sindur við bryggjuna í Heygsstøð. Báturin rykkir í endarnar, og hann kennist eitt sindur leysur á floti. Men hann er rættiliga góður at vera umborð á, og hann ber seg óvæntað væl í sjónum, sigur Sonni Johansen [...] seta snellur í hann, sum er. Dekkið er sera væl innrættað og rúmligt og arbeiðsligt. Báturin er yvirdekkaður, og tað er høgt millum dekkini, so ongum nýtist at ganga við ampa fyri at sláa seg í nakrastaðni [...] tíggju míl. Annars er hon væl innrættað, og er rættiliga væl hildin. Í teimum trimum, sera snøggu kømurnum umborð eru tvær koyggjur í hvørjum. Ikki er dúrkið so øgiliga rúmligt, men koyggjurnar eru góðar
Tíðliga í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein útróðrarbátur í nátt hevði siglt á Glyvursnes. - Sambært MRCC fór hendingin fram um 03.30-tíðina. Teir høvdu verið í samband við skiparan á bátinum [...] bátinum, og her var einki illgrunavert. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tá einki illgrunavert var uppi í hesi hending, gjørdi løgreglan ikki meira burtur úr málinum. Sum skilst, hevði maðurin, sum
er kjarnin í einum uppskoti sum Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, fer at leggja fyri tingið ein av fyrstu døgunum. Samgongan hevur í fleiri dagar kanna, hvørjar broytingar skulu gerast í lógini um vinnuligan [...] broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap. Tvs, at tað verður Jørgen Niclasen sjálvur, sum kemur at leggja uppskotið fram. Øll lógin endurskoðast Heini O. Heinesen, formaður í vinnunevndini, sigur, at í fyrstu [...] báðir partarnir í lógini stríða ímóti hvør øðrum. Men nú verður tað so skorið út í papp, at tað skal verða forboðið at flyta loyvi og dagar ímillum bólkarnar. Hinvegin verður onki sagt í uppskotinum um
bólki 5 B vóru uppi í oktober í ár. Løgtingið samtykti einmælt fyrr í vikuni at broyta sjófeingislógina soleiðis, at landsstýrismaðurin eisini kann loyva, at óbrúktir fiskidagar í bólki 5 í 2024 kunnu flytast [...] nýggju ásetingini í lógini kann dagatalið í bólki 5, at flyta til árið eftir, tó ikki vera meira enn 10 prosent av tillutaðu døgunum árið fyri. Kunngerðin, sum nú er lýst, ber í sær, at bátar í bólki 5 B kunnu [...] avreiða veiðuna. Enn eru dagar eftir hjá fullriknu bátunum í bólki 5 A , men um teirra dagar verða uppi, kunnu teir eisini brúka av fluttu døgunum. Í 2024 fekk bólkur 5 samanlagt tillutað 7.765 fiskidagar
Flestu línuskip eru í løtuni til fiskiskap undir Føroyum, tó eru tvey í íslendskum sjógvi. Skipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu. - Eitt línuskip er eisini á Rygginum, og aftrat toski [...] toski er veiðan hjá hesum skipi serliga svartkalvi og blálonga. Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at annað av skipunum, sum er í íslendskum sjógvi, kemur heim at landa mánadagin. - Flestu línuskip, sum fiska [...] fiska undir Føroyum í løtuni, koma inn at landa, sum næsta vika gongur, verður lagt aftrat. Streymurin er góður, men harðnar, sum næsta vika gongur. Útlit eru til, at veðrið verður gott. - Vit rokna tískil
Talan var allarhelst um skammlop í einari eltalvu, og sløkkiliðið fekk skjótt tamarhald á støðuni Tað var við fullum útrykkningi, at sløkkiliðið í Havn kom á staðið uppi í Hoydølum, eftir at fráboðan um [...] um eld var komin haðani. Løgreglan var eisini skjót á staðnum og sperraði økið av uppi við omankoyringina til Hoydalar. Sløkkiliðið bar skjótt av og brátt var vandin av. Lítil og eingin skaði hendi annað
Stutt eftir klokkan 09.30 í morgun fekk sløkkiliðið fráboðan um eld í kantinuni í Hoydølum. Talan var allarhelst um skammlop í einari eltalvu, og sløkkiliðið fekk skjótt tamarhald á støðuni Tað var við [...] fullum útrykkningi, at sløkkiliðið í Havn kom á staðið uppi í Hoydølum, eftir at fráboðan um eld var komin haðani. Løgreglan var eisini skjót á staðnum og sperraði økið av uppi við omankoyringina til Hoydalar
norðoyingar sluppu út í Hest fyrrapartin og norður aftur á midnátt. - Fleiri útferðir vóru. Ein í Koltur, ein niðan á oynna og ein gongutúrur norður á Sund. Frásagnir vóru við minnisvarðan og í kirkjuni. Á sk [...] var søla av heimavirkaðum lutum. Undirhald var fyri børnum á bryggjuni og uppi í bygdini. Og ikki at gloyma ta góðu suppuna, kókað í serstøku "fiskagrýtuni", sum var gjørd á Tórshavnar Skipasmiðju til endamálið [...] Útoyggjastevna - Stevnan var framúr væl fyriskipað, og ungmannafelagið í Hesti og hestfólk eiga stóra tøkk uppiborna fyri tað. Øll kendu seg væl komnan, og umframt gestablídni var eisini góður matur og
almenna talið er 59. Ongin skúli er í oynni longur, og handilin lat aftur í fjør. Stórsta arbeiðsplássið í oynni, smoltstøðin, koyrir við sera lágum blussi, orsakað av kreppuni í alivinnuni, og spurningur er [...] at fáa eyga á, at politisku flokkarnir hava tikið tilráðingarnar í álitinum til sín og bygt partar av álitinum inn í stevnuskráirnar. Í so máta burturspilt arbeiði hjá útoyggjanevndini. Útoyggjamál eru [...] kritisk í Fugloy og Svínoy Støðan á útoyggj er kritisk. Fráflytingin heldur fram, og fólkatalið minkar støðugt. Ongin tilflyting er í væntu. Sambært almennu hagtølunum teljast útoyggjafólk eini 300 í tali
unnilin í Noregi varð latin upp í Vardø í 1982, var eg so heppin at sleppa at standa fyri forprosjekteringini av bæði hugsandi og tá óhugsandi undirsjóvartunlum í Føroyum. Arbeiðið var lokið í 1987 við [...] 173 mió. kr í Svínoynna og 155 mió. kr í Fugloynna. Jólafundurin í Klaksvík Sløk hundrað ár eftir hin tiltiknað Jólafundin í Danmark, varð 27. november 1987 sera hugnaligur fundur hildin í Klaksvík, har [...] Olsen Í sínari tíð lá tað líkasum í luftini, at allar bygdir, har tað var gjørligt, skuldu fáa vegasamband og alt annað, sum lættir okkum um gerandislívið. Frásæð Gásadali, var vegasetningurin í seinnu