við at vinna FM heitið, var í 1991, men árið eftir var talan so at siga um nýtt lið, og tað sigur seg sjálvt, at uttan mun til, hvør hevur ábyrgdina og hvørjir spæla við, so er tað meiri enn torført at [...] trimum teimum ovastu deildunum, men nógv bendir á, at tað fara teir at verða í 1998. Tað hevur so ofta verið frammi, hví tað ikki gekk betri hjá B36, enn tað gjørdi í seksti, sjeyti og áttati árunum, og hví [...] sum hevði við sær, at tilgongdin av bygdadreingjum ikki var tann, sum hon hevði verið, og tað hevur verið nevnt, at í miðvísum ungdómsarbeiði var B36 eini tjúgu ár aftanfyri grannafelagið í høvuðsstaðnum
kundi. Teir stillaðu liðið nakað øðrvísi enn teir vanliga gera, og tað var viðvirkandi til, at innsatsurin var vánaligur. HB hevði tríggjar mans í verjuni, fýra á miðvøllinum, uttan vanligar vongverjar, og [...] Nolsøe eftir trunkaspæl. Gunnar gjørdi tað til 4-1, áðrenn Uni rundaði av við tveimum málum afturat. Uni er klárt á odda á málskjúttaralistanum, og eingin ivi er um, at tað verður hann, sum í ár fer við gylta [...] mál afturat, og tað gjørdi heðin Joensen, tá hann gjørdist leysur, slapp fram við málverjanum og sparkaði í tóma málið. HB-sigurin stóð í skugganum av FM-sigrinum hjá grannunum í B36. HB var undan hesum umfarinum
Gudstrúgvin Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Gudi, og orðið var Gud. Allir lutir eru vorðnir til við tí, og uttan tað var einki til av tí, sum til er orðið. Í tí var lív, og lívið var ljós menniskjunnar [...] har krossurin stóð? Kanska var tað tí, at orðið, ið ongan skugga kastaði, kámaðist burtur í teologiskum spekulatiónum. Men serliga var tað tí, at livandi orðið, ið var hold, var so kollveltandi í sínum [...] sum møður mæltu stákandi inni við eld. Vit funnu tað aftur í orðatøkum og føgrum staðarnøvnum. Vit funnu tað aftur hjá einsligum stórmennum, ið festu tað fyrst á blað. Vit funnu tað aftur, tá ið orðsins andi
kortini? -Tað er rætt. Men ein kann so kasta frá sær ella trúgva uppá, at tað er møguligt at gera tað uppá aðrar mátar, og tað er m.a. fyri at røkka hesum máli, at Framtaksgrunnurin er gjørdur. Tað er so ikki [...] -Eg havi tað tiltrúgv, at tingið fer at gera tað, sum er neyðugt. Vit hava annars alla tíðina kent fólkafloksins støðu í hesum málinum. Tað kemur sum so ikki nakað nýtt. Løgmaður sigur tó , at tað ber til [...] hon ikki kann semjast um - og er tað ikki náttúrligt, at andstøðan fer at siga, at hetta er nakað, sum landsstýrið sjálvt má fáa uppá pláss! -Var tað fyrr, so kundi tað verið so. Men nú vit hava fingið
tunlarnar, umframt alt oman á jørðini. Men tá var ov seint hjá amerikumonnunum. USA var longu í ferð vid at taka seg aftur úr Viet Nam. Tunlarnir høvdu sostatt útynt tað, teir skuldu. Eftir kríggið Ein amerikanskur [...] nevniliga bert málið við teirri russisku. Um tað var rifluni ella eygamálinum, ið galið var við, tosa vit minni um. [...] vóru tunlar, ið kundu nýtast til álop á støðina. Tað gingu nógvir mánaðir, áðrenn amerikansku hermenninir uppdagaðu, hví skotið varð eftir teimum inni á teirra øki um náttina. Hermenn, hundar og kemisk
tiltaki var at tryggja forsýning. - Tíbetur var skipanin, sum avmarkaði okkara virksemi, avtikin fyrst í fimtiárunum, sigur Hans. Tá skipanin var tikin av, varð álagt privatu heilsølunum at liggja inni við [...] umboðaði Poul Hansen eisini týskar trolarar og útvegaði teimum manning úr Føroyum. Tað var ein gloypibiti hjá nógvum, tí tað var so lítið at gera í Føroyum, so ikki stóð á at fáa fólk. Fleiri av týskarunum umborð [...] sítt virksemi undir sama taki. Tað var eitt ódnartak fíggjarliga. Uttan fyri lóg og rætt - Fólk hildu okkum eisini vera púra svøk at flyta út í oyðimørk, sum tað tá næstan var her uppi á Hálsi. Vit vóru fyrsta
einki mál, men tá var tað FCK, sum hevði størstu møguleikarnar. Hvør skuldi víðari í fimta umfar varð avgjørt í brotssparkskapping. Og tá lá fyri hjá FCK. Teir vunnu 4-2, og tað var fyrst og fremst málverjanum [...] og tað er lítil tíð til at fáa skaðar aftur í rættlag. FCK heitti á Glostrup IF 32 um at útseta steypadystin, sum var ásettur at vera mikukvøldið í hesi vikuni. Tað gjørdu teir, tí teir hildu tað vera [...] ferðina niður til Jerevan í komandi viku. Tað er lítið hugaligt at fara niður hagar, men tað er neyðugt at taka uppgávuna í stórum álvara. tí FCK ætlar sær longri í kappingini. Annan fríggjadag verður lutakast
Grønborg Hetta var fyrstu ferð við hoyrdu nevnt navnið Jørgen Grønborg. Onnur nøvn vóru eisini havd á munni, tí talan var um at finna ein formann til kanningarnevndina, men tað var greitt, at danir fegnir [...] so veit eg ikki, hvønn hann hugsar um, men tað vóru ikki teir landsstýrismenn, sum sótu um borðið meðan eg var har. Vil tað siga, at Frank Jensen lýgur? Tað kann eg ikki siga, tí eg ivist í, at ein danskur [...] løgmálaráðnum, at hasir upplýsingarnir eru farnir til Føroya - men tað kann eg altso ikki svara uppá, sigur Jóannes Eidesgaard. Tað var løgmaður, sum hevð hetta málið um hendi við Finn Norman Christensen
hvussu langt vit vilja fara - og hvussu djúpt vit vilja søkka - í navni kærleikans. Julia Roberts, sum var nominerað til Oscar eftir leiklutin í Det stærke køn og Pretty Woman, hevur høvuðsleiklutin sum ma [...] Julianne Potter, ið fær sær ein bita her og ein bita har, men sjáldan etur eina heila máltíð. Og tað eyðkennir lív hennara. Henni dámar ikki væl fólk, stað og ting leingi í senn. Fyri níggju árum síðani [...] vinir«. Hetta hóskar væl Julionnu, tí hon hevur trupult við at engasjera seg í eitt fast forhold í longri tíð, men Michael er enn skotin í henni?
táið arbeiðið var komið í eina fasta legu. Men innast inni vita vit eisini, at øll arbeiðsleys í Sandoynni kunnu ikki fáa arbeiði á flakavirkinum. Vit kunnu bara vóna tað besta, og gongur tað ikki, er onki [...] hósdagin siga, at fólk, sum ikki hava roynt tað, kunnu ómøguligt hugsa sær, hvussu ringt tað er at búgva á einum vinnuliga steindeyðum plássi. Tað er ikki bara tað, at onki er at gera. Tú fært heldur onki [...] g í vár. Ikki tí, av og á birtist vónin aftur tá ið tað frættist, at nú skuldi virkini latast uppaftur. Men so mikið størri var vónbrotið, tá ið tað hvørja ferð datt niðurfyri aftur. Tí tordi sandoyingar