógvuliga forliptir uppi í. Tað er ikki meira enn hendilsi at koma soleiðis fyri, at tvey skip kunnu hava møti saman á Suðurlandinum. Alt væl.

 

Mánadagur, 24. mars

Veðrið var gott fyrrapartin. Kl. 4 seinnapartin bleiv hálað inn. Vit hava í dag o.u. 800 fiskar. Nú er stormur av landsynningi og kavarok. Ættin er landsynningur. Alt væl.

 

Týsdagur, 25. mars

Í dag hava vit o.u. 1400 fiskar. Tað er gott veður. Ættin er útnyrðingur. Tað síggjast nógv skip afturút. Alt væl.

 

Mikudagur, 26. mars

Óveður. Liggja bakk. Hava ligið bakk í allan dag. Tað er ónossligt. Vátakavi av landnyrðingi. Alt væl.

 

Hósdagur, 27. mars

Sama óveður og ættin tann sama. Hava aftur í dag ligið bakk allan dagin. Alt væl.

 

Fríggjadagur, 28. mars 1930

Nú er hann eystan í ættini. Lógu bakk til kl. 3 seinnapartin, so bleiv avhálað og vit fingu o.u. 1000 fiskar. Alt væl.

 

Leygardagur, 29. mars 1930

Aftur óveður. Hava ligið bakk í allan dag. Tað hevur verið kavarok og stormur. "Albert", "Victor" og "Vágoy" hava praiað okkum. Alt væl.

 

Sunnudagur, 30. mars

Fínt veður í dag. Ættin tann sama. Høvdu lestur sum vanligt og andakt í kvøld. "Havfari" og fleiri hava preiað okkum í dag. (Hetta var áðrenn skipini høvdu radiotelefon. Samskiftið var tískil, at skipini komu so nær hvørjum øðrum, at tey kundu rópa millum sín. Hetta var at preia.)

Tað er stilli nú. Alt væl.

 

Mánadagur, 31. mars

Toluligt veður. Ættin er landnyrð­ingur ella eystan. Nakað av vindi seinnapartin. Nógv skip at síggja í dag, millum annað "Docea". Tað er ikki so kalt nú. Vit hava o.u. 1000 fiskar. Alt væl.

 

Týsdagur, 1. apríl

Gott veður. Vit hava o.u. 600 fiskar. Vit hava í dag sæð "Sigrid". Ættin er landnyrðingur. Alt væl.

 

Mikudagur, 2. apríl

Veðrið gott og ættin tann sama. Hava o.u. 500 fiskar. Alt væl.

 

Hósdagur, 3. apríl

Nú er ættin útsynningur. Tað síggjast nógv skip. Vit hava o.u. 1000 fiskar. Alt væl.

 

Fríggjadagur, 4. apríl

Veðrið er gott í dag. Tvey skip hava preiað okkum. "Titania", hon hevði 12.000 og "Skarvasteinur" hon hevði 24.000. Tey bóru okkum sorgarboð. "Ernestina" er farin á land. 9 mans eru deyðir. Harrin hjálpi teimum, sum heima eru og skulu hoyra tey syrgiligu boð, at ein ella annar av teirra kæru her hava latið lívið.

(Ernestina er samstundis søgan um eitt tað fremsta bjargingaravrik í Føroya søgu. 17 av monnunum vórðu bjargaðir, ti tað eydnaðist einum av mann­ingini Ziska Jacobsen undir ringast hugsandi umstøðum at svimja í land, so menninir kundu stjórast inn í fjøruna.)

Ættin er nokk sunnan í dag og vit hava 800 fiskar.

 

Leygardagur, 5. apríl

Veðrið er gott, ættin er útsynn­ingur. Vit hava o.u. 1500 fiskar. Nógv skip at síggja millum annað "Silver Spray".

 

Sunnudagur, 6. apríl

Tað er óveður. Fyrrapartin var tað heldur frægari, men nú er ódnarveður. Ættin er landnyrð­ingur. Høvdu lestur um middagin. Alt væl.

 

Mánadagur, 7. apríl

Óveður fyrrapartin, men blíðkaði seinnapartin. Hálaðu av um 3 tíðina í dag. Hava nokk o.u. 1000 fiskar. Ættin er sunnan. "Dúgvan" preiaði okkum, hon hevði 20.000. Vit hava nú 10.000. Alt væl.

 

Týsdagur, 8. apríl

Nakað av vindi av landsynningi fyrrapartin. Gott veður seinna­partin. "Ondina" sigldi tætt framvið okkum, men preiaði ikki. Vit hava eisini sæð "Marshall". Hava o.u. 700 fiskar. Alt væl.

 

Mikudagur, 9. apríl

Veðrið gott í dag. Hava o.u. 1400 fiskar. Alt væl.

 

Hósdagur, 10. apríl

Veðrið er eisini gott í dag. Vit hava o.u. 1000 fiskar. Alt væl.

 

Fríggjadagur, 11. apríl

Veðrið er toluligt í dag. Vit hava o.u. 800 fiskar. Alt væl.

 

Leygardagur, 12. apríl

Veðrið sjaskut. Vit hava o.u. 1000 fiskar. Ættin er norðan. Alt væl.

 

Sunnudagur 13. apríl

Ættin er landsynningur eystan. Nakað av vindi í kvøld. Høvdu sum vanligt lestur um middagin og andakt í kvøld. Alt væl.

 

Mánadagur, 14. apríl

Vit hava ligið bakk langt út á dagin vegna illveður. Hálaðu av eina løtu seinnapartin. Fingu o.u. 200 fiskar. Alt væl.

 

Týsdagur, 15. apríl 1930

Tað er illveður í dag. Hava siglt fyrrapartin av degnum, hálaðu so eina løtu seinnapartin og fingu o.u. 300 fiskar. Ættin er norðan. Alt væl.

 

Mikudagur, 16. apríl

Gott veður, fingu o.u. 2000 fiskar. Ættin er norðan, t.v.s. var, tí nú er stilli í kvøld. Alt væl.

 

Inn í Reykjavík.

Hósdagur, 17. apríl

Skírisdagur. Sigla nú inn á Reykjavík. Veðrið er gott og ættin landsynningur. Sóu nógv skip, sigldu eisini framvið skipunum á grynnuni. Sóu "Sigrid" og "Silver Spray". Komu ikki inn í kvøld. Teir vóru ikki lidnir at gera reint fyrrenn kl. 6 í morgun. Tá vóru teir smáu nakað sløjir. Summir vóru heilt vitleysir og bardust, summir fullu frá og sovnaðu. Teir hava nú havt frí í allan dag, nú er summir uppi av teimum. Alt væl.

 

Fríggjadagur, 18. apríl

Komu inn á Reykjavík kl. 7 í morgun. Her eru fleiri skip inni. "Marshall" er inni eisini. Eg havi verið í landi í kvøld. Vit liggja nú við kei. Tað var møti í kvøld. Jóanis var ikki. Alfred (Petersen, sjómanstrúboðarin) hann var sjúkur, hann hevur verið sjúkur síðani hann kom yvir. Eitt rend var eg eisini á sjómansstovuni. Eg fekk bræv frá systrunum og heilsu frá Onnu, men einki bræv. Alt væl.

 

Leygardagur, 19. apríl

Hava landað eitt sindur í dag, men góvu uppat, tí teir vrakaðu so nógv og trektu eisini ov nógv av. Loðsurin kom umborð, tá vit vóru lidnir og skuldi koyra okkum frá, men allir noktaðu at hjálpa honum. Skiparin var ikki umborð. Har stóð hetta ólukkudýrið og rykti sum hundur í klossu á endarnar. At enda fekk hann nakrar at hjálpa sær, so hann fekk okkum uppá síðuna á "Doru". Skiparin kom tá umborð. Hann og loðsurin skeldaðust so eina løtu. Loðsurin lovaði bæði eitt og annað. Kl. 4 seinnapartin fóru vit frá. Møti var í kvøld.

 

Sunnudagur, 20. apríl

1. Páskadagur. Tað er av fínasta veðri. Vit liggja inni, tað er stilli og sjógvurin stendur sum ein sveiti. Eg var í landi seinnapartin og koyrdi við bili bayin runt, eisini út til løkirnar. Seinni var eg so til møti í norðarhúsinum. Havi so verið á sjómansstovuni og so travað. Alt væl.

 

Mánadagur, 21. apríl

Gott veður fyrrapartin. Í kvøld er stormur. Eg havi verið í landi allan seinnapartin. Vit hava koyrt í bil til tváttløkirnar, og runt beiin. Var so til møti, skriva bræv heim og síðani sitið á sjómansstovuni við hvørt og við hvørt gingið og spákað aftur og fram. Vit fóru umborð kl. 1 í nátt við stórbátinum á "Guiding Star", tí okkara var so lítil. Umborð á "Guiding Star" vóru vit eina góða løtu. Fingu kaffi og prátaðu. Hann liggur beint inn á land. Alt væl.

 

Týsdagur, 22. apríl

Óveður, stormur av landnyrðingi. Skiparin og Niels, Sandal og Eli fóru í land, men sluppu ikki umborð aftur. Tað er ódnarveður í kvøld. Vit liggja fyri báðum (akkerum). Fleiri skip fóru í drift. Ein línubátur kom niður á okkum, men okkara lá. Vit fóru í drift í dag meðan vit lógu bara fyri einum (akkeri), hon støðgaði tó aftur. "Fylla" (danska) er næstan farin á land uttanfyri pirin. Hon spular dekk, her sum hon liggur, og rokið stendur langt upp um "Island", sum liggur við kei. Tað halda 3 mans vakt hjá okkum í nátt. Alt væl.

 

Mikudagur, 23. apríl

Sama veðrið, ella kanska eitt sindur frægari fyrrapartin. Seinna­partin linnaði eitt sindur, so loðsbáturin slapp umborð við teimum hjá okkum, sum vóru í landi. Magni fór eftir "Fyllu" og togaði hana upp undir "Energy". Tað linnaði nakað í kvøld og vit fóru í land, men støðgaðu næstan einki, tí vindurin vaks aftur. Vit komu 3 umborð í eini línu, og loraðu so bátin í land aftur til hinar. Alt væl.

 

Hósdagur, 24. apríl

Frægari veður, men nógvur vindur av og á. Tvey skip fóru út, "Fame" og "Riddarin". Tvey komu inn "Eysturoy" og "Thorshavn". Vit fóru ikki út. Teir fóru í land. Eg fór ikki, eg havi spulað dúrkini og annað sovorðið. Alt væl.

 

Fríggjadagur, 25. apríl

Fóru út kl. 7 í morgun. Sigldu í Faksabuktina. Tað var væl av vindi fyrrapartin. Nú er næstan stilli. Ættin er norðan. Vit síggja einki skip. Vit hava fingið o.u. 1200 fiskar. Alt væl.

 

Leygardagur, 26. apríl

Veðrið er gott. Vit hava o.u. 1100 fiskar. Hann er lágur í ættini, eg haldi hann man vera sunnan. Eitt skip sigldi framvið okkum, tað var "Eysturoyggin". Nú fer tíðin at halla. Eg leingist illa, og tað er nú ikki so løgið. Alt væl.

 

Sunnudagur, 27. apríl

Tað er ikki so gott veður, sum eg kundi ynskt, tí tá sunnudagurin ikki er góður, er vikan fyri ongum. Tað er tó toluligt veður. Ættin er sunnan. Vit liggja undir Skagen. Tað eru nógv skip farin inn á Reykjavík. Tað sær út til at koma illveður. Nú líður tíðin til at fáa svarið, hvat man tað fara at verða, ja ella nei? Gud skal ráða, er tað hansara vilji, verður tað nokk, ja. Eg elski teg Anna. Á, hvat eg leingist. Vit hava sum vant havt lestur og andakt. Alt væl.

 

Mánadagur, 28. apríl

Tað bleiv tó ikki sum eg spáddi. Tað er gott veður í dag, eitt lítið lot av suðri. Eg havi nú aftur bakað. Eg fekst við at svølla eitt sindur herfyri, nú eri eg sum sagt frískur. Eitt skip hava vit sæð, tað er danska "Fylla". Í dag havi eg verið í lastini (og rivið um). Alt væl.

 

Týsdagur, 29. apríl

Veðrið er gott. Ættin útnyrðingur. Vit hava o.u. 1200 fiskar. Eitt skip hava vit sæð. Eg havi arbeitt í lastini eina løtu. Alt væl.

 

Mikudagur, 30. apríl 1930

Veðrið má kallast at hava verið gott í dag, tó at tað hevur verið dimmligt og nógv regn. Tað var eitt lot av landsynningi, men regnaði seg vestur um, so nú er hann vestan. Vit hava o.u. 800 fiskar. Vit sóu "Sigrid". Alt væl.

 

Hósdagur, 1. mai

Gott veður. Hava o.u. 2000 fiskar. Ættin er landsynningur. Nú er saltið næstan uppi. Tað fer nokk alt á (fiskin) í kvøld. Vit hava sæð "Sigrid" og eina 3 mastraða skonnart, halda tað vera "Ondina". Alt væl.

 

Fríggjadagur, 2. mai

Vóru á veg inn á Reykjavík, men lógu ikki upp og vendu so aftur. Ættin er landsynningur. Vit vóru so eystarlaga, at vit lógu ikki Skagen upp. Komu aftur á fiski­leið kl. 3 seinnapartin og fingu o.u. 400 fiskar. Tað er sjaskveður og øgiligt regn. Alt væl.

 

Saltið uppi

Leygardagur, 3. mai

Gott veður. Tað bleiv innhálað kl. 4 seinnapartin, tá fingu vit ikki saltað meir. Preiaðu "Ondina", skiparin var umborð, hann hevði 60.000 (fiskar), og kundi einki salt lata. "Titania" preiaði okkum, hon hevði 92.000. Vit royndu eisini "Yvonnu", hon hevði 65.000, heldur einki salt haðani. Vit sigla nú inn á Reykjavík, tað er eitt fitt lot av suðri. Alt væl.

 

Sunnudagur, 4. mai

Veðrið er gott. Tað var eitt lot inntil kl. 6. Lógu nakað í stilli út fyri Akranesi. Vit komu tó inn o.u. kl. 6. seinnapartin. Ankraðu fyrst á reduni, men lógu í vegin fyri ferðsluni, blivu so togaðir inn í havnina. "Silver Spray" lá inni, tá vit komu og Janus var eina løtu umborð hjá okkum. Teir fóru skjótt út eftir, at vit vóru innkomnir. Vit vóru so í landi á Sjómansstovuni og til møti. Alt væl.

 

Mánadagur, 5. mai

Tóku 3½ tons av salti. Fóru so út alt fyri eitt. Blivu togaðir út um klokkuboyuna. Lógu aftur í stilli út fyri Akranes. Har skutu teir lomvigar, og fingu 2 fuglar í part. Alt væl.

 

Týsdagur, 6. mai

Gott veður, eitt lítið fleyr av útnyrðingi. Sóu fýra skip fara heim. Komu á fiskileið kl. 6 í kvøld. Nú verður tað nokk ikki leingi inntil vit fara heim. Tað saltið, sum vit tóku, verður ikki leingi at fiska upp, um nakar fiskur verður. Tað verður spennandi at koma heimaftur, nú stendur nógv í vága. Hvussu man tað fara at ganga hugsi eg ofta. Á tú, Anna, hvat man tú hugsa, man tú fara at skoyta um meg, eg elski teg, tú, eg elski teg, annað veit eg ikki at siga. Tað sær myrkt út fyri mær, um tað ikki eydnast. Harrin vælsigni teg!

 

Mikudagur, 7. mai

Gott veður. Stilli og slætt í sjónum. Fingu 1500 fiskar, tá sigldu vit eisini nakað. Skipini eru meiri ótøtt nú at síggja. Vit hava nokk sæð eini seks sluppir. Skonnartirnar eru horvnar higani, síðan vit fóru inn á Reykjavík. Tær eru nokk farnar upp undir Jøkilin. Veðrið hevur verið gott í dag, men disut loft, sólin hevur ikki sæð. Summir eru komnir uppí 200 á snørið (Jákup Pauli). Fiskurin man fara at rýma nú, tí hann er fullur av gróti, tað plagar at vera merkið. Nú hava vit fingið 30.000, so nú fara vit heim, tá vindur verður. Kokkaríið hevur gingið væl. Lomvigi til døgurða. Ættin er landnyrðingur. Alt væl.

 

Hósdagur, 8. mai

Gott veður, eitt lítið fleyr av útnyrðingi. Vit hava o.u. 1200 fiskar. Nú liggja teir og tota eftir at fáa 31½ túsund. Fólkið er farið at telja (dagarnar). Skipini rýma so við og við. Hetta er vist seinasta royndin hjá okkum. Tað verður sett á segl, tá inn verður drigið, og heim. Ja, vit leingjast, tá tann tíðin kemur. Ein og annar sigur vist nokk, at hann leingist ikki, men tað er ikki satt, tað sæst á øllum, at teir leingjast. Ja, Jesus verið so við okkum hesa reisuna, og føri okkum í øllum góðum. Hann rekur av landsynningi. Tað er disut luft. Høvdu vit fingið eina góða reisu og góðan vind. Nú setur skiparin út í kortið. Alt væl.

 

--------

 

Komandi partur

Næstu ferð frættist hvussu tað gekk við fríggjarabrævinum Bernhard sendi Onnu, beint áðrenn teir fóru avstað