tungu dreingjunum av í trolbøting. Hon var í roynd og veru ikki stórt meiri enn 17 ára gomul, og júst liðug við 10. flokk í Fuglafjarðar skúla, tá hon fekk arbeiði á trolvirkinum Vónin í heimbygdini. - Eg [...] ongatíð havt nakra kvinnu í arbeiði áður. Dagny varð tó undangongukvinna, um ein kann siga tað so. Síðani tá hava fleiri kvinnur arbeitt sum trolbøtarar á virkinum í Fuglafirði. Konufólkaarbeiði Dagny gjørdi [...] konufólk, sigur hon við einum brosi. Her arbeiddi hon í trý ár, áðrenn hon fór í skúla og læru innan hárfríðkanaryrkið. - Og nú gangi eg á handilsskúlanum í Havn. Sjóverk At Dagny byrjaði á Vónini sum bert
Hann gekk í kvøldskúla í tvey ár hjá Jóannes S. Hansen í Runavík, har hann lærdi at tekna. - Sum barn teknaði eg ikki meir enn onnur børn gera. Eg hevði Frits Johannesen sum lærara í 10 ár í fólkaskúlanum [...] Øssur Mohr, listamaður úr Fuglafirði. Um vikuskiftið lata tvær framsýningar í Danmark upp við verkum hjá Øssuri Mohr. Tann eina letur upp leygardagin í gallerínum Sankt Gertrud í Keypmannahavn, har seks [...] Eg kom í samband við tey, ið skipa fyri framsýningini á Fjóni, fyrstu ferð eg hevði framsýning í Danmark. Tað var í 1994, ein sensurerað framsýning, har eg fekk tríggjar málningar við. Tá kom eg í samband
Í 2011 byrjaði Anne Mette Greve Klemensen í starvi sum sóknaprestur í Fuglafjarðar prestgjaldi. Hon er uppvaksin í Rødding í Suðurjútlandi, men flutti til Føroya fyri at byrja sína yrkisleið sum prestur [...] Nú skrivar hon sínar prædikur í Fuglafirði á føroyskum. Í sambandi við, at Anne Mette Greve Klemensen skal prædika á ólavsøku, spurdu vit hana, hvønn leiklut prædikan hevur í dagsins samfelagi. Millum annað [...] merkir í øðrum orðum, at at hon skal byggja brýr ímillum evangeliið, sum er ein gamal tekstur úr fremmandari mentan, og lívið sum vit kenna tað í dag, sigur Anne Mette. Av tí at fólkakirkjan í dag fevnir
nærmasti handilin tann í Runavík. Her í Fuglafirði fæst bæði innandura og uttandura máling, bátamáling og tapet, eins og gólvbelegningur. Hinir Profa-handlarnir í Føroyum eru í Runavík, Havnini og á Tvøroyri [...] tann fjórða Profa-handilin í Føroyum. Og hann kann bara fegnast um, at fólk hava tikið væl undir við hesum nýggja tilboðnum um máling í Fuglafirði. Hóast tað hevur verið kalt í veðrinum, so er hetta hásesong [...] mai í ár. - Eg havi selt nógv ymisk sløg av tingum í mínum lívi. Men máling, tað havi eg so ongatíð selt fyrrenn nú, sigur hann. Símin byrjaði handilskarrieru sína hjá Thomasi Dam í Havn, har hann í síni
Jong-il. Dúvar upp á borðtennis 18 ára gamla Henrietta Nielsen er fødd og uppvaksin í Fuglafirði. Hon flutti tó úr Fuglafirði til Horsens saman við familju síni tá ið hon var átta ára gomul, og har hevur hon [...] henni ikki í at venja 22 og ein hálvan tíma um vikuna. Fyri stuttum byrjaði hon at spæla við SISU BTK í Århus, men komandi kappingarár fer hon fyri tað mesta at spæla við týska Flensburg TSB í Verbandtsligaen [...] eftirkannað longu á flogvøllinum, tá ið hon lendi í norðurkoreanska høvuðsstaðnum, Pyongyang, og fartelefonina mátti hon lata inn á staðnum. Tær eru jú bannaðar í Norðurkorea. Norðurkorea, sum er eitt avbyrgt
Í bátahylinum her í býnum liggur ein hópur av bátum, og í einum teirra sæst ein maður arbeiða. Maðurin er John Allan Midjord, sum áður hevur starvast sum bankamaður í Føroya Banka. Hann hevur í løtuni [...] Handilsháskúlanum í Århus. Hann er nú komin til Føroyar í summarfrí og verður her til fyrst í september, tá skúlin byrjar aftur. - Tað er gott at vera í Føroyum, sigur hann. Nógva tíð í Føroyum Um vikuskifti [...] varmakeldustevnan hildin í Fuglafirði. Henda stevnan er so ein partur av summarfrítíðini hjá John Allani. Hann lesur sum nevnt í Danmark, men hevur eisini búð aðrastaðni í verðini, m.a. í USA og Onglandi. -
Nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum hevði bert verið til arbeiðis í fáar tímar, tá hann fekk sína fyrstu mentanarligu uppliving. Hesa uppliving fekk hann týskvøldið tá hann í tí fullsetta Sjónleikarhúsinum [...] mong teirra, sum koma at hava við arbeiði hansara at gera í framtíðini. Í gjár hitti hann m.a. ein tíðindamann frá Sosialinum og seinnapartin í gjár var fundur avtalaður við Jenny Petersen, sum er tann [...] ikki minni týdningarmikið arbeiði hjá honum er at seta seg inn í arbeiðið í sjálvum húsinum. Hann hevur longu tosað við nakrar av deildunum í húsunum. -Her havi eg serliga lagt dent á at fáa at vita, hvørjar
fíggjarjáttan. Í fjør summar mistu umleið 30 eldri fólk í Eysturoynni heimahjálpina vegna sparingar. Fólk, ið hava verið inni í skipanini í nógv ár og sum veruliga hava ein tørv. Fyri ikki at koma í somu støðu [...] uppsagdur í fjør, fleiri fóru niður í arbeiðstíð, og nú eru fleiri brúkarar komnir inn í skipanina aftur. Eftir umskipingina er friður er komin í økið, sigur Ása Hanusson, økisleiðari fyri Heimarøktina í Eysturoynni [...] di Í Eysturoynni er eitt røktarheim, ið tekur 46 fólk. Umlættingarheimið í Gøtu, ið er tengt at røktarheiminum, tekur átta fólk. Sambýlini á Skála og í Fuglafirði hýsa ávikavist 10 og 13 fólkum. Í summar
1986, undantikið í trý ár, tá hann í eitt ár fekst við fóðring av alifiski á Skálafjørðinum og Lambavík, og tá hann í stívliga eitt ár starvaðist sum sølumaður hjá Nevinum Fiskaeksport í Saltangará. Triðja [...] sendi eitt skriv í húsini. Magnus sigur, at hann í skrivinum eingi lyfti gav, men hevði trý høvuðsmál í síni valskrá – fíggjarligu viðurskiftini í kommununi, umhvørvi og mentan. - Eg gav eingi lyfti, tí [...] býráðslimur í Runavíkar kommunu hevði fingið flestar persónligar atkvøður – 219 í tali. - Hetta hevði eg slett ikki væntað. Eg hevði gjørt lítið burtur úr valinum. Skrivaði tveir stubbar í bløðini og sendi
stóð fastur í durunum, og einki sást til børnini, sum høvdu spælt uttanfyri. Nú vóru góð ráð dýr hjá Honnu Joensen, sum varð stødd inni í húsinum við yngstu dótrini, tá skalvin leyp yvir húsini í Toftabønum [...] Toftabønum í Fuglafirði leygardagin. Hanna Joensen sigur, at hon eftir at skalvin varð lopin, fyrst royndi at hjálpa manninum, sum hevði fingið snudd í beinið. Síðani royndi hon at ringja eftir hjálp, men telefonin [...] Hanna Joensen royndi nú sjálv at fáa dóttrina leysa, sum tá lá so gott sum øll undir í kava. Har hevði hon helst ligið í eina góða løtu. - Eg dugi ikki at skilja, hvussu hon hevur fingið andað - og at hon