Orðið, sum var í fyrstuni

Røan, sum Helgi í Brekkunum helt á árliga fólkafundinum á Háskúlanum á Ólavsøku í ár - hann hugleiðir um temaið: Orðið, sum var í fyrstuni

Gott fundarfólk - góðu ólavsøkugestir.

Farið í nøkrum variatiónum at hugleiða yvir temaið: Orðið, sum var í fyrstuni.

Í fyrstuni var orðið, og vit og Christian Matras funnu tað aftur í kvæðum, søgum og sagnatali, sum fólksins varar lyftu úr øld í øld. Vit funnu tað aftu rí mjúkum barnaljóði, í orðum, sum møður mæltu stákandi inni við eld. Vit funnu tað aftur í orðatøkum og føgrum staðarnøvnum. Vit funnu tað aftur hjá einsligum stórmennum, ið festu tað fyrst á blað. Vit funnu tað aftur, tá ið orðsins andi aftur loysti tað úr fjøtrum.

Í fyrstuni var orðið, og tey fyrstu ár livnaði og vaks tað í huganum á Karsten Hoydal og okkum, so vit tektu lívið í øllum skapninginum. Sálin var gróðrarmikil, orðið gav grótinum lív og tinnuglóð, og vit bóru tað við okkum inn um skúlagátt.

Eisini eg átti mínar livandi steinar í haganum oman fyri barnaheim mítt í Hósvík. Millum láir, tjøldur, fiskimásar og harur setti eg segl burtur í fremmand lond í øðuskeljum floyttar á tjarnunum, og rundan um meg stóðu hvalvíksneyt við tarvinum, ið var mannúlvur, á odda.

Eg var púra tryggur - ikki bert tí, at mamma hevði signað meg og lisið Faðir vár við mær, men eisini tí at góðar yvirnatúrligar kreftir gingu mær til handa.

Hvalvíksneyt vóru komin út um Hamrá. Har hava tey einki at gera, og tí hevði onkur duld kraft gjørt um seg, so at tey vóru runnin í stein. Tey stóðu rundan um meg, sum tey hava staðið í øldir, ja alt tað fólk kunnu minnast.


Skúlin

Hvalvíksneyt runnu í stein - eisini í skúlanum. Har doyðu livandi steinarnir, tí í skúlanum gjørdist stóri spurningurin alt og tíðliga, um tey skuldu skrivast við stórum ella lítlum og um tey vóru ávirki ella fyrisetingarliður í setninginum. Í skúlanum steindoyðu hvalvíksneyt eisini, tí náttúruvísindin fortaldi mær, at hin dulda yvirnatúrliga kraftin var natúrlig.

Natúrvísindin fortaldi, at ísurin hevði sett tey frá sær har uppi á Varða fyri túsundir av árum síðani - í minsta lagi 7 dagar áðrenn Ádam og Eva fingu lívsanda blástan í næsarnar.

Men tey vaksnu hildu, at eg var blivin so klókur, tí nú visti eg ikki so lítið um ístíð og síðumorenur. Eg bleiv so klókur, at eg gloymdi søguna um hvalvíksneyt, og børn míni hava ongantíð hoyrt hana.

Tá ið náttúran í okkum verður kúgað, verður eisini søgan kúgað.

Høvuðslívskraftin í barnaárunum er hugflogið - evnini at ímynda sær - at fantasera.

Men hví er skúlin, ið kundi verið gulur, vorðin gráur?

Er tað tí, at livandi orðið, ið børnini bóru við sær inn um skúlagátt, ikki fekk nóg góð gróðrarlíkindi?

Og hví gongur Tóroddur og droymir heldur enn at skriva?

Tað stóra skaldaverkið rennur aftur og fram millum oyru og eygu hansara. Men tað kemur ongantíð út í hondina. Kanska finnur hann ta røttu løtuna, sum hann tekur til sín og útbyggir, so hon verður eitt lív, ið ikki bert er tríggir bókstavir.

Hjá Tóroddi er ikki altíð so lætt skriva eitt sterkt upplivilsi - eitt sum man sjálvur hevur havt, hóast man hevur orðað tað inni í høvdinum.

Hann klárar ikki at halda penninum. Óttin fær hann at skriva tú heldur enn eg. Hann minnist ein dansktlærara, sum gav honum verri karakter í stíli, tí hann skrivaði eg.

Og Tóroddur spákar oman eftir Varðagøtu fram við einum stórum gráum bygningi, ið kundi verið gulur. Tað einasta hann hevur lært í hesum bygninginum eru nøkur sálmaørindi - men tað er honum eisini nóg mikið.

Meðan hann spákar, minnist hann sín fráfarna lærara í rokning, ið fær tíðina at ganga við at bíða eftir sínum bestu árum.

Og tað finnast so mangir Tóroddar.

Bæði Heðin Brú, Tóroddur Poulsen og so mong onnur hava havt sterk upplivilsi, sum tey hava orðað inni í høvdinum. Heðin Brú var førur fyri at halda penninum, hóast hann ongantíð hevði fingið stórvegis skúlaundirvísing í móðurmálinum.

Grundtvig hugsaði mangan um burturspiltu ungdómsárini í svarta Kathedralskúlanum í Århus, og hann sá fyri sær frú Grammaticus, ið átti alt rásarúmið í skúlanum, standa við homlubandi uppi yvir neyðars barninum, ið hataði latín, tí barnatrúgvin enn var ljós og hugflogið enn ikki so skert, at barnið hevði mist flogið og ikki fekk lætt sær á.

Og Grundtvig dugdi eisini at halda penninum.

Men tað knípir hjá Tóroddi, og nú hugsar hann um at halda uppat at skriva og heldur gera okkurt fornuftigt.

Hví gjørdist skúlin, ið kundi verið gulur, hví gjørdist hann so gráur hjá so mongum?

Orsøkin í dag er ikki bert frú Grammaticus.

Eg minnist frá skúlaárunum í realskúlanum, at eg valdi altíð at skriva frístíl. Fekk soleiðis í skrift møguleika at seta orð á kenslur og tankar og kanska eisini skapa okkurt smávegis.

Men so gjørdi bókmentaanalysan innrás í skúlan.

Nú skulu tey ungu við viti og skili vísindaliga greina yrkingar, ævintýr, stuttsøgur og skaldsøgur

Áðrenn skaldskapurin fær stundir at tala við hugflog og kenslur teirra ungu, so skapanarhugur og skapanargleði teirra grógva og vaksa, verður hann bókmentavísindaliga sundurpettaður, so hann doyr í hondunum á teimum.

Kenslur og skapanarhugur eiga sína bestu tíð í ungdómsárunum, og tá ið kenslurnar verða innilæstar, sígur myrkur niður yvir vit og skil. Og vit og skil træna, um tey í hugmóðsklókskapi sínum billa sær inn, at tey eru før fyri at skapa tað, tey vóru ætlað at fáa greiði á.

Í skúlaskipan okkara standa hugflog og kenslur á eggini og berjast móti viti og skili.

Soleiðis eigur ikki at vera.

Hugflog og kenslur, vit, skil, vísindi og tøkni hava brúk hvør fyri øðrum og eiga at kunna vera í skúlastovu saman, tí hugflog og kenslur sovna burtur, royna vit ikki sum vit eldast við viti og skili at fáa greiði á teimum.

Hin grái skúlin kann gerast gulur aftur. Men tað eru menniskjuni, ið geva honum lit. Og iljugulur verður hann ivaleyst, um vit gera okkum greitt, at fantasiurin hoyrir barndóminum til, at kenslur og skapanarhugur serliga hoyra ungdóminum til og at vit í manndóminum við vísindi, viti og skili royna at fáa greiði á tilveruni og heiminum uttan um okkum.

Eftir hesum leisti má skúlaskipan okkara skerast, og tá kunnu frú Grammaticus og madam Bókmentaanalýsa millum annað verða amboðini, ið kunnu brúkast, tá ið orðið, sum var í fyrstuni, hevur sett skapanarprocessina í gongd.


Myndlistin og tónlistin

Í fyrstuni var orðið, í tí var lív, men Rói Patursson og vit hava viðhvørt upplivað, at tey orðini, sum leitaðu eftir nýggjum landi, vendu sær í flognum og komu aftur sum rovfuglar við sterkum klóm og fremmandum eygum. Og vit gjørdust málleys og eiga einki orð og skilja einki orð.

Kanska ger tað minni, tí vit hava nógv at læra og nógv at gera.

Undrandi eyga myndlistamansins fann hitt livandi orðið aftur í himmali og havi, og ljósi og litum og lat tað í nýggjan búna.

Í smáum listaskálum í bygdum og býum okkara hevur skapanargleðin góðar dagar. Myndlistafólk og listahandverkarar eru sera virkin og sýna fram bæði burturi og heima.

Men gott hevði verið við einum skúla, ið stuðlar og inspirerar, og har úrslitið ikki verður so syrgiligt sum hjá Tóroddunum.

Undrandi oyra tónlistamansins fann livandi orðið aftur í kátum barngóli, í havsins andadrátti, í himmalsins stormduni og alskyns fuglaljóðum og gav tí nýtt lív.

Tónlistin stendur í besta blóma. Í kjallarum, á neystaloftum og í skansastovum sita ungir musikalskir analfabetar og syngja, spæla og komponera.

Úr hesum yðjandi lívinum vaksa evnaríkir ungdómar, sum eisini eru farnir at gera seg galdandi uttan fyri landoddarnar.

Vit eiga ein musikkskúla, ið stuðlar og mennir, men vit eiga at ansa so sera væl eftir, at nótalesingin og musikkteoriin ikki verða so mekaniskar og larmandi, at hesi ungu missa hoyrnina og livandi rútmuna.


Gudstrúgvin

Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Gudi, og orðið var Gud. Allir lutir eru vorðnir til við tí, og uttan tað var einki til av tí, sum til er orðið. Í tí var lív, og lívið var ljós menniskjunnar.

Hjá Jóhannesi evangelisti hoyra vit afturljóðið av skapanarsøguni, har alt var so sera gott líka til hin dagin, tá ið menniskjurnar ótu av kunnleikans træi og settu seg uttan fyri skapanarverkið sum analýtikarar, administratorar og forbrúkarar.

Tað førdi so manga sorgarsøguna við sær:

Káin drap - illa sjúkur av øvund - bróður sín Ábel og ger tað enn.

Menniskjurnar bygdu sær Bábelstorn og gera tað eisini í 1997.

Niláin rann full í blóði, og í dag rennur tað, ið verri er í heimsins áum.

Neyðugt var at høgga lógarorð í steintalvur, tá ið dansurin um gullkálvin gjørdist ov ørur.

Livandi orðið lat seg tó ikki binda til steintalvur, men gjørdist hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara - fulla av náði og sannleika.

Trúgvin gjørdist ljós og vónrík sum hjá børnunum, tí hitt gamla var farið, og alt tað vorðið nýtt.

Men hví gjørdist kirkjan, ið kundi verið grøn, hví gjørdist hon so svørt?

Hví hava so mong sett seg í skuggan av krosstrænum at bíða eftir lívinum hinumegin?

Hví tóku vit ikki svarta krossin av grøvini og gróðursettu eina lilju, har krossurin stóð?

Kanska var tað tí, at orðið, ið ongan skugga kastaði, kámaðist burtur í teologiskum spekulatiónum.

Men serliga var tað tí, at livandi orðið, ið var hold, var so kollveltandi í sínum fríheitsboðskapi, at flestu prestar og prædikumenn ikki tordu at vera við í tí kollveltingini, men aftur lótu seg í dimmu skikkjur teirra skriftlærdu og fingu sær hamara og seym.

Hesa ferð var orðið ikki krossfest, men neglt til bókstavin og skriftina, sum aftur gjørdist steintalvulóg.

Hóast Pætur var biðin um at stinga svørðið í slíðran, tá ið hann hevði høgt oyra av Malkusi, og Malkus einki oyra hevði at hoyra við, so smíðaðu bæði miðaldar og okkara føroysku nútíðarskriftlærdu sær eitt nýtt svørð, ið teir kalla tað andaliga.

Og í kirkjum og samkomum okkara blása aftur ísoyðimarkavindar. Tað verður neglt og andaliga høgt og stungið, og fleiri munnu teir føroysku Malkusarnir vera, ið ganga oyralesyir.

Mong vilja fegin bera við til skerseldarbálið, ið millum annað okkara kvinnuligu prestar skulu reinsast í, meðan sungið verður um synd, deyða og gravarmyrkur hesumegin og perluportur og gullgøtur hinumegin.

Ljósa trúgvin, sum tók náðina og sannleikan upp á orðið, berjist við rygginum ímóti múrinum - bæði ímóti teknologisku vísindini og okkara nýggju skriftlærdu.

Men tað finnast eisini menniskju í kirkju og samkomum okkara - bæði prestar og leikfólk, ið hava skilt at teira uppgáva er at royna at gróðurseta eina lilju, har svarti krossurin stóð, hóast lotið mangan er bítandi kalt.

Vit kundu kanska rætt teimum eina hond, tí eg havi varhugan av, at tey kenna seg eitt sindur einsamøll - ikki bert sunnumorgun.


Lívsins dansur

Í fyrstuni var orðið, í tí var lív, og lívið var ljós menniskjunnar.

Ljósið eigur ikki at standa undir skeppumálinum, meðan vit bíða eftir okkara bestu døgum, oljugullinum ella gullgøtunum hinumegin.

Ljósið skal setast í ljósastakan, og so mugu vit taka kjansin, finna stevið aftur og síðani treða lívsins dans, meðan vit brúka allar tær gávur, vit fingu í hugflognum kenslunum, vísindini, tøknini, listini og gudstrúnni, so vit fáa lívsins kvæði undir fót.

Og so man Várharra ráða, hvar vit drekka onnur jól og um vit vera boðin til nátturða í Emmaus hitt páskakvøldið, vit enn eiga á.

Havi gott stev - góða ólavsøku.