Ættin er góð norðanfyri, og tað er kæti og stórur fagnaður, nú dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð i Klaksvík.
Máltalvan vísir 1-0, og tað ber við sær, at tað verður KÍ, sum fer at halda fram í Europa Conference League. Sunnudagin verður avbjóðingin í Hólmanum á Eiði, og næstu ferð í Europa verður tað ímóti liði úr Hvítarusslandi, at KÍ fer at royna seg í europeisku kappingini.
Einasta málið í teimum báðum uppgerðunum millum KÍ og FK Radnički 1923 úr bestu serbisku deildini varð skorað seks minuttir undan steðginum í kvøld. Uppskriftin var tann sama, sum hon so mangan hevur verið, og tað er einki at siga til, at serbisku spælararnir iðraðu seg grønar og gular, meðan bláu og hvítu KÍ spælararnir saman við eldhugaðu áskoðarafjøldini stórfegnaðust um málið, sum vísti seg at vera avgerandi fyri, at tað verður KÍ, sum fer at halda fram í kappingini.
##med2##
Árni Frederiksberg legði við hornasparki innfyri úr høgru, og Páll A. Klettskarð rann fram og stýrdi við høvdinum bóltin í málið. Nú hevur Páll A. Klettskarð skorað 12 mál í europeiskum kappingum.
Í løtum fleyt KÍ spælið væl, men fyri tað mesta snúði tað seg um at standa væl í mongu nærdystunum – bæði á vøllinum og í luftini.
KÍ hugburðurin var góður, og KÍ spældi seg til aðrar møguleikar. Størsti møguleikin at økja um leiðsluna var í seinna hálvleiki, tá ið fín kombinatión endaði við innleggi úr høgru. Við handara stólpa var tað ein av verjuspælarunum, sum stýrdi bóltin tveir sentimetrar skeivu megin stólpan, tá ið tað verður sæð við KÍ eygum. Tveir KÍ spælarar vóru klárir aftanfyri at stýra bóltin í málið.
Tað kendist vandamikið hvørja ferð, tá ið Árni Frederiksberg og Patrik Johannesen royndu við hornaspørkum og innkøstum.
Gestirnir høvdu eins torført at spæla seg til upplagdar málmøguleikar, sum teir høvdu á heimavølli. Í tín eina førinum eydnaðist tað at vinna heilt góðan møguleika í høgru, og tá bjargaði Sebastian Linnet John í KÍ málinum meistarliga. Hann var tryggur í luftini, og hann vardi væl fyri tær fáu ferðirnar, tá ið mótstøðuliðið royndi seg við langskotum.
Áskoðararnir valdu Páll A. Klettskarð at vera dagsins mann. Páll var óførur, og hann skoraði málið, sum ber við sær, at KÍ fer at halda fram í kappingini. Men talan var um framúr liðavrik, sum teir allir eiga stóran heiður fyri. Miðverjarnir Odmar Færø, Deni Pavlovic og Gaston Tellechea vóru aftur í kvøld sannir brandar. Jóannes K. Danielsen og René Shaki Joensen vóru stinnir vongverjar, Hallur Hansson og Jákup B. Andreasen stríddust sum úlvar á sentrala miðvøllinum, og Árni Frederiksberg og Patrik Johannesen vóru saman við Páll A. Klettskarð raskir og ágangandi í fremstu røð.
Í sovornum víggi hevur tað stóran týdning, at tað eru kvalifiseraðir spælarar, ið eru klárir at loysa av. Tað vóru Daniel Johansen og Mads Bo Mikkelsen, og so var tað hugaligt, at Claes Philip Kronberg loksins av álvara er komin fyri seg aftur og síðstu minuttirnar loysti av á vongverjanum í høgru.
Hetta var flott altjóða punktum í Klaksvík í ár. Næstu ferð verður tað á Tórsvølli. UEFA ásetingarnar loyva ikki, at tað í triðja umfari í Europa Conference League verður spælt í Klaksvík.
KÍ – FK Radnički 1923 1-0 (1-0)
1-0: Páll A. Klettskarð 39.
KÍ samantaldur vinnari við málmuninum 1-0
KÍ: Sebastian Linnet John – Odmar Færø, Deni Pavlovic, Gaston Tellechea – Jóannes K. Danielsen (Claes Philip Kronberg, 89.), Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen (Daniel Johansen, 83.) – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen (Mads Bo Mikkelsen, 83.)
Gult kort: Jákup B. Andreasen, Jóannes K. Danielsen
Venjari: Magnus Powell












