Útróðrarbátar hava góðan fiskiskap

Í løtuni gerst einki fyri veður, men soleiðis, sum næsta vika gongur, linkar streymurin, og onkur útróðrardagur verður.

Í dag liggja øll isfiskalínuskipini við bryggju. Veðrið er ólagaligt, og hann sigur upp í ódn. Skipini fara at loysa aftur, tá veðrið batnar.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at trý frystilínuskip eru til fiskiskap. Tvey fiska undir Føroyum, og eitt fiskar í Grønlandi.

 

Streymurin hevur verið harður, men fer at batna, sum næsta vika gongur, og ilveðrið, sum veðurstøðir hava boðað frá, hasar eisini avaftur.

 

- Vit vænta nakað av útróðri í næstu viku, og útróðrarbátarnir hava havt góðan fiskiskap, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.