Fýra ungir menn eru í bíðistøðu

Hóast allir í landsliðshópinum eru afturvaldir, so siga venjararnir seg hava fýra ungar spælarar, sum ongantíð áður hava verið á landsliðnum, frammarlaga í huganum

Allan Simonsen hevur tikið avgerð um, at allir teir átjan, sum vóru innkallaðir til dystin móti Danmark, skulu fáa boð til fyrsta HM undankappingardystin. Hann verður ímóti Slovenia annan sunnudag. Spælt verður á Svangaskarði, og dysturin verður kl. 15.00.

Tað hevur ligið á ljóði, at onkrar útskiftingar fóru at verða, men t.d. Bartal Eliasen og Christian Høgni Jacobsen mugu staðfesta, at landsliðsboðini, sum fleiri hava roknað við, at teir fóru at fáa, fara til allar teir átjan, sum spældu ímoti Danmark.


Trongligt í álopinum

Jógvan Martin Olsen er hjálparvenjari hjá Allani Simonsen. Hann eygleiðir landskappingarydsitrnar og tosar við venjaran um einstøku spælararnar. Hjálparvenjarin ásannar, at hesa ferð vóru fleiri spælarar upp á tal, sum ikki hava verið á liðnum áður:

? Umframt Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni, sum áður hava verið á liðnum, men sum hava verið eitt sindur óstøðugir síðstu tíðina, so eru á listanum fýra aðrir ungir spælarar. Men tá vit høvdu lagt saman og drigið frá, komu vit til tað úrslit, at akkurát nú var tað mest ráðiligt at velja teir somu átjan.

Hetta sigur Jógvan Martin Olsen, og hann hevur einki ímóti at siga okkum, hvørjir teir fýra nýggju spælararnir eru:

? Tað snýr seg um And-rew av Fløtum, HB, Christian Høgna Jacobsen, NSÍ, Súna Olsen, GÍ og Tór-Ingar Akselsen úr FS Vágum. Teir eru allir tætt at landsliðnum. Andrew av Fløtum hevur verið støðugir alt kappingarárið, meðan Christian Høgni Jacobsen hevur verið framúr síðstu tríggjar dystirnar. Um hann verður á sama støði komandi vikurnar, sum hann hevur verið síðani summarsteðgin, so verður hann skjótt í hópinum. Felags fyri Andrew av Fløtum og Christian Høgna Jacobsen er, at teir kappast móti Toda Jónsson, Una Arge og Kurt Mørkøre. Uni spældi seg avgjørt ikki av ímóti Danmark og Kurt Mørkøre hevur ikki enn rættuliga fingið møguleikan at vísa, hvør dugur er í honum á landsliðnum. Sunnudagin vórðu vit enn eina ferð mint á, at hann er sera málsøkin í norskum fótbólti, sigur Jógvan Martin Olsen.

Hjálparvenjarin vísir á, at tann av omanfyri fýra nevndu, sum tað nú hevði verið mest upplagt júst nú at tikið á liðið, er Tór-Ingar Akselsen:

Vit kenna hansara dygdir frá yngru landsliðunum og sjálvt um tað ikki hevur gingið nakað serligt hjá FS Vágum, so hevur Tór-Ingar oftast verið eyðsýndur. Fyri hann og okkum var tað óheppið, at hann hevur verið skaddur í fjúrtan dagar, tí tað er á vongplássinum í høgru, at vit ikki hava verið so hepnir tær síðstu ferðirnar.

Nær kunnu hesir so rokna við at fáa landsliðsboð?

? Tað veldst um, hvussu teir vera fyri komandi vikurnar, og um hvussu teir, sum eru á liðnum, vera fyri. Okkum hevði dámað best at fingið ungu menninar so líðandi inn í hópin. Vit hava nevnt møguleikan, at fleiri sleppa við á venjingarleguna í Spania, enn tað hava verið undanfarin ár, men enn er einki avgjørt hesum viðvíkjandi.


Kreditturin

Bartal Eliasen tykist ikki vera so nær úttøku, sum fleiri hava viljað havt hann at verið:

? Bartal og Hans Fróði líkjast heilt nógv í spælistíli. Hans Fróði er samanspældur við Óla Johannesen og Jens Kristian Hansen og tað er eingin orsøk at broyta upp á tað. Jóhannes Joensen og Jan Dam eru eykamenn hjá øllum miðverjunum og tí eru teir afturvaldir. Men eg skal ikki dylja, at vit hava umhugsað at velja ein álopsmann í staðin fyri ein verjuspælara. Tann møguleikin verður kanska meiri upplagdur, tá móstøðuliðið verður Luksemburg og ikki Slovenia, heldur Jógvan Martin Olsen.

Allan Mørkøre var ikki nøgdur við sítt avrik ímóti Danmark og venjararnir vóru heldur ikki nøgdir:

? Royndirnar skulu ikki undirmetast. Tað skal meira enn ein hálvvánaligur landsdystur til hjá einum spælara, sum hevur spælt 50 landsdystir, áðrenn hann verður avsettur. Tað sigur seg sjálvt, at royndirnar eru týdningarmiklar, men tað sigur ikki tað sama, sum at tað ongantíð fer at koma upp á tal at seta ein royndan spælara av. Allan Mørkøre hevur drigist við ein skaða og vit vóna, at hann verður betri fyri annan sunnudag, enn hann hevur verið síðstu vikurnar.

Átjan manna hópurin sær soleiðis ú Jákup Mikkelsen, Herfølge, og Jens Martin Knudsen, Leiftur, eru málverjar. Útispælararnir eru Óli Johannesen, AGF, Jens Kristian Hansen, B36, Hans Fróði Hansen, Sogndal, Jan C. Dam, B68, Jóhannes Joensen, HB, Allan Mørkøre, HB, Henning Jarnskor, GÍ, Øssur Hansen, B68, Fróði Benjaminsen, B68, Sámal Joensen, Leiftur, Julian Johnsson, Sogndal, John Petersen, Leiftur, Rógvi Jacobsen, KÍ, Kurt Mørkøre, Sogndal, Uni Arge, ÍA og Todi Jónsson, FCK.

jhog einki bendir á, at nakað føroyskt lið verður í næsta Europa Cup umfarinum.

Annan sunnudag verður ikki spælt í landskappingini í 1. deild. Tá verður fyrsti HM undankappingardysturin á skránni. Slovenia skal spæla móti Føroyum á Svangaskarði. Í hesi vikuni verður føroyska landsliðið úttikið. Bæði úttøkan og dysturin verða spennandi, so fótbóltshugaðu føroyingarnir nýtast ikki at keða seg. Tað er nóg mikið at tosa um og at gera metingar um!

jh