eri ógvuliga móður og troyttur, men tað er ein góð møði. Tú koyrir í einum slagi av rúsi beint í løtuni, men eg eri troyttur, tað eri eg, sigur Livar Nysted, sum hevur róð í 57 dagar og 15 tímar. - Tú skal [...] heilt vist vera rættiliga tvørur, men um tú tímir tað, tú fer í holt við, so skal tað nokk ganga, sigur Livar Nysted við Sosialin. Svanna Nysted tók ímóti manninum, tá hann kom á land á Mauritius. Og nú taka [...] Svanna Nysted tók myndina av manninum, sum fekk eitt glas av sjampanju og eina góða sigar, tá hann trein á land eftir 57 dagar og 15 tímar við árarnar. Sí myndatema á in.fo við at trýsta HER
bæði ein maskina til andadrátt, ein pumpa, vatnhaldari og slangur í hópatali, joystick, blunkljós og ein ótrúlig rúgva av tøkni savnað á einum og sama staði. Í koyristólinum finst somuleiðis ein livandi [...] síggja menniskjað í menniskjanum, og ikki forblinda seg í sjúkuni og tøknini hjá hesum 14 ára gamla miðvágsdronginum. Fyri ein ókunnugan kann tykjast, sum eru tað tøknin og maskinan, ið stýra øllum í lívi [...] ein sál við vilja, áræði og ongum ætlanum um at geva upp á hálvari ungdómsleið. Jón hevur tolin borið brek sítt síðani eitt ára aldur, og kemur altíð at verða bundin at tøknini og hjálparfólkum rundan um
Sniðgeving og ferðafólk Norðurlandahúsið er eisini nógv annað enn tónleikur. Og fyri Niels Halm er tí ein onnur uppgáva at vera við til at styrkja og menna aðrar listagreinar, eitt nú myndlist, sjónleik og bókmentir [...] um í Fuglafirði leygarkvøldið. Og millum áhoyrararnar verður heilt vist Niels Halm. - Eg haldi tað vera sera spennandi at síggja, hvussu tann føroyski tónleikurin er. Og ikki minst at síggja, hvørja effekt [...] hevur verið bæði Teiti Lassen og Eivør fyri, og væntar avgjørt, at ein slík tónleikakapping sum Prix Føroyar kann vera við til at eggja fleiri tónleikarum at royna seg. -Og so mugu vit heldur ikki gloyma
eisini, at Falkur og Heykur eru uppaftur betri skip enn Bakur og Stelkur, sum eisini eru bygdir á M.Cies skipasmiðjuni í Vigo í Spaniu. - Troldekkið er innilokað, og hetta eru eisini breiðari og rúmligari skip [...] var tvassut veður og stormur ein stóran part av ferðini, og eg kann bara siga, at skipini royndust heilt ótrúliga væl, sigur hann. Falkur og Heykur hava bæði stabiliseringstangar og slengrikjølar. - B [...] Nú vit fingu verkfall, og nýggju skipini lógu bundin við bryggju í Saltangará, hevði eg tað ringt. Tað var ringt, og tað var keðiligt. Kristjan Karl sigur, at eins og við Ametyst og Jaspis, er Jónsvein Knudsen
eina slagið av agni. Og tí er natúrligt at spyrja ein so royndan útróðrarmann sum Benadiktus, hvat agn fiskurin tekur best í dag. -Sjálvur brúki eg gággu og rættiliga nógv av tobis, og skel, tá tað liggur [...] hampuligt í seinastuni til útróður, og sjálvur hevur Benadiktus verið seks ferðir til útróðrar í hesum mánaðinum. Tríggir teir seinastu túrarnir vóru leygardagin og mánadagin, og nú aftur henda mikudagin, vit [...] síðani farin til hús! Í bátahylinum á Glyvrum sæst ein maður standa og rokast í báti sínum "Havørnin". Hann er í eini heitari húgvu og í teimum vælupplýstu oljuklæðunum. Tað er hin 65 ára gamli rituvíkingurin
havt eina góða leiðslu, sum dugdi at selja okkara vøru, hevði tað 100 % vist gingið. Vit høvdu eina sera góða tænastu í luftini, og kundarnir vóru sera væl nøgdir. Leiðslan fekk nógv góð ráð, men tey vildu [...] vildu ikki lurta eftir. Kanska skuldi tey havt valt fólk við størri royndin innan stýring og sølu, sigur hann.
VistGrøði bjóðaði til árligan aðalfund fyri limum og øðrum áhugaðum tann 26. februar 2019. VistGrøði er eitt áhuga–og limafelag, ið byggir á hugsjónina um eina umhvørvisvinaliga, heilsugóða og sosialt [...] varð greitt frá gongdini hjá felagnum sambært skrá og viðtøkum og fagnaður var um, at talið av limum er í støðugum vøkstri. Í løtuni eru 450 limir í VistGrøði. Hetta vísir, at alsamt fleiri føroyingar ynskja [...] fer at hava opið 1 leygardag um mánaðin. Alt arbeiði í VistGrøði er sjálvboðið. Tað eru fólkini í nevndini og eldhugaðir limir, sum starvast í VistGrøði. Á fundinum varð eisini viðtikið, at limagjaldið
lagaligt at koyra til Havnar, so tað kann henda, at maðurin og eg fara ein túr til midnáttarsangin. Annars eri eg til kamping á Eiði, njóti friðin og fari at fylgja við ólavsøkuni í sjónvarpinum. Hvat er tað [...] líkasæla hjá foreldrum, sum heilt vist er høvuðsorsøkin til hetta. - Hesin pástandur skal standa fyri mína egna rokning, tí eg veit, hvat tað er at vera foreldur í viðgongd og mótgongd, leggur hon aftrat.
politikarar hava eisini verið skjótir at brúka støðuna til sín egna fyrimuns og hoyrast nú krøv í Danmark, Fraklandi, Belgia og aðrastaðni um egnar fólkaatkvøður. Í Bretlandi er skelkurin eisini stórur yvir [...] meiriluti, ið fór at stemma fyri at taka Bretland úr ES. Stemningurin her í London er løgin, og serliga skotar og norðurírar eru skuffaði yvir, at onglendingar valdu at fara úr ES. Í Norðurírlandi valdi fólkið [...] Bretlandi. - So nú mugu teir umskipast av nýggjum og skipa eitt nýtt ráð ella toymi, ið skal taka sær av øllum samráðingunum. Tí sum nú er, so hava vit og aðrar tjóðir onga adressu at venda okkum til, sigur
aftaná. Vit eiga tó heilt vist at marknaðarføra Føroyar sum filmsland, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í Mentamálum. Á aðrari grein á in.fo sæst, at Jákup Dahl, bachelor í drama og filmi, eftirlýsir politiska [...] Føroyar sum filmsland. Bjørn Kalsø vísir á, at pengar nú eru markaðir til film og filmsverkætlanir á fíggjarlógini, og tískil er gongd komið á hetta økið, hóast føroyska filmsvinnan helst haltar nakað [...] føroyskum rithøvdunum, og at hetta hevur givið úrslit. - Tað sama kunnu vit uttan iva gera við føroyskan film. Eitt er, at okkara framúr góðu filmsframleiðarar í Føroyum fara út í heim og kanska geva øðrum