Kongafiskur í Irmingarhavinum kanska føroyskur

Fiskifrøðingar úr Føroyum, Íslandi og Noregi arbeiða við eini verkætlan, har teir royna at prógva upprunan til kongafiskin í Irmingarhavinum.

 

Fiskifrøðingar úr Føroyum, Íslandi og Noregi arbeiða við eini verkætlan, har teir royna at prógva upprunan til kongafiskin í Irmingarhavinum.

Talan er um tvey sløg av kongafiski. Annað slagið livir longur uppi í sjónum, og er minni kongafiskur. Hesin er heslt tann sami, sum livir í grønlendskum sjógvi. Men fiskurin, sum livir á djúpari vatni verður hildin at vera sami stovnur, sum er í føroyskum og íslendskum sjógvi, men tað er ikki prógvað enn.

-Eitt er so staðfest, kongafiskaveiðan undir Føroyum minkaði úr 15.000 tonsum og niður í 7000 tons so skjótt, sum av álvara varð farið at fiska kongafisk í Irmingarhavinum. Tað kundi so bent á, at talan var um sama stovn, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri.

-Veður tað staðfest, at djúpvatnskongafiskurin í Irmingarhavinum er av sama stovni sum okkara, so er støðan ein heilt onnur hjá føroyingum, enn hon er í dag. So eru vit knappliga eitt strandaland og tá er tað knappliga ein partur av okkara kongafiski, sum verður fiskaður í Irmingarhavinu. Og hetta skal merkja, at vit fáa eina munandi størri kvotu enn vit eiga í dag, sigur Jørgen Niclasen..

Kongafiskurin í Irmingarhavinum varð kvoteraður fyri einum fimm árum síðan. Føroyingar eiga kvotu saman við Grønlandi. Hendan kvotan er 20.000 tons og av henni eiga føroyingar í ár 3300 tons.