YVIRLIT: Tað siga tey um tollhamaran hjá Trump

Fríggjakvøldið boðaði USA frá, at USA fer at seta toll á vørur úr yvir 60 londum og økjum.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, skrivaði fríggjakvøldið undir eina kunngerð, har hann leggur toll á eina røð av londum og økjum. - Mynd: Kent Nishimura

Ein av tollunum, sum USA hevur kunngjørt á eina røð av londum og økjum, kemur í gildi í morgun. Tað snýr seg um tollin á kanadiskum vørum.

Í næstu viku - sjey dagar eftir at tollurin varð kunngjørdur - koma tolur á yvir 60 lond og øki í gildi.

Hann er millum 10 og 41 prosent.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevði lagt tollin fram í apríl, men endaði við at geva eina freist til 1. august. Summi lond høvdu gjørt eina tollavtalu við Trump áðrenn freistina.

Men nógv tey flestu eru ikki endaliga komin á mál. Hóast tað eru eisini positivar reaktiónir frá teimum londum og økjum, sum eru rakt.

Les tey niðanfyri.

* Kambodja verður lagt undir toll uppá 19 prosent. Trump hevði upprunaliga boðað frá einum tolli uppá 49 prosent, sum var millum teir hægstu í heiminum. Seinni varð boðað frá, at tað var minkað niður í 36 prosent.

Sun Chanthol, sum er ovasti handilssamráðingarmaður í Kambodja, er positivur um tollin.

- Fyrst av øllum má eg takka Trump forseta fyri at áseta ein toll, sum er kappingarførur við okkara grannalond, sigur hann.

Skó- og klædnaídnaðurin er størsti búskaparligi aktørurin í Kambodja.

- Hevði USA hildið 49 prosent ella 36 prosent toll, so fór eftir mínum tykki tann ídnaðurin fyri bakka, sigur Sun Chanthol.

* Nýsæland fær ein toll uppá 15 prosent.

Handilsmálaráðharrin, Todd McClay, sigur, at hann fegin vil tosa við sínar amerikansku starvsfelagar.

- Fyrsta stigið er at tosa beinleiðis við tey. Vit hava verið í nógvum samskifti. Faktiskt hevur tað verið ein sera góður dialogur, sigur hann.

* Avstralia fær ein toll uppá 10 prosent. Hetta er sama tollprosentið, sum Trump kunngjørdi í apríl.

Talan er um ein lutfalsliga lágan toll í mun til onnur lond, sum hava fingið álagt toll upp til 41 prosent.

Handilsmálaráðharrin, Don Farrell, sær hetta sum ein møguleika hjá Avstralia at gerast meira kappingarført á amerikanska marknaðinum, sigur hann.

- Vit fara at hjálpa øllum okkara útflytarum at tryggja, at vit gagnnýta støðuna og økja um útflutningsnøgdina, sigur Farrell.

* Taiwan er álagt ein toll uppá 20 prosent. Taiwan fer at halda fram við samráðingunum við Trump um tollavtalu.

Tað skrivar forsetin í Taiwan, Lai Ching-te, á sosiala miðlinum Facebook.

Hann kallar eisini tollin fyri eitt "fyribils tiltak", sum bara er sett í gildi, tí Taiwan ikki hevur megnað at fingið eina avtalu við USA.

Trump hevði hótt við at raka Taiwan við einum tolli uppá 32 prosent.

* Noregi er lagdur ein toll á 15 prosent.

Landið vil framvegis gera handilsavtalu við USA, segði handils- og ídnaðarráðharrin, Cecilie Myrseth, við NRK í gjár.

* Sveis fær ein toll uppá 39 prosent. Samveldisráðið, sum er sveisiska stjórnin, fer at greina nýggju støðuna og síðani taka støðu til, hvørji næstu stigini eru, skrivar tað á sosiala miðlinum X.

- Sveis hevur verið og hevur framvegis samband við ábyrgdarhavandi myndugleikarnar í USA, sigur Samveldisráðið, sum leggur afturat, at tað framvegis strembar eftir eini avtalu.

Kelda: Reuters.

 

/Ritzau/

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, skrivaði fríggjakvøldið undir eina kunngerð, har hann leggur toll á eina røð av londum og økjum. - Mynd: Kent Nishimura