um síðani í oktober. Ta ferðina var hann á beinkinum, meðan Jens Martin vardi málið í Prag. Valið hesa ferð boðar frá, hvønn venjarin ætlar at hava í málinum í undankappingardystunum í heyst. Tað er tó [...] hesar átta hevur verið, at teir í ár ikki hava verið á sama støði, sum teir vóru í fjør. Fleiri hava verið plágaðir av skaðum, og tískil eru teir ikki í tí dystarvenjingini, sum skal til, og aðrir hava verið [...] at hoyra ein brúsandi tjóðsang frá stóru áskoðarafjøldini, ikki búgva í Føroyum. Av teimum átjan, sum halda til á Hotel Føroyum saman við Allani Simonsen, spæla bara átta í tí heimligu kappingini, og tað
øður. Í gjár kom Føroya Tele so endiliga við einari frágreiðing um málið, har tað millum annað kemur fram, at fólk í fyritøkuni hava vitað um brekið síðan mars mánað í ár. Ikki fyrr enn síðst í mei mánaði [...] gjørdist varug við trupulleikan var í mars mánaði í ár. 31. mei varð brekið so endiliga rættað, og síðan tá hevur avrokningin virkað sum hon skal. Men stjórnin í Føroya Tele bleiv eftir øllum at døma ongantíð [...] serliga í 2. hálvleiki ? við í nógvum álopsroyndum. Og tað var júst Jan Heintze, sum var upphavið til fyrra málið. Eftir innkast potaði hann snilt millum beinini á Allani Mørkøre og smeyg sær frá Sámali
Soleiðis vóru tey, tá landsliðini dystaðust í 1990 og í 1991, og meiri vatn varð latið á somu myllu, tá B36 í síðstu viku varð hildið fyri tað turra spott í Gladsaxe. Í onkrum av donsku fjølmiðlunum vóru onkrar [...] feløgum, sum manna teirra landslið. Føroyska liðið er mannað við nøkrum spælarum, sum fáa løn í grannalondunum og so við amatørum í Føroyum. Hesin veruleikin eigur at bera sera eyðsýndan mun í avrikinum [...] standandi glosunum at síggja í gjár, men tað var langt ímillum tær, og tað av røttum. Føroyska landsliðið undirstrikaði í mjørkanum, sum fram móti dystarbyrjan fór at arga og sum gjørdi, at líkindini at hyggja
við at plasera seg rætt, og varð tí í fleiri førum yvirspældur á bakkinum. Er í løtuni ikki á tí støði, sum hann fyrr hevur verið á í landsliðsbúnanum. 18. Rógvi Jacobsen KÍ 6/0 Kom á vøllin fyri John Petersen [...] leikari í dystinum. 11. John Petersen Leiftur 26/2 Taldist so avgjørt millum bestu føroysku leikararnar í fyrra hálvleiki, har hann var við í stórum parti av framrættaða føroyska spælinum. Dugur sum fáur [...] dregur frá, at hann tykist hava trupulleikar av høgum innleggum nær málinum. Fekk samanumtikið prógvað, at hann eigur at vera fyrsta val millum stengurnar. 3. Óli Johannesen AGF 45/1 Stóð seg væl í verjupartinum
okkum, í hesum eins og í øllum øðrum viðurskiftum. Eftir míni meting skal hetta tó ikki gerast við at síggja oljufeløgini sum okkara mótstøðupart í einum og øllum. Vit skulu heldur halda fram sum higartil [...] ið er, at leitiloyvini, sum í dag fyri fyrstu ferð verða latin, geva feløgunum nakað í býti fyri leitiskyldurnar, nevniliga rættin til tey kolvetni, sum vónandi eru at finna í undirgrundini á teimum veittu [...] so stóran part av hesum ríkidømi, sum gjørligt. Tað eru vit, sum frá byrjan eiga rættin til ráevnini í undirgrundini, og tað er tí okkara lutur at smíða treytirnar, sum skulu stýra oljuvirkseminum. Men
Eliasen og Christian Høgni Jacobsen mugu staðfesta, at landsliðsboðini, sum fleiri hava roknað við, at teir fóru at fáa, fara til allar teir átjan, sum spældu ímoti Danmark. Trongligt í álopinum Jógvan Martin [...] hesa ferð vóru fleiri spælarar upp á tal, sum ikki hava verið á liðnum áður: ? Umframt Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni, sum áður hava verið á liðnum, men sum hava verið eitt sindur óstøðugir síðstu tíðina [...] verður á sama støði komandi vikurnar, sum hann hevur verið síðani summarsteðgin, so verður hann skjótt í hópinum. Felags fyri Andrew av Fløtum og Christian Høgna Jacobsen er, at teir kappast móti Toda Jónsson
Knút Vesturtún í netið, og løtu seinni var tað toppskjúttin í 2. deild, Jón Sigurð Gleðisheygg, sum javnaði. Kaj Joensen legði gestirnar framum 4-3, og Jón Sigurð fekk tvey afturat, sum tekur hann framum [...] Stefan í Skorini Seinastu tveir dystirnar hevur EB/Streymur skotið ikki færri enn trettan mál, harav vórðu tey seks skotin í seinna hálvleiki ímóti HB í Gundadali leygardagin. Liðini áttu hvør sín hálvleik [...] sínari yvirvág í leiki enn havnarmenn gjørdu. Rutinan ikki nóg mikið Hjá HB vóru tað tvær gamlar rottur, sum gjørdu mest um seg frammanfyri málinum hjá gestunum. Fyrst var tað Gunnar Mohr, sum skeyt fyrsta
deyðbóltsstøður. Hetta var í øllum førum nakað, sum vágamenn í fleiri førum fingu gjørt nýtslu av, meðan teir høvdu verjuleikaran í hópinum, og einki er at ivast í, at teir í B36 eisini hava lagt hesar [...] hetta ein lykladystunum í niðurflytingarstríðnum. Í heimadystinum móti vágamonnum megnaðu sumbingar at toga ein tepran sigur í land, og verður hetta endurtikið, er einki at ivast í, at sumbingar eru nøgdir [...] heimamonnunum lógu tó skjótt í skeljasori, tí dysturin var ikki meira enn tveir minuttir gamal, tá B36 hevði togað seg tvey mál fram um. Í fyrstu álopsroyndini átti B36 innkast í vinstru. Håkan Lundholm tveitti
Lakjuni, sum eftir leikbannið í Vági var aftur á miðvøllinum í vinstru, var meistari fyri uppspælinum fyri seinna KÍ málinum. Hann streyk til baklinjuna í vinstru og legði út frá til Ove Nysted, sum var so [...] bjargingar. Zoltan í KÍ málinum bjargaði tríggjar ferðir heilt væl, og Sunnvard Joensen í GÍ málinum, sum ivaleyst var besti gøtumaðurin hesa ferð, vardi sera væl, tá hann tveitti seg í skotroynd frá Rógva Jacobsen [...] Jacobsen, sum var leysur í málteiginum. Málini KÍ setti seint í fyrra umfarinum hol á. Ove Nysted, sum var einsamallur heilt á toppinum og hevði Rógva Jacobsen eitt vet aftanfyri seg, var púra leysur, tá
úr 18 metrum høgdi bóltin upp í handara málhorn, meðan Allan Mørkøre lítla løtu seinni kundi økja upp í 4-0, tó at hann fekk rættuliga stóra hjálp frá einum vágabeini, sum beindi bóltin upp um málverjan [...] Sovibóltur Tá sæð verður burtur frá vakra málinum, sum Rimvydas Bakus skeyt tíðliga í seinna hálvleiki, vóru hesi trý korterini reinur sovifótbóltur. Leikferðin var í botni, markeringarnar vóru leysar [...] leikbannaður, meðan Gigi, sum varð skaddur móti NSÍ, neyvan fær spælt aftur í hesum kappingarárinum. Hartil fekk Florin Miháescu reytt kort móti NSÍ, soleiðis at broytingar eisini skuldu til í verjupartinum. Sást