Langlesnaður úr Vikuskiftis Sosialinum. Henrik Høgh-Olesen heldur fyrilestur í Reinsarínum fríggjakvøldið.
- Tað er eitt løgið djór, ið brúkar so nógva tíð, tilfar og orku at prýða seg sjálvt og sítt umhvørvi. Tað eru eingin onnur djór, ið gera líka nógv burturúr tí. Stóri spurningurin er hví í allari víðu verð er eitt djór sum menniskja, ið brúkar so nógva orku upp á slíkt. Tað sigur Henrik Høgh-Olesen, professari í persónleika og sosialari sálarfrøði á Aarhus Universitet.
Henrik Høgh-Olesen minnist fyrstu ferð, at hann bleiv so fullkomiliga tikin av bóli av vakurleika, at hann gloymdi tíð og stað, og uppliving rørdi okkurt djúpt í honum.
Hann var fimm ára gamal, og hann stóð inni í stovuni hjá ommuni, tá ein sólstrála rakti ein vasa, ið stóð í vindeygakarminum.
- Hann hevði ein djúpan reyðan lit við gullmynstri. Tað var ikki ein serliga fínur vasi, men var ein sovorðin, ið tey selja ferðafólkum, og omma hevði keypt hann í Venedig, greiðir Henrik Høgh-Olesen frá um vasa, áðrenn hann heldur fram.
- Men meðan hann stóð í vindeygakarminum, og ljósið breyt í vasanum, broyttist hesin vasin til ein guddómligan skatt fyri meg. Tá merkti eg, at hetta vakra verkið rørdi við nakað djúpt í mær, og eg spurdi alt fyri eitt ommu, um eg kundi arva vasan, tá ið hon fór frá foldum.
Hendan løtan kyndi undir ein lívslangan áhuga og hugtikni fyri hví estetiskt ting vakja nakrar serliga kenslur í menniskja.
55 ár eru liðin síðan Henrik Høgh-Olesen varð hugtikin av reyða vasanum hjá ommuni, og er lítli smádrongurin í dag professari í persónleika og sosialari sálarfrøði á Aarhus Universitet og er harumframt mettur at vera millum førandi serfrøðingarnar í Danmark innan atferðargransking.
Hansara gransking innan menniskjur og atferð seinastu 25 árini, harav hann seinastu tíggju árini hevur lagt serliga orku í at granska innan estetikki ella fagurfrøði, hevur m.a. ført við sær, at hann í 2011 varð útnevndur til riddara av Dannebrog, umframt at hann javnan er at hoyra sum serfrøðingur í donskum miðlum.
Sex, fáfongd og kapping
Seinni í mánaðinum fáa føroyingar høvi at hoyra danska professaran, tá hann undir fangandi yvirskriftini: ”Sex, fáfongd og kapping alneyðug hjá okkum øllum”, fer at halda ein fyrilestur í høvuðsstaðnum.
Danski professarin flennir tó og er bilsin á máli, tá eg lesi honum yvirskriftina á fyrilestrinum, ið hann skal halda í Tórshavn 30. juni. Tað er týðiligt, at yvirskriftin kemur óvart á hann, men hóast hann ikki sjálvur hevur verið við til at gjørt hana ella góðkent hana, so skilur hann væl viðkomandi, ið hevur snikkað yvirskriftin saman.
- Eg skilji væl samanhangin. Eg havi skrivað eina bók um tað, ið eg nevni tað estetiska menniskjadjórið. Tað er eitt løgið djór, ið brúkar so nógva tíð, tilfar og orku at prýða seg sjálvt og sítt umhvørvi. Tað eru eingin onnur djór, ið gera líka nógv burturúr tí, sigur danski professarin, áðrenn hann nevnir spurningin, ið hann hevur roynt at svarað gjøgnum sína gransking.
- Stóri spurningurin er hví í allari víðu verð er eitt slíkt djór sum menniskja, ið brúkar so nógva orku upp á slíkt. Á tann hátt hevur yvirskriftin nakað at gera við djypri motivini fyri hví vit gera hesi tingini.
Løgin atferð
At menniskja er eitt djór eins og apur, seyður og annað er danski professarin ikki eina løtu í iva um. Tann sannføringin er eisini ein av orsøkunum til, at áhugin fyri tí estetiska tokkanum hjá mannaættini er so stórur.
- Tað man skal royna at skilja er, at tað eru ting, ið vit taka fyri givið. Vit uppfata hesa verðina, ið vit hava skapt, sum nakað fullkomiliga natúrligt. Men neyðugt er at hava í huga, at tað eru eingin onnur djór, ið innrætta seg á sama hátt sum vit, vísir Henrik Høgh-Olesen á.
At menniskjur hava eina trongd at prýða seg sjálvi og sítt umhvørvi er als ikki nakað nýtt. Tvørturímóti vísir professarin á, at kanningar av okkara ættarfedrum vísa, at tað er ein aldargamal siður hjá menniskjanum.
- Um vit fara 40.000 ár aftur í tíðina, tá gingu okkara forfedrar inn í holur og pyntaðu tær frá gólv til loft. Tað er ein løgin atferð, tí tey høvdu knapt nokk klæðir á likaminum ella mat í búkinum. Tað var heldur ikki tær holur, ið man búðu í, ið man pyntaði, men aðrar holur, greiðir Henrik Høgh-Olesen, og heldur fram við øðrum dømum.
- Um hugt verður eftir gomlum tólum, ið fornfrøðingar finna, so eru 90 prosent av amboðunum, ið man finnur frá hesum upprunafólkum, prýdd á ymiskan hátt. So skjótt eitt spjót varð liðugt, so bleiv tað prýdd á onkran hátt. Men hvør er orsøkin? Tað gevur einki eyka nýtsluvirði, men ger tað einans estetiskt vakrari, vísur professarin á.
Uppgerð við Maslow
Flestu, ið hava lisið á hægru skúla, hava helst fyrr ella seinnu lært um kenda ástøðið hjá russiskt-amerikanska sálarfrøðinginum Abraham Maslow, ið ber hansara egna heitið Maslows tørvspyramida.
Sambært ástøðinum hjá kenda sálarfrøðinginum ber til at býta tørvirnar hjá menniskjum upp í ymisk løg alt eftir hvussu týdningarmikil tey eru, og at tað ikki er fyrr enn, at eitt menniskja megnar at nøkta teir mest grundleggjandi tørvirnar, at tey veruliga seta orku í at nøkta hinar.
Hjá Abraham Maslow eru teir fysisku tørvirnar sum matur, vatn, svøvnur o.s.fr. teir týdningarmestu og mest grundleggjandi at nøkta, og síðan koma onnur løg við øðrum tørvum, so sum tørvurin fyri at vera partur av einum bólki, at uppnáa ein sosialan status, viðurkenning o.s.fr.
Millum teir tørvir, ið hava minst at siga, er at tørvurin at úttrykkja seg listarliga, og her er tað, at Henrik Høgh-Olesen hevur hug at taka eina uppgerð við Abraham Maslow.
- Hjá Maslow kemur listin seint í tørvinum hjá menniskjum, men tað heldur ikki, tí okkara forfedrar megnaðu ikki at metta primeru tørvirnar, men kortini skaptu tey list, vísir Henrik Høgh-Olesen á.
Partur av menningini
Henrik Høgh-Olesen metir nevniliga, at hugurin til tað estetiska er ein grundleggjandi eginleiki í menniskja. Um tað ikki var so, so vísir hann á, hevði natúran beint fyri tí.
- Natúran beinir fyri teimum eginleikum, ið einki nýtsluvirði hava. Sum djór høvdu vit ikki sloppið at brúkt okkara tíð og orku at prýða okkum og okkara umhvørvi, um tann atferðin einki virði hevði. Tað hevði verið lúkað burtur, og einans klók djór, ið ikki brúktu tíð til slíkt, høvdu yvirlivað, sigur danski professarin.
Í staðin metir professarin, at tað er eyðsýnt, at talan er um ein eginleika, ið hevur eitt ávíst endamál.
- Óansæð hvat materalistiskt støði menniskja er á, so skapa tey okkurt slag av estetiskum virði. Búfólkini í Kalahari oyðimørkini, ið næstan einki eiga, eru kortini pyntað og eiga vakrar lutur. Inuittar í Grønland, har kuldin valdar, framleiða flott amboð og perla. Um tú gongur í fátækadøminum í Rio de Janerio, sært tú samstundis prýðislutur og vakurleika, sigur Henrik Høgh-Olesen, áðrenn hann tekur ein dømi, ið er lættari hjá føroyingum at kenna seg aftur í.
- So skjótt tú hevur ráð at keypa tær ein uppvaskibust, so er næsti spurningurin, um hon skal vera reyð ella grøn, hóast tað sum so er fullkomiliga líkamikið. Óansæð hvat materalistiskt støði vit eru á, so eru vit estetiskir einstaklingar. Vit seta prís á vakurleika, og vakurleika er eisini ein partur av tí, ið hjálpir okkum at taka røttu avgerðir, sigur danski professarin.
Sum páfuglurin
Henrik Høgh-Olesen vísir á, at tað er serliga, tá vit skulu velja partnarar, at tað er týdningarmikið fyri menniskja, at duga við tí estetiska, t.v.s., at duga at prýða seg sjálvi og umhvørvið. Professarin samanber menniskja við páfuglin.
- Halin hjá páfuglum er ónatúrligur. Natúran er vanliga skipað soleiðis, at fyri ein fuglur skal kunna yvirliva, so má hann kunnu flúgva og goyma seg í umhvørvinum. Men páfuglurin kann ikki flúgva ella goyma seg við sínum hala. Hann er sum eitt stórt fýrverk í skóginum. Tað er absurd, at páfuglurin hevur handan halan, sigur danski professarin.
Men hóast halin kann tykjast at arbeiða móti øllum tí, ið krevst fyri at yvirliva, so hevur hann ein serstakligan týdningarmiklan funktión.
- Hønurnar dáma ein hana við stórum hala, og um hanin megnar at yvirliva leingi nokk til, at hann er kynbúgvin, so er tað hann, ið hønurnar velja, og tað verða hansara ílegur, ið verða førdar víðari. Halin er eitt stórt handikapp, men um hanin megnar at yvirliva, so vinnur hann, sigur Henrik Høgh-Olesen.
Á sama hátt sum páfuglurin brúkar sín vakurleika at toknast hinum kyninum, kunnu menniskjur toknast hvørjum øðrum við at vísa, at tey megna tað estetiska.
- Eitt menniskja, ið megnar at gera nakað vakurt, vísir á ein máta, at her er eitt menniskja, ið hevur eyka nógva orku, yvirskot, vit og gávur. Tað er eitt menniskja, ið kann brúkast til eina rúgvu, sigur Henrik Høgh-Olesen.
Ein heimsumfatandi vakurleiki
Ástøðið um, at tað er nakað djúpt í okkum menniskjum, ið virðismetir vakurleika, metir Henrik Høgh-Olesen verða styrkt av, at hóast heimurin rúmar eina ørgrynnu av fólkabólkum og mentanum, so eru flest øll samd um hvørji menniskjur eru vøkur.
- Man verður bilsin av hvussu samd um allan heim fólk eru, um hvørji fólk eru vøkur. Vit eru djór, ið eru forritaði eftir, at fara eftir somu stimbrandi evnum. Tí eru vit samd um hvørji fólk eru vøkur, sigur Henrik Høgh-Olesen.
Danski professarin vísir til eina kanning við persónum úr øllum heiminum, ið vórðu biðin um at hyggja eftir tveimum myndum av persónum úr øllum heimsins etniskum bólkum, og siga hvør er vakrast í teimum ymiskum bólkunum. Tann eina myndin er av einum vøkrum persóni, meðan hin er av einum vanligum persóni.
- Kanningin vísti, at tað er nærum eingin munur. Svarini vóru tey somu í øllum bólkum. Fólk vóru samd um hvør var vakrast, greiðir Henrik Høgh-Olesen frá.
Fyri at tryggja sær, at úrslitið ikki er ávirkað av lærdómi ella av einum alheims vakurleika-ideali, so varð kanningin eisini framd við nýføðingum.
- Tey vóru eini eitt til fýra dagar gomul, so tey høvdu ikki lært nakað um hvat var vakurt og ikki, og vóru ei heldur ávirkað av Hollywood. Men sjálvt tá, tá tey nóg illani kláraðu at fokusera, hugdu børnini munandi longri at myndunum av teimum vøkru persónunum, sigur Henrik Høgh-Olesen
Tey vøkru hava tað lættari
Henrik Høgh-Olesen forklárar kanningina við, at heilin á menniskja leitar eftir somu stimbrandi evnum, ið verða útloyst, tá ið vit síggja ella uppliva vakurleika. Tað hevur tó eisini eina djypri meining.
- Hesi støðini í heilanum, ið verða stimbraði av slíkum, eru tey somu, ið hjálpa okkum at finna sunnar og sterkar makar við sterkum genum. Trupulleikin er tó, at heilin ikki tekur hædd fyri, at vøkur fólk ikki altíð eru moralsk góð fólk.
Hetta er eisini orsøkin til, at vøkur fólk kunnu tykjast at hava tað lættari í lívinum enn onnur.
- Um støði verður tikið í einum vøkrum og einum vanligum persóni, so fær tann vakrari betri próvtøl enn hin fyri sama avrik, tann vakrari fær lættari arbeiði enn hin, tann vakrari fær hægri løn enn hin, og um tey fremja eitt brotsverk, so fær tann vakrari linari revsing enn hin. Tað er tí vit í heilum uppfata tað vakra sum verandi gott, eisini moralskt sæð, sigur Henrik Høgh-Olesen
Dragandi
Til fyrilesturin 30. juni ynskir Henrik Høgh-Olesen at upplýsa, at tað estetiska ikki bara er nakað útvortis, men eru klár signal, ið stýra okkara lívi.
- Signalini vísa, at her er ein persónur, ið hevur teir eginleikar, ílegur, førleikar o.a., ið tú kanst fáa brúk fyri, og tí loysir tað seg at para teg við viðkomandi. Tí koma sex, kapping og viðurkenning inn í hetta, sigur Henrik Høgh-Olesen, og leggur aftrat.
- Tað er okkara máti at stýra runt í menniskjahavinum. Tú verður drigin av fólkum, ið síggja gott út og kunna avrika nakað. Tí eru so nógv listafólk, sangarar og onnur, ið hava so nógvar makar. Tað er hasin halin hjá páfuglinum. Tað er so nógv kraft og saft í teimum persónum, ið kunnu strála, blenda og skína, at vit verða drigin av teimum. Tað eru tey estetisku tingini, ið í veruleikanum stýra okkara vali.