Borðreitt av nýggjum

FULLVELDISÆTLANIN hjá landsstýrinum gongur ikki sum ætlað, og tað tykist sum ein avís desperatión er at hóma í Tjóðveldisflokkinum. Teir draga eitt uppskot fyri og annað eftir úr hattinum, so hvørt sum undanfarnu vera kolldømd.

SUM Heini O Heinesen segði í samband við málið um Landsverksfrøðingin, so hevur Tjóðveldisflokkurin svølgt nógvar kamelar í hesari samgonguni. Síðani hava vit so sæð málið um Vágatunnilin, har Tjóðveldisflokkurin aftur bakkaði. Andstøðan hevur víst á eitt ávíst høgrarák í føroyskum politikki, og Óli Breckmann úr Fólkaflokkinum hevur havt á orði, at tað er vorðið nakað trongligt á høgraveinginum í føroyskum politikki, nú tjóðveldið tekur undir við politikki teirra. Einasti, ið ikki viðgongur hettar er formaður Tjóðveldisfloksins Høgni Hoydal.


ALT omanfyristandandi hevur Tjóðveldisflokkurin staðið modell til, tí málið er fullveldi, kosta hvat tað kosta vil. Teir gloyma, at ivasamt er, um Fólkaflokkurin hevur tikið nakað stig á Sjálvstýrisleið, síðani kongsjørðin bleiv yvirtikin fyri á leið 40 árum síðani.


EFTIR Løgmansrøðuna tykist tað sum um, at kamelarnir hjá fólkaflokkinum vóru uppi. Nú er so borðreitt av nýggjum fyri Tjóðveldisflokkin. Caragata álitið skal eftir øllum at døma førast út í lívið. Almennar ognir skulu gerast upp í krónur og oyru. Hesar ognir skulu so eftir øllum at døma seljast og ein búskapargrunnur skal setast á stovn. Hettar merkir, at ognirnar hjá Føroyagrunninum, Framtaksgrunninum og Fígging-argrunninum og kanska okkurt afturat skulu seljast, og ein nýggjur grunnur skal stovnast fyri peningin, ið kemur úr sølu av ognum hjá hinum trimum grunnunum.


ÁHUGAVERT hevði verið at fingið at vita, hvussu stórur hesin grunnur skuldi verið fyri at geva eina milliard um árið í forrentning. Eisini hevði verið áhugavert at vitað hví teir verandi grunnarnir ikki bert kunnu brúkast til endamál samgongunar.


TAÐ mest álvarsama í øllum hesum fullveldismálinum er, at samgongan ger alt, hvat hon kann, fyri at sleppa undan at tosa um føroyska inntøkugrundarlagið. Tað er púra burturvið, at samgongan fyrst roynir at fáa donsku stjórnina at gjalda í 15 ár fyri føroyskt fullveldi, og nú kemur so eitt uppskot sum, um tað yvirhøvur hevði borið til, ger, at føroya land skal partvíst liva av rentum, tí inttøkugrundarlagið eftir øllum at døma er ov tunt.


TAÐ hevði verið uppá sítt pláss, um allar góðar kreftir í føroyum ? herundir allir politiskir flokkar, tíverri tykist tað sum um at Tjóðveldisflokkurin hevur lyndi til at vera í so bráður ? royndu at arbeiða fram ímóti einum sjálvberandi føroyskum búskapi. Tá hettar málið er nátt, uttan fullveldi fyri danskar pengar ella rentum úr einum fiktivum grunni, so kunnu Høgni Hoydal og aðrir fara at tosa um fullveldi, heldur enn at blíva við at lokka fólk til at basera seg uppá fuglarnar á takinum, heldur enn tann man hevur í hondini. Tað er gamalt at gjalda fyri seg ? spurningurin, sum føroyingar eiga at spyrja seg sjálvan, er um man kemur sær at krevja evsta vald fyri annans gjald.artænastan, sum hava havt beinleiðis arbeiðsuppgávur av kanningarvirkseminum.

Nú verður annarleiðis, tí nú verða nógvir myndugleikar onkursvegna við í fyrisitingini. Her kunnu nevnast uppgávur sum arbeiðsloyvi, umhvørvisgóðkenningar, radio- og fjarskiftis-loyvi, góðkenningar á heilsuøkinum o.s.fr.

- Tað er mín vón og ? við tilbúgvingarverkætlanini í huga ? so vænti eg eisini, at umsitingin fær í lag eitt dygdargott samstarv, soleiðis at myndugleika- uppgávurnar í sambandi við oljuleitingina verða greiddar til fulnar.


Samstarvspartar ikki mótpartar

Eyðun Elttør segði víðari, at tað hevur verið sagt, at oljufeløgini eru okkara mótpartar, at vit mugu ansa okkum fyri teimum og seta krøv til teirra. Feløgini eiga ikki at kunna hóreiggja sær, sum tað passar teimum, oyðileggja okkara náttúru, mentan, vinnumynstur, og fara avstað við okkara ríkidømi, so at vit at enda standa eftir við ongum uttan einum skamfarnum samfelagi.

- Sjálvandi skulu vit ansa okkum, í hesum eins og í øllum øðrum viðurskiftum. Eftir míni meting skal hetta tó ikki gerast við at síggja oljufeløgini sum okkara mótstøðupart í einum og øllum. Vit skulu heldur halda fram sum higartil og vera ein tryggur og sannførandi samstarvspartur hjá oljufeløgunum, eins og øllum øðrum viðkomandi pørtum í hesi umfatandi vinnu segði hann og vísti á, at í veruleikanum eru oljufeløgini í nógvum lutum fult so nógv okkara samstarvsfelagi sum okkara mótpartur. Tey verða stýrd og mannað av menniskjum av kjøti og blóði, sum eins og vit hava alsk og virðing fyri náttúru og mentanarligum virðum, og sum har afturat kunnu veita okkum eina vitan og kunnleika, sum vit kunnu fáa stórt gagn av.

Ein grundleggjandi munur millum forkanningar-skeiðið og leitiskeiðið er, at leitiloyvini, sum í dag fyri fyrstu ferð verða latin, geva feløgunum nakað í býti fyri leitiskyldurnar, nevniliga rættin til tey kolvetni, sum vónandi eru at finna í undirgrundini á teimum veittu loyvisøkjunum.Og hetta avspeglar eisini tann grundleggjandi felags áhugan vit hava við feløgini at troyta tað oljuríkidømi, sum møguliga fjalir seg í okkara undirgrund.

-Tað sigur seg sjálvt, segði landsstýrismaðurin víðari, at báðir partar hvør í sínum lagi ynskja at ogna sær sjálvum ein so stóran part av hesum ríkidømi, sum gjørligt. Tað eru vit, sum frá byrjan eiga rættin til ráevnini í undirgrundini, og tað er tí okkara lutur at smíða treytirnar, sum skulu stýra oljuvirkseminum. Men um treytirnar ikki verða gjørdar í virðing fyri áhugamálunum hjá báðum pørtum, spyrst neyvan nakað gott burturúr í seinasta enda.

Samstarvið er longu byrjað. Ikki bert millum føroyskar myndugleikar og oljufeløgini, men á so nógvum økjum. Á vinnuøkinum, á útbúgvingar-økinum og á granskingarøkinum, har samstarv er millum oljufeløgini og føroyskar kanningastovnar, einamest á náttúru- og umhvørvisøkinum.

Alt hetta tekur støði í ætlaða oljuvirkseminum, men samstundis kastar tað av sær vitan og kunnleika og hjálpir til at seta í verk tiltøk, sum eru samfelagnum at gagni í so nógvar aðrar mátar.

Talan er tí um eina nýggja og umfatandi vinnugrein, sum so sanniliga setur okkum stórar avbjóðingar, men sum samstundis kann verða við til at menna okkara samfelag, vinnuliga, mentanarliga og búskaparliga. Oljufeløgini skulu vita, at vit seta teimum krøv, men at vit samstundis ynskja teimum vælkomnum til eitt vónandi langt og mennandi samstarv til gagns fyri báðar partar.


Loyvistilgongdin

Tá freistin at søkja um leitiloyvi var úti 17. mai, høvdu 17 oljufeløg, skipað í 8 umsóknarbólkar, søkt um tilsamans 22 loyvi. Ein umsókn er seinni tikin aftur. -Tað er einki dulsmál, at stór umskaring hevur verið millum umsóknirnar, serliga í lands-synningshorninum á føroyska landgrunninum. Harafturat hava nakrar umsóknir verið soleiðis skipaðar, at umsøkjarin bara vildi átaka sær leitiskyldur í ávísum øki, um hann eisin fekk tillutað annað øki segði Eyðun Elttør og legði dent á, at teir høvdu helst viljað gingið umsóknum frá øllum umsøkjarunum á møti, soleiðis at fleiri verða um at lyfta byrðuna, tá oljuleitingin verður flutt longri inn á landgrunnin, har basaltfláirnar eru tjúkkari og avbjóðingarnar verða somikið størri.

- Tað hevur kortini ikki verið møguligt at býta fáu basaltfríu teigarnar soleiðis, at allir umsøkjarar kunnu fáa ein part. Harða kappingin um teigarnar í landssynningshorninum hevur eisini havt við sær, at eingin umsøkjari hevur fingið alt tað, ið hann hevði søkt um. Vit hava roynt at hildið eina javnvág ímillum ynski um flest møguligar boringar og tað ikki at krevja fleiri boringar enn jarðfrøðin í økinum krevur.

Endaliga úrslitið er, at fýra 6-ára loyvi við skyldum at gera leitiboringar verða givin í landssynningshorninum. Hetta gevur tilsamans 8 leitiboringar komandi árini. Harafturat verða givin trý 9-ára loyvi við skyldum at gera ymiskar fyrireikandi kanningar, men ikki leitiboringar.

Landsstýrismaðurin takkaði at enda teimum umsøkjarunum, sum ikki høvdu eydnuna við sær í hesum umfarinum, fyri arbeiðið, sum teir hava lagt í virksemið á føroyska landgrunninum higartil. -Tað er mín vón, at hesi feløgini hava hug at royna seg aftur í seinni umførum. Samstundis fari eg at ynskja okkara komandi loyvishavarum til lukku við loyvunum og góða eydnu við leitingini. Vit gleða okkum til eitt gott og mennandi samstarv komandi árini.