My Best Friend's Wedding

Tú ert hervið boðin við til ársins brúdleyp. Klædnabúnin skal vera tann formelli. Rátt verðu til at nýta fallhjálm. Julia Roberts, Dermot Mulroney, Cameron Dias og Rupert Everett hava høvuðsleiklutirnar í tí nýggju amerikonsku sukse?ini My Best Wedding, sum er filmsstjórnaður av P. J. Hogan, hvrs heiðurslønti filmur Muriels Bryllup fekk nógv rós bæði av ummælarum og hyggjarum.

My Best Friend?s Wedding er ein romantisk komedia um, hvussu langt vit vilja fara - og hvussu djúpt vit vilja søkka - í navni kærleikans.

Julia Roberts, sum var nominerað til Oscar eftir leiklutin í Det stærke køn og Pretty Woman, hevur høvuðsleiklutin sum matskribenturin Julianne Potter, ið fær sær ein bita her og ein bita har, men sjáldan etur eina heila máltíð. Og tað eyðkennir lív hennara. Henni dámar ikki væl fólk, stað og ting leingi í senn.

Fyri níggju árum síðani fóru Julianne Potter og Michael O?Neal (Dermont Mulroney) frá at ganga saman til »bara at vera vinir«. Hetta hóskar væl Julionnu, tí hon hevur trupult við at engasjera seg í eitt fast forhold í longri tíð, men Michael er enn skotin í henni?