Ferðavinna
Vágar: Tað verða ongar broytingar soleiðis í tilboðunum, Ferðavinnan í Vágum hevur at bjóða í summar í mun til undanfarin ár. Ein faldari er givin út, og hann lýsir í høvuðsheitinum tað, sum feðamaðurin kann vænta sær, tá hann vitjar í Vágum og Mykinesi í summar.
Eitt, sum hevur staðið í faldaranum hjá Feðravinnuni í Vágum í fleiri ár, eru sílaveiðimøguleikarnir í oynni. Men tann parturin er ikki við í ár, og er tað at undrast á. Tó sigur Anna Sofía Nordendahl á Kunningarstovuni í Miðvági, at tað framvegis ber til at keypa sær fiskikort og sleppa at fiska síl í Vágum.
Mykines
Faldarin hjá Ferðavinnuni í Vágum fevnir bæði um Vágar og Mykines. Og júst Mykines er eitt av teimum stóru ferðamálunum hjá útlendingum, sum koma hendanveg um summarið.
Rímiligt er tað fuglurin, sum dregur. Men har er eisini annað at síggja og hoyra um, tí Mykines hevur eina ríka søgu. Bæði hugnaliga og minni lukkuliga.
Túrar verða gjørdir við ferðaleiðara í Mykinesi, har farið verður runt til ymisk støð at síggja tað, oyggin hevur at vísa. Sjálvandi verður mest hildið til kring bygdina. Men eisini kann farast út í Hólmin.
Tann, sum ferðast í Mykinesi millum søkurnar, eigur at hava fyrilit fyri, at tá er hægsta fleygatíð, og tí eigur at verða ansað eftir ikki at órogva fleygamenninar óneyðugt.
Annars er góður faldari gjørdur um Mykines. Hann eitur »Ein dagur í Mykinesi«, og fæst á Kunningarstovuni.
Ferðing til og frá er við Súluni av Sørvági, ella við tyrlu, um ein ynskir tað. Tá verður flogið av flogvøllinum.
Gistingarmøguleikar eru í Mykinesi, og fáast eisini upplýsingar um tað á Kunningarstovuni í Miðvági.
Gongutúrar
Flestu gonguturarnir í Vágum eru lættir at ganga. Eitt nú út á Skorar ella út í Oyrar.
Túrurin út á Skorar, har útsýnið er Trøllkonufingur og suður í hav, er lættur og skjótur túrur. Bæði um farið verður til gongu úr Sandavági, ella um koyrt verður út í Dysjar, og síðan gingið frá endanum á vegnum. Verður tann seinna loysnin vald, er bert talan um ein túr upp á umleið hálvan tíma.
Hinvegin er tað næstan at snýta seg sjálvan, um ikki verður farið til gongu úr Sandavági. Gangast kann eftir uppdyrkingarvegnum heilt í Dysjar, og so er næstan einki eftir, uttan bara tað flotta útsýnið.
Út í Oyrar við sunnara enda á Vatninum er eisini lætt at ganga. Og eisini tann túrurin er ein uppliving, ferðamaðurin í Vágum eigur at fáa.
Bøsdalafossur stoytir sær út av har úti, ogTrælanípan er løtt at koma niðan á. Men sjálvandi skal ansast væl eftir, at ein ikki gongur seg út av.
Her skal viðmerknast, at har áttu merkingar ella hegn at verði sett upp, so fólk ikki forkoma sær. Tað eiga avvarðandi myndugleikar at gera, áðrenn nøkur vanlukka er hend. Vit plaga at síggja slíkt verða gjørt, tá tað er ov seint.
Hetta er ikki bara galdandi á Trælanípuni, men so øgiliga nógva aðrastaðni í Føroyum. Tað er fyrr gjørt vart við her í blaðnum, at eitt nú í Gásadalsbrekkuni yvir Bíggjarskor, manglar eisini ávarðing til fólk, sum ferðast har.
Gásadalstúrurin er tann strævnaszti av gongurtúrunum í Vágum. Hann verður vanliga gjørdur tvær ferðir um vikuna, og er altíð ferðaleiðari við. Ein fínur túrur, sum fyrr hevur veirð umrøddur her í blaðnum.
Túrurin eftir Vørðunum, sum er eftir gomlu bygdargøtuni millum Miðvág og Sørvág, verður gingin úr Kálavalíð í Vatnsoyrar.
Aðrir túrar
Túrurin eftir Vørðum er partur av rutuni, Seyðamaðurin á Sondum reið undan huldukonuni. Og tað hevur mangan undrað, at Ferðavinnan í Vágum ikki hevur roynt at fingið túrin hjá Seyðamanninum inn í skránna onkursvegna. Tí fleiri túrar verða eisini gjørdir á rossabaki í Vágum.
Umframt at ein kann ganga út í Oyrar, verður eisini skipað fhyri ríðitúrum út tann vegin. Allir túrarnir eru við leiðara, so eisini óroynd reiðfók kunnu fara tann túrin.
Tann vakra náttúran í Vagum umfatar eisini hólmarnar ytst í Sørvágsfirði. Og skipað verður fyri siglitúrum av Sørvági kring
Tindhólm, har møguleiki eisini er fyri at kasta og vita, um eitt kók fæst á veg til hús aftur.
Ferðavinnan í Vágum selur eisini atgongumerki til teir væl umtóktu túrarnar undir Vestmannabjørgunum. Onkur av hesum túrum kann eisini umfata ein túr fram við Vágalandinum fyri norðan frá Slættanestanga og Vestur á Barðið.
Men eisini tann, sum er heldur »magiliga« anlagdur, kann koma runt í Vágum uttan av overva seg. Tí kort verður við bussi kring oynna, har sagt verður frá søgu og tí, sum annars er at síggja, Tururin er av Oyrargjógv út í Áardal uttna fyri Bø, har byrjað verður upp á Gasadalstunnilin fyrsta dagin.
Og sjálvsagt er, at eingin túrur verður gjørdur í søguligum høpi í Vágum, uttan Beinta eisini er íblandað.
Eftir ynski verður skipað fyri sonevndum førsoyskum kvøldum á Hotel Vágum ella á Vallaraheiminum á Giljanesi, har borðreitt verður við førosykum mati, eins og luttakarin fær høvi til at verða kunnaður eitt sindur um føroyska mentan, list og heimavirki.
Gistingarmnøguleikarnir eru rímiliga góðir i Vágum. Hotel Vágar og Vallaraheimið á Giljanesi eru altíð opin. Umframt er »Bed & breakfast« í Sørvági, og okkurt summarhús fæst eisini til leigu í Vágum.