Útoyggjafelagið sera væl nøgt við stevnuna

Útoyggjafelagið heldur, at stevnan í Hesti leygardagin eydnaðist sera væl

Útoyggjastevna

- Stevnan var framúr væl fyriskipað, og ungmannafelagið í Hesti og hestfólk eiga stóra tøkk uppiborna fyri tað. Øll kendu seg væl komnan, og umframt gestablídni var eisini góður matur og undirhald, og ein hópur av upplivingarmøguleikum. Veðrið var til vildar, og tað gjørdi eisini sítt til, at dagurin var so væl eydnaður.
Felagið sigur, at góðir møguleikar vóru at koma til og av oynni, tí umframt Teistan, sigldi eisini Norðlýsið við stevnugestum. Brimil tryggjaði, at norðoyingar sluppu út í Hest fyrrapartin og norður aftur á midnátt.
- Fleiri útferðir vóru. Ein í Koltur, ein niðan á oynna og ein gongutúrur norður á Sund. Frásagnir vóru við minnisvarðan og í kirkjuni. Á skúlaloftinum var søla av heimavirkaðum lutum.
Undirhald var fyri børnum á bryggjuni og uppi í bygdini. Og ikki at gloyma ta góðu suppuna, kókað í serstøku "fiskagrýtuni", sum var gjørd á Tórshavnar Skipasmiðju til endamálið. Tað var Birgir Enni, sum stóð fyri suppuni. Um kvøldið var dansur.
Felagið vísir á, at ein spennandi kapping var fyriskipað.
- Tað var togtogan millum útoyggjarnar. Fugloyggin fór avstað við sigrinum, men luttakararnir stríddust manniliga fyri at vinna sær heiðurin sum sterkasta lið.
Útoyggjafelagið takkar hjartaliga øllum teimum, sum fyriskipaðu og stuðlaðu tiltakinum úti í Hesti.