tikið uppá ráð, tá avtalan við danir viðvíkjandi útlendskum ítróttafólkum í Føroyum verður gjørd. Sum løgmaður vísir á í brævinum, hevur landsstýrismaðurin onga formella skyldu »at fylgja til- ella frámælum [...] viðkvæmt. Feløgini verða rikin av ítróttarleiðarum, ið einans virka av áhuga. Um landsins myndugleikar ikki vísa skynsemi í hesum máli, kunnu teir forkoma stórum parti av virkseminum í ítróttafeløgunum. Tí [...] í Innlendismálum at fáa greitt hetta málið skjótast gjørligt, so feløg innan hesar ítróttagreinar ikki enda í somu støðu sum fótbóltsfeløgini undan hesum kappingarárinum.
men hann slapp ikki út, tí ein bilur varð settur frammanfyri útkoyring hansara. Hann visti sær ikki onnur ráð enn at boða løgregluni frá, men trupulleikin var bert tann, at ikki bar til at fáa fatur á [...] var so mikið ávirkaður, at hann slapp ikki at halda fram í bilinum. Hann fekk ein bót á staðnum, samstundis sum bilurin varð tikin í varðveitslu. Maðurin fær ikki bilin aftur, fyrrenn bótin er goldin! [...] sjálvur fram til mannin sum hevði framt herverkið. Talan var um ein tilkomnan mann. Óskynsom parkering Stutt eftir midnátt leygarkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um ein bil, sum stóð ikki serliga væl
landsstýrismaðurin vísir á, kunnu vit gloyma alt um. Føroysk ítróttarfelag hava ikki ráð at útvega sær útlendska hjálp, um hesi ikki fáa eitt arbeiði í Føroyum. Trivnaður, arbeiði og harvið tað fíggjarliga hjá [...] útlendingar koma til Føroya at íðka ítrótt, so má minsta kravið vera, at teir hava eitt arbeiði at fara til, og at teir gerast ein natúrligur partur í føroyska samfelagnum. Eg dugi ikki at síggja, at ítrótturin [...] eru, at skulu útlendingarnir trívast í Føroyum, so mugu hesir sleppa til arbeiðis beinanvegin. Teir eru langt heimanífrá, komnir til eitt nýtt land við aðrari mentan og øðrum máli. Tí er arbeiðsplássið
olitikk, har millum anað verður mælt til, at útlendingar skulu læra føryskt mál og mentan. Arbeiðsbólkurin mælir til at fimm ítøkilig tilrøk verða sett í verk til tess at útlendingar verða integreraðir [...] setast, sum kann veita ymsu myndugleikunum ráð um integratión. Eyka undirvísing skal setast i verk í skúlanum, so at innflytarabørn kunnu læra føroyskt. Eggjast skal til, at innflytarar senda síni børn undir [...] myndugleikar, er at tey ikki skilja hvønn annan. Og síðst, men langt frá minst, so skulu innflytarar á eitt byrjunarseið innan føroyskt mál, mentan og samfelagsviðurskifti. Og fyri at fáa ikki-tíðaravmarkað u
Tokyo til Beijing, men ikki fyrr enn nú er nakað komið burturúr. Politiskir eygleiðarar siga, at tey bæði búskaparligu stórveldini hava nógv at tosa um. Eitt nú eru tey ósamd um rættindini til gassið [...] Sjáldsom vitjan Eftir innbjóðing frá japanska forsætisráðharranum, Yasuo Fukuda, hevur kinesiski forsetin, Hu Jintao, gjørt av at fara til Japan at vitja næsta ár. Seinast ein kinesiskur forseti [...] er óheppin fyri iranska samfelagið og tænir ikki landsins áhugamálum í altjóða høpi. Blaðið skrivar eisini, at atburðurin hjá forsetanum elvir til spjaðing innanlands. Útlendskir eygleiðarar halda
millum økini, so øll økismenning ikki dettur á gólvið av berari kapping millum økini. ? Men fólk mugu gera sær greitt, at eg ætli ikki, at vit skulu hittast fyri at leggja ráð móti Havnini. Vit skulu hittast [...] stig til. Talan var um nakrar fundir millum tingfólk í útjaðaranum, har hesi tosaðu um ymisku trupulleikarnir í útjaðaraøkjunum og royndu at koma við boðum uppá, hvussu hesir kundu loysast. Ikki ímóti [...] tilmælunum í álitunum báðum út í verki. ? Orsøkin til, at alt endar í miðstaðarøkinum er, at tá ein nýggjur stovnur verður settur á stovn, peningur skal býtast út til vegagerð ella okkurt líkandi, fara tingfólkini
um, har lutfalsliga nógv børn geva størri útreiðslur til barnaansing og fólkaskúla – eins og lutfalsliga nógv eldri fólk geva størri útreiðslur til eldraøkið. - Tá ið hugt verður at fólkabýtinum, sæst [...] at bjóða sínum íbúgvum tænastur. - Kommunur við høgum inntøkum og lágum útreiðslum hava soleiðis ráð til lutfalsliga lágt skattastøði og høgt tænastustøði, samstundis sum minni hepnar kommunur mugu antin [...] hóskandi – og alneyðugt er at ansa eftir, at útreiðsluútjavningin ikki verður ov torskild. Kanska missir skipanin nakað av rættvísi, tá ið alt ikki verður tikið við í útreiðsluútrokningina, men hetta er kostnaðurin
kaffi, te og køkur – og saft til børnini (hav egnan kopp við). Tey, sum eru óroynd, ivast kanska í, hvat havast skal við, so her eru nøkur ráð: Svimjidrakt/svimjibuksur Lastikk til hárið Húgvu Stórt handklæði [...] Gongutúrur eftir fjallatindum av Skála til Strendur Møtast við bygdahúsið á Strondum kl. 14, har bussur koyrir øll inn til Gjógvará á Skála. Frá Gjógvará verður farið til gongu eftir varðagøtuni niðan á Se [...] Hetta er ein vika við tiltøkum til øll, frá tí yngsta til tann elsta. Øll tiltøkini á Útivikuni eru ókeypis, undantikið saunagos, sum kann roynast fyri sámiligan prís. Á skránni í ár hevur ein listaframsýning
í Nilánni. Hevur tú ætlanir at flyta heimaftur til Føroya? Eg eri føroyskur tænastumaður í farloyvi til og við mars 2008, so tað verður tað helst til. Og dóttirin skal ganga nøkur ár í føroyskum skúla [...] grønmeti afturvið øllum máltíðum. Og so eru tey púra vill við at veiða smáfugl til matna, og tað smakkar eisini væl. Kryddað, men ikki sterkt. Tú fær øll sløg av “sydfruktum” og í løtuni eru jarðber at fáa. Hvussu [...] eri ráðgevi fyri leiðsluna í aðalráðnum viðvíkjandi menning av umsitingini, sum skal miðspjaðast til tess at koma nærri borgaranum í einum landi. Hóast landið er meira enn 20 ferðir størri enn Danmark
Eg kom til Onglands í 2001. Tað var so, at eg hevði verið úti í heimi og fjakka, og ætlaði at ferðast enn meir. Tískil fór eg til London. Her ætlaði eg at vinna mær pening, soleiðis at hevði ráð at ferðast [...] eru nakrir føroyingar sum ganga her, men vit síggjast ikki so nógv, av tí at universitetið er so stórt. Her læri eg til sniðgeva í binding. Tað er ikki so, at vit bara læra at binda siðbundnar troyggjur [...] bindi nógv til mótasýningar her í London, men hetta er altíð torført at selja, tí støddirnar eru so løgnar. Tað er so, at tá ið tú ger klæði til eina mótasýning í London, skalt tú gera klæðini til modellir