? Tilfeingið í havinum skal gagnnýtast til fulnar, men vit skulu hava atlit til umhvørvi og ikki ovurfiska stovnarnar.
Tað segði kanadiska umboðið á ráðstevnuni fyri náttúruvernd og burðardygga veiði í Norðuratlantshavi.
Mary Simon, sum er kanadiskur sendiharri í Danmark, umboðaði kandisku stjórnina á stevnuni, og hon greiddi frá støðuni hjá teimum, sum liva norn á jarðarknøttinum.
Mary Simon hevur arbeitt nógv við treytunum hjá teimum, sum búgva í polarkringinum, og hon hevði sína avgjørda meining um, at tilfeingið í sjónum skal brúkast til fulnar.
? Tað er vorðið ein meiri viðurkend hugsan í Kanada, at vit skulu veiða og nýta fiskin í sjónum, heldur enn at lata fiskin fáa frið. Fiskur er matur, og hann hevur stóran týdning fyri nógv samfeløg í Norðuratlantshavi, greiddi Mary Simon frá.
Út við felagsskapum
Í hennari parti av heiminum er tað ikki eins sjálvsagt hjá øllum, at tilfeingið í havinum skal gagnnýtast.
Í Føroyum og í okkara næstu grannalondum er eingin ivi um, hvat fiskurin skal nýtast til, men í Norðuramerika og aðrastaðni eru nógv sum halda, at veiðan av fiski skal verða lítil ella eingin.
? Fólk eru ein partur av havinum, og vit skulu veiða. Vit skulu fiska, men ansa eftir, at vit ikki ovurfiska. Vit skulu hava burðardygga fiskivinnu, so eisini komandi ættarlið hava somu møguleikar, sigur Mary Simon.
Kanadiska sendiharrin hevði sína avgjørdu hugsan um umhvørvisfelagsskapir, sum hava áhuga fyri ymiskum viðurskiftum í polarkringinum og Norðuratlantshavi annars.
? Vit skulu einki hava við víðgongdar umhvørvisfelagsskapir at gera, tí tað ber ikki til at tosa við teir. Teir skilja bara síni egnu sjónarmið og royna at kroysta teir niður yvir øll onnur, sigur Mary Simon.
Gera ónáðir
Mary Simon heldur, at allir felagsskapir eru ikki eins, og tí ber ikki til at útihýsa teimum øllum. Men tað ber til at staðfesta, hvat felagsskapirnir standa fyri við at hyggja eftir teirra arbeiði og ætlanum.
? Fólk í polarkringinum hava ringar royndir av umhvørvisfelagsskapum, sum hava gjørt stóran skaða fyri umstøðurnar hjá nógvum fólkum. Tí skulu vit als ikki taka teir upp á ráð, tá vit arbeiða við burðardyggari fiskivinnu ella aðrari veiði, sigur Mary Simon.
? Vit hava roynt at tosa við summar felagsskapir, men tað spyrst sjáldan nakað burtur úr. Felagsskapirnir vilja bara hava síni sjónarmið ígjøgnum, og so leggja teir líka í restina. Tað er spill av tíð at fáast við teir, sigur hon.
Mary Simon heldur, at londini í Norðuratlantshavi duga væl at brúka tilfeingið úr náttúruni við skili, men at tað er umráðandi at hava eitt vakið eyga við gongdini alla tíðina.