útrokningar, sum uttanlandanevndin fekk í samband við viðger av tingmáli nr. 114 um framtíðarstøðu Føroya. Tí sigur hann, at alt er væl kannað út í æsir. Men við at kanna eftir á heimasíðuni hjá Føroya Løgtingi [...] at stórt tal av føroyskum búskaparfrøðingum hava verið við til at gjørt útrokningar í Hvítu Bók.. Hetta er rætt. Men Høgni gloymur (sjálvandi við vilja) at nevna, at búskaparfrøðingarnir als ikki eru samdir [...] hava einki við útrokningar av framtíðini at gera. Onnur er ein meting av hvat krevst í minsta lagi fyri at javnvág skal verða í 2016. Hetta er tí ein útrokning sum best kann samanberast við tá eitt virki
tann parturin er ikki við í ár, og er tað at undrast á. Tó sigur Anna Sofía Nordendahl á Kunningarstovuni í Miðvági, at tað framvegis ber til at keypa sær fiskikort og sleppa at fiska síl í Vágum. Mykines [...] Hann eitur »Ein dagur í Mykinesi«, og fæst á Kunningarstovuni. Ferðing til og frá er við Súluni av Sørvági, ella við tyrlu, um ein ynskir tað. Tá verður flogið av flogvøllinum. Gistingarmøguleikar eru í [...] túr fram við Vágalandinum fyri norðan frá Slættanestanga og Vestur á Barðið. Men eisini tann, sum er heldur »magiliga« anlagdur, kann koma runt í Vágum uttan av overva seg. Tí kort verður við bussi kring
onnur fiskasløg fyri 20,744 milliónir (slakar 9,7 milliónir í ár). Við fyrivarni Annars skal viðmerkjast, at hesi hagtølini skulu takast við eitt sindur av fyrivarni, tí tey kunnu vera eitt sindur misvísandi [...] var hann fast í 13 krónur fyri kilo, ella yvir 4,80 krónur meiri fyri kilo. Djúpvatnstrolararnir fiska mest av upsa, kongafiski og teimum sløgum, sum eru bólkað undir ?onnur fiskasløg?. Sostatt fiskaðu
at føra við sær, at tað verður dýrari at virka fisk í Føroyum og tískil fer kappingarførið hjá føroyskum virkjum at bjóða uppá fiskin, at versna. ?Hetta fer so aftur at føra við sær, at føra við sær, at [...] leggur hann afturat. Hann sigur, so er ongastaðni at fara við rokninini fyri lønarhækkingina enn í hin endan á skipanini, tvs, til teir, sum fiska. ? Tað er onki at ivast í, at rokningin fyri lønarhækkingina [...] Fiskaprísir Tað, at arbeiðsfólkið á landi nú fer at fáa meiri í løn, fer uttan iva at føra við sær, at avreiðingarprísurin á fiski, verður trýstur niðureftir. Tað halda bæði teir, sum selja fisk og teir
ætlaði mær at leingja sáttmálan við teir, og tað var eftir hetta, at tvey føroysk feløg sýndu mær áhuga. - Troels hevði tó sagt við meg, at eg skuldi ikki fara, uttan at tosa við hann fyrst. Eg greiddi honum [...] ein hálvur føroyingur hevði skrivað sáttmála við danska superligufelagið, OB, eftir at tvey føroysk feløg eisini høvdu sýnt áhuga, men annars var so sum so við áhuganum fyri hesum. Tað var ikki fyrr enn [...] Claus Bech Jørgensen, sum eru yrksileikarar í ávíkavist Hollandi og Onglandi. Gekk skjótt við OB Hóast hann við landsliðsúttøkuni brádliga gjørdist landskendur í Føroyum, so er tað tó rættiliga lítið, sum
toskurin við New Foundland varð útfluttur til Caribien sum føði til trælirnar og var við til gera trælahandilin so stóran, sum hann bleiv. Har er nógv um Ísland og tess samhandil við Bretland við toski. [...] sjálvur at lesa. Tað týdningarmesta við bókini heldur Johan Mortensen er, at hon vísur, at tað eru mørk fyri, hvat tú kann fiska og vísir her til, hvussu toskurin varð oyddur við New Foundland av ovurveiðu. -Hetta [...] Anadarko. Hann er við á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum sum eygleiðari. Hann heldur tað vera einki minni enn eitt plettskot, at tað hevur eydnast fyrireikarunum at fáa M. Kurlansky við á stevnuna. -Bók
tíð at fáast við teir, sigur hon. Mary Simon heldur, at londini í Norðuratlantshavi duga væl at brúka tilfeingið úr náttúruni við skili, men at tað er umráðandi at hava eitt vakið eyga við gongdini alla [...] polarkringinum og Norðuratlantshavi annars. ? Vit skulu einki hava við víðgongdar umhvørvisfelagsskapir at gera, tí tað ber ikki til at tosa við teir. Teir skilja bara síni egnu sjónarmið og royna at kroysta [...] skulu vit als ikki taka teir upp á ráð, tá vit arbeiða við burðardyggari fiskivinnu ella aðrari veiði, sigur Mary Simon. ? Vit hava roynt at tosa við summar felagsskapir, men tað spyrst sjáldan nakað burtur
. Marknaósemja Tá samráðingar vórðu við bretsku stjórnina um at fáa loyst marknaósemjuna gjørdi løgmaður av at leggja hitt óloysta marknamálið, ósemjuna við Ísland, á hillina fyribils. Nú ætlar løgmaður [...] valskeiðnum vil tíðin vísa, men løgmaður ætlar sær at royna. Hann ger vart við, at hetta er ikki eitt mál, sum verður tikið upp í sambandi við íslendsku forsetavitjanina. Íslendski uttanríkisráðharrin er boðin [...] viðgera hetta aftur í allari politisku skipanini, tvs. bæði millum flokkarnar, í Uttanlandsnevnd og við vinnuna. Løgmaður hevur roynt at lýst málið so væl tað ber til og hevur roynt at funnið fram til, um
ein býtislykil, har Noreg bert fær 12 prosent av kvotuni er heilt órímiligur. Vit hava verið við til at fiska svartkjaftin frá byrjan og vit kunnu slett ikki góðtaka uppskotið frá ES, sigur Otto Gregussen [...] sum starvast í Fiskimálastýrinum. Tvídrátturin er serliga millum ES og Noregi. ES slett ikki ganga við til, at Noreg fær so stóran part av samlaðu kvotuni, sum norðmenn ynskja. Norðmenn eru av eini heilt
Fiskifrøðingar úr Føroyum, Íslandi og Noregi arbeiða við eini verkætlan, har teir royna at prógva upprunan til kongafiskin í Irmingarhavinum. Talan er um tvey sløg av kongafiski. Annað slagið livir longur [...] undir Føroyum minkaði úr 15.000 tonsum og niður í 7000 tons so skjótt, sum av álvara varð farið at fiska kongafisk í Irmingarhavinum. Tað kundi so bent á, at talan var um sama stovn, sigur Jørgen Niclasen [...] Kongafiskurin í Irmingarhavinum varð kvoteraður fyri einum fimm árum síðan. Føroyingar eiga kvotu saman við Grønlandi. Hendan kvotan er 20.000 tons og av henni eiga føroyingar í ár 3300 tons.