Útoyggjadeyðin

Sum gongdin er, og sum tann politiski viljin vísur seg í verki, verður øskukalt í Svínoy um 10 ár. Fugloyggin hevur tá longu verði útdeyð í nøkur ár. Skal útoyggjunum verða lív lagað framyvir, er neyðugt við einari miðvísari bjargingarætlan. Stór stig skulu takast til tess at venda gongdini, og fleiri tíggjutals milliónir skulu brúkast til endamálið beinanvegin og enn fleiri uppá longri sikt. Komandi landsstýrið kemur at taka tær avgerandi avgerðirnar fyri framtíðarlagnurnar hjá bygdunum

Ásmundur Guðjónsson
?????????????????????


Fundur á Kirkju og hvat so?
Í oysandi regni varð fólkafundur hildin á Kirkju í juli mánaða 1999. Umboð fyri politisku flokkarnar løgdu fram síni sjónarmið um, hvat gerast skuldi við teir ovurstóru trupulleikar, ið útoyggjasamfeløgini dragast við. Hóast politikaranir vóru á einum málið um trupulleikarna at okkurt átti at gerast, kom tó ikki nógv fram um, hvat og hvussu hetta skuldi fremjast í verki.
Síðani fundin á Kirkju er tó ymiskt hent í útoyggjamálinum, hóast hetta als onga ávirkan hevur havt á gerandislívið á útoyggjunum og heldur ikki megnað at vent nakrari gongd.
Útoyggjaálitið, sum løgmaður lovaði á fundinum, er skrivað. Hóast álitið hevur nógv boð uppá tiltøk, sum kunnu verða við til at menna útoyggjasamfeløgini, ber ikki til at fáa eyga á, at politisku flokkarnir hava tikið tilráðingarnar í álitinum til sín og bygt partar av álitinum inn í stevnuskráirnar. Í so máta burturspilt arbeiði hjá útoyggjanevndini.
Útoyggjamál eru flutt frá løgmannsskrivsstovuni til oljumálastýrið. Um hetta er skilagott, skal verða ósagt. Fulltrúi er settur, sum millum aðrar uppgávur hevur útoyggjamálini undir sær. Oljumálaráðið hevur eina játtan uppá 300.000 krónur til ymiskar útoyggjaverkætlanir, vælvitandi um, at hetta lítlan og onga mun ger. Vinnumálaráðið ræðir yvir eini flutningsjáttan uppá eina millión krónur, sum á hvørjum ári er uppi, tá oktober mánaði er liðin. Harumframt hevur Vinnumálaráðið eina játtan til infrastruktur á útoyggjum uppá 3 milliónir. Alt í alt ræður landsstýrið yvir eini játtan uppá slakar 4,5 milliónir krónur, oyramerktar til útoyggjarnar. Men hetta er langt frá nóg mikið av peningi til at gera nakað fullgott við fráflyt-ingina og sníkjandi deyðan á útoyggj.
Útoyggjafelagið er stovnað. Tað roynir uppá sín máta at halda lív í vónini um, at tað ber til at lívbjarga sær á útoyggj. Glóðin heldur lív í vónini, og nevndin arbeiðir við ítøkiligum uppskotum um ábøtur á gerandisdagin á útoyggj. Men enn er trupult at síggja úrslit í verki.
Seinasta heyst var ein millumráðsnevnd sett, sum skal greina út almennu karmarnar, sum menningin av útoyggjunum skal fara fram undir. Tí, sum sagt varð, hugskotini og initiativini skulu koma frá íbúgvunum á útoyggj, og so skal landið skapa røttu karmarnar fyri hesum. Dugi illa at síggja relevansin í hesi nevnd og haldi, at hetta aftur er eitt politikst armóðstekin um, at man hvørki veit, hvussu kritisk støðan í veruleikanum er og enn minni um, hvat gerast skal við hetta!
Valstríðið hesu ferð
Gjøgnumgongd av valskráunum til valið staðfestir bert einferð enn, at flokkarnir hava sera lítið ítøkiligt at siga um, hvussu útoyggjunum skal verða lív lagað. Valskráirnar eru pínliga tómar fyri hugskot um, hvussu útoyggjadeyðin kann forðast. Í bløðum og í loftmiðlum kom tó okkurt hissini sprell frá politikarunum. Annfinn Kallsberg og Heini O. Heinesen tosaðu báðir um tunnil og fergulegu yviri á Havn á Svínoynni, Tummas Frank Joensen hevði uppskot um framleiðsluhús á útoyggj. Men annars var lítið at heinta!
Men sum heild upplivdu vit enn eitt valstríð, har økismenning og útoyggjamenning slettis ikki fingu tað pláss og umtalu, sum stendur mát við, hvussu samfelagsliga álvarsligt hetta mál er.
Støðan er kritisk í Fugloy og Svínoy
Støðan á útoyggj er kritisk. Fráflytingin heldur fram, og fólkatalið minkar støðugt. Ongin tilflyting er í væntu. Sambært almennu hagtølunum teljast útoyggjafólk eini 300 í tali, men veruliga talið, t.v.s. heilársbúgvandi útoyggjafólk er neyvan størri enn 150.
Í løtuni búgva umleið 19 fólk á Fugloynni alt árið, hóast tey almennu hagtølini siga 39. Íbúgvarnir gerast bara eldri, og ongin flytur út til Fugloyar at búgva.
Í Svínoy búgva í løtuni umleið 22 fólk, almenna talið er 59. Ongin skúli er í oynni longur, og handilin lat aftur í fjør. Stórsta arbeiðsplássið í oynni, smoltstøðin, koyrir við sera lágum blussi, orsakað av kreppuni í alivinnuni, og spurningur er, um sentraliseringskreftirnar gera av við hesa smoltstøð, tá alivinnan skal endurreisast.
Talan er um eina støðuga og áhaldandi afturgongd í hesum smáu samfeløgunum. Eitt "Status quo" í fólkatali er tað sama sum niðurgongd og er tískil slættis ikki nøktandi
Í almenna kjakinum hevur verið víst á, at hugskot og initiativ til menning av bygdunum skulu koma frá bygdafólkunum sjálvum, og so skal tað almenna leggja nakrar karmar um initiativini. Henda áskoðan er heilt burturvið ídag. Har er onki fólk, har er onki hugskot ella initiativ og heldur onki áræði. Bygdafólkið hevur í eina hálva øld bert upplivað mergsúgvandi niðurgongd í bygdasamfelagnum og setur slík niðurgongd síni spor í medvitið teirra. Sum skilligt er, halda tey fast um tað, tey sjálvi kenna og kunnu ávirka og hava als ikki orku at taka nýggj tøk. Sjálvt vónin um, at bygdin skal yvirliva, hongur í einum klønum tráði. Samfeløgini er so niðurpínd, at okkurt av teimum er komið yvir um "point of no return", har er ongin vegur aftur, deyðin stendur í durunum! Støðan er so mikið vánalig í onkrari av útoyggjunum, at tað veruliga kann spyrjast, um tað er moralskt og samfelagsliga forsvarligt at hava fólk búgvandi á teimum um veturin.
Bjargingarætlan alneyðug
Tíðin er farin frá tosinum um at skapa karmar fyri menning av útoyggjunum, og tíðin er somuleiðis farin frá smáu játtanunum at leska útoyggjafólk við. Her skal nakað heilt annað, størri og støðufastari gerast við útoyggjarnar, um politiskur vilji er til, at hesar oyggjar skulu vera búsettar í framtíðini. Tað snýr seg um at bjarga oyggjunum frá at verða avfólkaðar - so einfalt er tað!
Tað snýr seg ikki um einstakar samferðsluverkætlanir, sum tildømis tunnil og ferjulegu í Svínoy ella framleiðsluhús í eitt nú Skúvoy. Tað snýr seg um eina heildarætlan, sum virkar á allar samfelagstættirnar í senn á einstøku oynni. Vit tosa um samferðslu, tilflyting, húsabygging, arbeiði, trivnað og onnur viðurskifti í einari og somu ætlan. Lat okkum taka Svínoynna sum dømi.
Tilflyting
Samfelagið er niðurpínt við skjótt fallandi fólkatalið og sera skeivum aldursbýti. Ein tilflyting av eini 15 til 20 barnafamiljum er neyðug fyri at gera tað møguligt hjá bygdini aftur at virka sum vanligt samfelag, og fyri at trivnaðurin kann betrast. Hesum familjum skal ein út at leita eftir, og tí er neyðugt at gera eina kanning av, um fólk hava hug og áræði at flyta út til Svínoyar. Ein eigur ikki at seta nøsina upp eftir svínoyingum, sum eru føddir og uppvaksnir í Svínoynni og búgva aðarstaðir. Tey hava tikið støðu til, hvar tey ætla sær at búgva, og tað er ikki í Svínoy, so í besta føri er tað bert ein lítil partur av teimum, sum kunnu hugsast at flyta útaftur. Tí kann roknast við, at møguligir tilflytarar eru fólk aðrastaðni frá. Men eitt er púra vist, tímir ongin at flyta út á oynna, skal ein gloyma alt um at arbeiða fyri menning av lokalsamfelagnum, men heldur leggja eina skilagóða avtoftingarætlan.
Húsabygging
Hesar 15 - 20 familjurnar skulu hava hús at búgva í. Eini 30 hús standa tóm á vetri í Svínoy, men flestu av teimum eiga fólk, sum brúka tey eina tvær vikur um summarið sum summarhús. Men annars eru húsini í slíkum standi, at tað er ein spurningur, um fleiri av teimum ikki eru óegnaði sum heilárshús.
Tað vil siga, at tað skulu byggjast hús. Ongin fer at byggja sær eini hús á útoyggj, tí hesi hús eru jú onki verd, tey kunnu valla seljast. So tað er sum at kasta pengar út gjøgnum vindeygað. Her mugu landsmyndugleikarnir inn í myndina við fígging til at byggja húsini, sum tilflytararnir kunnu leiga.
Arbeiði
Tær familjurnar, sum flyta út til Svínoyar, skulu hava okkurt lønandi at gera. Tað er ikki arbeiði til hesi fólkini í Svínoy, sum er. Tí mugu tilflytararnir verða slík, sum kunnu hava arbeiði við sær til Svínoyar. Tað eru nógv arbeiði av hesum slagi í Føroyum, serliga í Havn og størru bygdunum. Umframt listarfólk, granskarar og tílík áttu eisini fleri innan almenna og privata fyrisiting at kunna havt partvísan arbeiðsstað í Svínoy. Teldutíðin ger hetta møguligt.
Samferðsla
Svínoyarleiðin er nalvastrongurin til meginøkið, og er tað tí sera týdningarmikið, at leiðin hevur ein títtleika, tænastu og komfort, sum er hóskandi til dagin í dag. Eitt skjóttgangandi skip (sum til dømis Alfa Pilot) skal sigla ferðafólk, post og smápakkar minst tvær reisur um dagin hvønn dag í vikuni. Ein túr tíðliga á morgni og ein túr út móti kvøldið, soleiðis at svínoyingar kunnu fara inn á meginøkið at gera ørindi og sleppa til hús aftur sama dag. Másin kundi so verið brúktur til farmasigling eina ferð um dagin. At bryggjan yviri á Eið verður longd einar 10 metrar er partur av hesi skjótu loysn. Hvat íð skal gerast uppá longri sikt, skal ikki verða komið inn á her.
Tyrlutænastan eigur at samskipast við strandferðsluna soleiðis, at hon, umframt regluliga dagliga flúgving, í øllum førum virkar sum "back up" hjá skipinum, tá ring líkindir eru at sigla.
Trivnaður
Verandi svínoyingar og teir nýggju mugu fáa karmar til at menna felags trivnaðin í bygdini. Skúlin verður latin upp aftur, handilin verður somuleiðis latin uppaftur og víðkaður. Posthúsið eigur at verða verandi, og kanska skuldi sparikassin fingið avgreiðslu í samstarvi við posthúsið.
Bygdahúsið, sum nógv hevur verið tosað um, eigur at byggjast, tí neyðugt er við húsinum til ymiskt frítíðarvirksemi og sosiala samveru. Eisini her eiga almennu Føroyar at kenna sína ábyrgd.
Landsmyndugleikarnir eiga at umhugsa at geva íbúgvunum á útoygg skattalætta, tí hesi fólk hava ikki líka atgongd til landstænastunar, sum fólk á meginøkinum og størru oyggjunum hava, men tey gjalda kortini tað sama fyri tænasturnar sum hesi. Somuleiðis eigur at verða umhugsa at geva útoyggjabúgvum kontantstuðul, útoyggjaviðbót, millum annað ístaðin fyri óbeinleiðis stuðulin til Strandferðsluna v.m. gjøgnum flutningsstuðul. At útoyggjafólk soleiðis fáa nakrar krónur meira í hondina ger, at hugurin at búleikast har gerst størri.
Síðsta útkall
Bjargingarætlanin er ein roynd at fáa vent negativu gongdini í Svínoy. Og tað hevur skund. Ætlanin eigur at verða sett í gongd longu í summar. Tað er neyðugt, at tað verður arbeitt miðvíst á øllum nevndu økjum í senn og uttan íhald. Um eini tvey ár sæst, um ætlanin ber frukt, ella um onki er at gera kortini. Tað skal undirstrikast, at henda bjargingarætlan ikki viðger viðurskiftini í Svínoy uppá longri sikt.
Landsstýrið kemur at hava avgerandi leiklutin í bjargingarætlanini. Bæði í lógararbeiði, samskipan og fígging. Landstýrið má tí gera sær greitt, at tað skulu fleiri tíggjutals milliónir til at bjarga Svínoynni. Tó er ongin ivi um, at eydnast tað at venda gongdini, so vilja tær skapandi kreftirnar, hugflogið og áræðið aftur blóma, og uttan iva fara aðrar vinnur og arbeiðsskapandi tiltøk at síggja dagsins ljós. Felagsskap-urin og bygdin fara aftur at mennast.
Tað verður komandi landsstýrið, sum kemur at taka avgerandi avgerðirnar um, hvørt Svínoyarbygd doyr út ella ikki.