skikkaður at telva um DM-heitið. Vit fara tí væntandi at hoyra meira um hann í komandi tíðum. Sama kann ivaleyst sigast um tann bara 17 ára gamla Ádam Ómarsson úr Íslandi, sum var um reppið at vinna kappingina [...] alt 103 telvarar. Rós til fyriskiparar Tað er at frøast um, at skipast kann fyri so stórari talvstevnu í Føroyum um veturin, og at til ber at lokka so frægar útlendskar telvarar hendanvegin. Samstundis er [...] ógvuliga gleðiligt, at føroyskir telvarar vóru fúsir at fara so mannsterkir til Eiðis at telva saman við øllum hinum í Kolshøll. Talan var sum nevnt um metstóra luttøku í einari talvkapping í Føroyum. Rógvi
Í løtuni fer umvælingararbeiði fram í mentanarhúsinum Salt á Drelnesi, og ongi tiltøk eru í hesum døgum, men 24. mai er forvitnisligt tiltak á skránni. Salt.fo skrivar soleiðis: Ein av okkara fólkakærastu [...] fleiri útgávur eru gjørdar; teirra millum hansara egnu sangir. Í 2020’unum hevur Terji útgivið løgini “So sigst”, “Bla bla bla”, “Marianna” og “Minnini mynna meg”, sum øll hava verið nógv spæld í útvarpi og [...] spælt við á hesum seinastu sangunum hjá Terja verða eisini við honum á konsertferðini. Og her er talan um nakrar av okkara royndastu og fremstu tónleikarum. Umframt Terja, sum syngur og spælir guitar, verður
B&B Basel. Tað er ikki eitt stórt hotell, hvørki so ella so. Umstøðurnar eru í lagi, men plássið er avmarkað, bæði á kømrunum og á felagsøkjunum, so vit trívast betri inni í hugnaliga miðbýnum. Vit ganga [...] floytið hevur júst rómað um alla høllina. Dysturin er liðugur. Føroysku kvinnurnar skera í fagnaðarróp. Renna yvir móti føroysku áskoðarnum. Tær hava júst spælt javnt móti einari so stórari hondbóltstjóð [...] víðargitnum listasavni. Og so eru tað allir Unterbergarnir frá dystinum í gjár, sum enn renna runt í kroppinum og gera sítt til ein heldur skroypiligan likamligan stand. Vit koma fram til sýnishølið við Paulu
heiðra minnið um eiðismannin Janus í Løðuni, sum var eldsál í talvfelagnum Róki í Sundalagnum, men sum doyði í fjør, bara 46 ár. Hetta kann hava gjørt sítt til, at luttakaratalið er so stórt, tí fleiri [...] frá kappingini. Stóra luttøkan er kanska eisini dømi um, at telvarar nú á døgum eru meira fúsir at telva, tá alt gongur skjótt fyri seg, og tú ikki er so bundin, at tú ikki eisini fær gjørt okkurt annað, [...] fleiri eru komnir úr útlondum - eru við í kappingini Janus Open, sum byrjaði í gjárkvøldið, og heldur fram í dag og í morgin. Púra óvæntað er ovurstórur áhugi fyri hesari kappingini, sum er ein av fleiri í
norska kringvarpinum - NRK - tók tað langa tíð hjá ísraelsku stjórnini at semjast um vápnahvíldina, og atkvøðugreiðslan helt fram í fleiri tímar fríggjadagin, tó at hvílidagurin - ella sabbatin - í Ísrael byrjaði [...] sum kunngjørdi avtaluna, ið Qatar, Egyptaland og USA hava samráðst seg fram til saman við umboðum fyri stríðandi partarnar. So seint sum hósdagin segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu [...] atkvøðum fyri og átta ímóti. - Fríggjanáttina fullu brikkarnir upp á pláss, tá Ísrael og Hamas samdust um sínámilllum gíslabýti, har ísraelskir gíslar í Gazageiranum og palestinskir fangar í ísraelskum fongslum
Ímynda tær hvat pengar og tár kundu verið spard um rætta handfaringin fór fram?! • Tað verur ofta tikið til at øll skipanin er korrupt og vemmilig, men so langt vil eg nù ikki fara. Eg havi havt við fleiri [...] eindir og eindarleiðara so verur alt vónandi gloymt. • Alt skuldi blíva so nógv betri aftaná 1 mai, men enn síggi eg onga sjónliga broyting. Ongin sýnist seta spurnartekin við at ein so vælútgjørdur Depil ikki [...] Persónslýsing: Talan er um Lenu Askham, ið síðani 2. mai ótroyttiliga í skrift og talu hevur roynt at fingið avvarðandi mynduleikar at reagera uppá tað ógvusligu innrásina, ið fór fram á hennara arbeiðisplássið
13.00 Takk fyri í dag Praktiskt Við tilmelding verður spurt um ymiskt, soleiðis at hóskandi bólkar kunnu verða settir saman. Tilmelding fer fram á https://form.jotform.com/250133404169348 Ein lítil miðmáli [...] handklæði við. Møguleiki er at skifta í skiftirúminum á staðnum. Freistin at melda til er 22. januar Um Special Olympics Special Olympics er felagsskapur ið skipar fyri ítrótti til fólk við serligum tørvi [...] bert at man hevur serligan tørv, ger sítt besta, og venur regluliga. Umfram at luttaka í heimsleikum, so luttaka føroyskir íðkarar javan í ymiskum smærri kappingum í Føroyum og ymsastaðni í Europa.
av limunum í arbeiðsbólkinum. Ingilín Strøm gjørdi síðani eitt lógaruppskot um broytingar í elveitingarlógini, har uppskotið um elmarknað var partur av uppskotinum. Men full undirtøka var ikki í samgonguni [...] ári síðani. Nú fer Rættarnevndin at viðgera uppskotið, og er tað so, at eitt einstakt orð kann gera undurverkið móti eini breiðari semju, so hava vit einki ímóti at gera ta broytingina. Hetta uppskotið fer [...] ymiskar orkuloysnir fyri brúkaran. Hetta skuldi geva brúkarunum fjølbroyttari møguleikar at leggja um til grøna orku. Arbeiðsbólkurin bleiv settur, og í desember 2023 handaði bólkurin táverandi landss
sleppa fram at fjølmiðlunum – tað vita vit øll! Og so kallar Kringvarpið hetta fyri ein dokumentar! Tó skal tilrættaleggjarin hava rós fyri góðan málburð og dugnaliga samanseting – bert spell, at so lítið [...] Mentanardeildin hjá Kringvarpinum hevur nógvar stak áhugaverdar og góðar sendingar um lív og virki hjá okkum føroyingum. Tí er tað so mikið størri vónbrot, tá ið sama mentanardeild leggur navn til ósakliga og [...] áhugaverdar og góðar sendingar um lív og virki hjá okkum føroyingum, eitt nú Credo, við Tóra á túri, Málteigin, andaktir og gudstænastur. Tí er tað við sorgblídni, at eg skrivi um sendingina O, móðurlandið
at byggisamtyktin er ikki orsøkin til, at bygdaráðið valdi at strika sáttmálan við veitaran, tí um so hevði verið, hevði sjálvsagt borið til at broytt byggisamtyktina samsvarandi verkætlanini. - Tú strikar [...] verkætlanini. - Lærið av øðrum, um tit ikki hava hugflog at síggja, at tað er ørskapur at strika hesa verkætlan! sigur áhugabólkurin, sum í dag hevur orðað eitt rættiliga drúgt skriv um bygdaráðsfundin í gjár og [...] uttan at vit fingu at vita, hví húsið ikki skal byggjast. Hetta kom eftir okkara tykki ikki beinleiðis fram á fundinum. Tey brúktu ein teknikalitet viðvíkjandi byggisamtyktini, sum tey tulkaðu til egnan fyrimun