- Fleiri føroyingar keypa vistfrøðiligar matvørur í leysari vekt

Tað staðfestir umhvørvisvinarliga áhugafelagið VistGrøði, sum hevur havt aðalfund

VistGrøði bjóðaði til árligan aðalfund fyri limum og øðrum áhugaðum tann 26. februar 2019. VistGrøði er eitt áhuga–og limafelag, ið byggir á hugsjónina um eina umhvørvisvinaliga, heilsugóða og sosialt rættvísa matskipan.

 

VistGrøði selir vistfrøðiligar matvørur í leysari vekt, umframt útvaldar føroyskar matvørur. Endamálið við at selja í leysari vekt er at minka um matvøruoyðsl og umhvørvisdálkandi pakkitilfar, umframt at stuðla føroyskari framleiðslu.

 

 

450 limir

Á aðalfundinum greiddi kvinnan handan hugskotið at stovna VistGrøði, Borghild Á Fløghamri, frá, hvussu hon saman við Martin á Fløghamri menti hugskotið og um gongdina fram til tað í 2017 varð stovnað sum eitt áhugafelag við limum.

 

Síðani varð greitt frá gongdini hjá felagnum sambært skrá og viðtøkum og fagnaður var um, at talið av limum er í støðugum vøkstri. Í løtuni eru 450 limir í VistGrøði. Hetta vísir, at alsamt fleiri føroyingar ynskja at keypa umhvørvisvinarligar vistfrøðiligar matvørur í leysari vekt.

 

 

Opið ein leygardag um mánaðin

Talið av limum er serliga vaksið síðani handilin hjá VistGrøði læt upp í Tróndargøtu 53 í Havn síðsta summar. Handilin hevur havt opið tveir dagar um vikuna, men á aðalfundinum var viðtikið, at handilin eisini fer at hava opið 1 leygardag um mánaðin.

 

Alt arbeiði í VistGrøði er sjálvboðið. Tað eru fólkini í nevndini og eldhugaðir limir, sum starvast í VistGrøði. Á fundinum varð eisini viðtikið, at limagjaldið ikki verður broytt. Limagjaldið er 100 kr. árliga.

 

 

Nýggja nevndin

Onkrar broytingar vóru í nevndini hjá VistGrøði. Ingilín D. Strøm varð vald í nevndina, meðan Haldis Johnsdóttir Carlsson tók seg úr nevndini, men kortini bleiv verandi eykalimur. Annika Bolton Mortensen tók seg úr nevndini. Durita Muller Thomsen, Claudia Bjarnastein og Fríða Hansen vóru valdar í ein arbeiðsbólk at arbeiða saman við verandi eykalimum.

 

Nevndin fer at skipa seg á næsta fundi, men í nevndini hja VistGrøði sita nú:

 

Borghild Á Fløghamri, Martin Á Fløghamri og Ingilín D. Strøm. Eykalimir eru Sanna Andrassardóttir Dahl, Haldis Johnsdóttir Carlsson. Arbeiðsbólkur: Durita Muller Thomsen, Claudia Bjarnastein og Fríða Hansen.