saman um hetta, og avgjørt var at eg skuldi gerast ein partur av hesi spennandi ferðini, greiðir Livar íðin frá. Hetta ídnið hansara helt fram við hørðum venjingum frá fyrsta degi av. Herfyri var hann á [...] Sum ein part av fyrireikingum sínum hevur Livar lisið eina bók um tveir norðmenn, sum róðu sama teinin seinast í 1800-talinum. - Hetta var ein ótrúliga spennandi bók, skal eg siga tær. Hon gav mær av sonnum [...] er roynt so mangar ferðir áður. Men tá hevur tað altíð tikið longur enn ein mánað. Ein av felagsskapunum sum hava roynt hetta eru menn í Ocean Row Events. Í januar í ár róðu teir úr Kanarisku Oyggjunum
í Hvalba í 25 ár, og fyri ta tíð var eg lærari í Vági í trý ár og eitt ár í Porkeri. Tað var, meðan eg var lærari fyrsta árið í Hvalba, at eg undirvísti í Porkeri ein dag um vikuna, sigur hann. Honum dámar [...] er. Tað er trupult at finna ein vakrari blett í Føroyum, enn bygdin á vestursíðuni á Suðuroynni er, tó at bygdin í fólkatali er minsta kommuna í Suðuroy. Hóast hetta var ein av vakrastu várdøgum, og vit [...] sigur, at tað var heilt av tilvild, at hann gjørdist bygdarráðslimur í Fámjins kommunu, og hann var faktiskt uppstillaður av óvart, sum hann málber seg. - Eg visti slett ikki av, at eg var uppstillaður
Hann var fimm ára gamal, og hann stóð inni í stovuni hjá ommuni, tá ein sólstrála rakti ein vasa, ið stóð í vindeygakarminum. - Hann hevði ein djúpan reyðan lit við gullmynstri. Tað var ikki ein serliga [...] og ljósið breyt í vasanum, broyttist hesin vasin til ein guddómligan skatt fyri meg. Tá merkti eg, at hetta vakra verkið rørdi við nakað djúpt í mær, og eg spurdi alt fyri eitt ommu, um eg kundi arva vasan [...] serliga fínur vasi, men var ein sovorðin, ið tey selja ferðafólkum, og omma hevði keypt hann í Venedig, greiðir Henrik Høgh-Olesen frá um vasa, áðrenn hann heldur fram. - Men meðan hann stóð í vindeygakarminum
Hjá United Seafood í Runavík arbeiðir ein 46 ára gomul thailendsk kvinna í fiski. Hetta arbeiðið tykist henni dáma væl. Her eru nógv fólk til arbeiðis og úr mongum ymiskum londum. Øll hava tey sítt at [...] gjørt kvettroynd ímóti forsætisráðharranum í Thailandi, Thaksin Shinawatra. Hetta visti Somwang alt um. Á middegi í gjár var kortini ógreitt, um kvettroyndin fór at eydnast, tí kongurin Bhumibol Adulyadej [...] politiska støðan í heimlandinum framvegis var spent - og ógreið! Gott við sjónvarpi Tað loypti sum vera man hvøkk á umheimin, tá tíðindi bórust um at støðan ikki var sum hon plagdi í Thailandi. Hesi tíðindini
farnu viku fann 11 ára gamli Niels Jákup Mortensen ur nummar 001/250 í fjøruni í Fámjin, tá hann var ein túr saman við øðrum børnum og abbanum. - Eg vil ynskja Niels Jákup tillukku við urinum, og vóni at [...] at fyri hann er tað serliga stuttligt, at tað er ein ungur drongur sum Niels Jákup sum hevur funnið urið. - Hann kann í dag vera glaður fyri at hann var eitt sindur treiskur, tá abbin bað hann koyra tann [...] Norðpólinum, og síðani longu sjóferðina til Føroyar. At urið er óskalað og gongur sum tað skal, tað er ein sera góð góðskuváttan fyri meg og tað arbeiði, eg havi gjørt við hesum urinum, sigur Jørgen Amundsen. Hettar
Eftir kvøldins 1-3 sigur var venjarin hjá Norðurírlandi, Michael O'Neill, ein væl hýrdur maður. Í hálvleikinum var støðan tó 1-1, men tó var norðurírski venjarin kortini væl nøgdur við avrikið hjá leikarum [...] sínum, tá ið farið var til hálvleiks. - Í hálvleikinum segði eg við leikararnar, at teir spældu væl, og at tað var reint óhepni, at vit ikki vóru á odda í hálvleikinum. Hóast tað var nógvur vindur í fyrra [...] deyðbóltar. Vit hava bæði leikarar, sum kunnu skjóta góð innlegg, og eisini hava vit fleiri leikarar, ið eru sterkir í luftspælinum. Deyðbóltar eru sum heild ein stórur partur av spælinum hjá okkum. Afturat tí
kunnu tit fyribyrgja hjarta- og karsjúkur, eins og tær kendu vælferðarsjúkurnar, so sum krabbamein og yvirvekt, segði Johanna m.a. í fyrilestri sínum. Hetta var ein samandráttur av tí, hon áður hevði greitt [...] boðið til almennan evnisdag, har høvuðsevnið var tað at hava ábyrgd fyri egnari heilsu. Og sigast kann, at stórur áhugi var fyri hesum tiltakinum. Høllin var fullsett av eldri fólki, sum sótu og tóku til [...] einki at skylda uppá samfelagið ella onnur. Hetta er okkara ábyrgd, segði ein luttakari á fundinum. Eta og drekka rætt - Eg fari nú at geva tykkum átta góð ráð til heilsugóðan kost. Eitt tað týdningarmesta
og taktikkurin var í fyrsta umfari at verja. Hetta eydnaðist væl, og vit megnaðu at halda teimum niðri á 2-0, sum var endaliga úrslitið, sigur Eyðfríð Kristiansen. Hon vísir á, at hetta væntandi verður [...] eru í finaluni aftur í ár. Men hesaferð eru útlitini hjá havnarliðnum at vinna steypafinaluna ikki eins góð. - Samanborið við KÍ kvinnurnar hevur okkara lið verið fyri sera nógvum broytingum frá seinastu [...] verður taktiska uppleggi til dystin, og so verður møguliga bíða eftir mótálopum. Men tað verður ein torfør uppgáva hjá ungu HB kvinnunum móti royndu og væl samanspældu FM vinnarunum úr Klaksvík, og í HB ásanna
ímillum. - Fer ein so fara allar. Eitt nú um toran slær niður ella um eldur kemur í. Alla aðrastaðni skilur mann tær sundur við brandmúrum ímillum, so at bara ein fer um nakað hendir. Hetta sama er galdandi [...] meirilutanum var at seta ein óheftan rakstrarleiðara, sum skuldi fáa hesi viðurskifti í rættlag, og sum skuldi hava ábyrgdina av at gjøgnumganga allar trygdarskipanir í SEV og av at trygdin var í lagi. - [...] men at hetta ikki hevur verið tikið í álvara og tískil ikki er komið í gildi her í Føroyum enn. Óhefti rakstrarleiðarin Sambært Hans Tausen Olsen hevur Dansk Energi mælt til at seta í starv ein óheftan
Tvøroyri hevur givið mær so nógv, og nú vil eg geva Tvøroyri tað, sum eg megni at geva. Eg havi fingið nógvar áheitanir um framhald, og eg ætli mær at lyfta tað álit, ið fólkið hevur víst mær. Tað sigur toppskorarin [...] borgarstjóri var at fáa stóra uppsjóvarvirkið hjá Varðanum Pelagic bygt á Tvøroyri. Hetta virkið hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri Tvøroyrar kommunu og fyri stóran part av Suðuroynni. - Ein annar ógvuliga [...] ein gongd, sum bæði er kend í útjaðaranum í Føroyum og í øðrum londum. Hetta ásannar borgarstjórin eisini. - Vit kunnu bara fegnast um, at vit fingu hetta stóra virkið, tí uttan Varðan Pelagic og Delta