Útjavning
Í samandrátti og niðurstøðu síni vísir Búskaparráðið á, at Føroyar hava eina tvístreingjaða myndugleikaskipan við landsmyndugleika og kommunalum myndugleika.
- Kommunalu myndugleikarnir veita ein stóran part av vælferðartænastunum og fylla nógv í almenna búskapinum – og væntandi er, at kommunurnar fara at fylla enn meira, sum tíðin gongur.
Ráðið vísir á, at inntøkur og útreiðslur eru ójavnt býttar millum føroysku kommunurnar.
- Útrokningar vísa eitt nú, at íbúgvar á Streymoynni høvdu eina miðalinntøku upp á 174.244 krónur, meðan íbúgvar á Sandoynni bert høvdu eina miðalinntøku upp á 132.462 krónur í ár 2006.
Ymiskar útreiðslur
Útreiðslurnar hjá kommununum eru eitt nú tengdar at fólkabýtinum, har lutfalsliga nógv børn geva størri útreiðslur til barnaansing og fólkaskúla – eins og lutfalsliga nógv eldri fólk geva størri útreiðslur til eldraøkið.
- Tá ið hugt verður at fólkabýtinum, sæst, at 12% av íbúgvunum í Suðuroynni vóru 70 ár, meðan talið í Eysturoy einans var 10% í ár 2006.
Búskaparráðið vísir á, at kommunurnar í Streymoynni sambært miðalinntøkunum fáa meira í kommunuskatti enn kommunurnar í Sandoynni – við sama skattaprosenti.
- Kommunurnar í Suðuroynni hava størri útreiðslur til eldraøkið enn kommunurnar í Eysturoynni.
Ráðið vísir á, at hesin ójavni millum kommunurnar í Føroyum ger, at tær hava ymiskar fyritreytir at bjóða sínum íbúgvum tænastur.
- Kommunur við høgum inntøkum og lágum útreiðslum hava soleiðis ráð til lutfalsliga lágt skattastøði og høgt tænastustøði, samstundis sum minni hepnar kommunur mugu antin hava eitt lutfalsliga høgt skattastøði – ella lágt tænastustøði.
Útjavningarskipan
Búskaparráðið sigur, at hesin ójavni elvir til ósamsvar í livistøðinum.
- Fara kommunurnar at fylla uppaftur meira í almenna búskapinum, verður munurin enn størri. Tí verður neyðugt við kommunalari útjavningarskipan, um bøtast skal um henda ójavna.
Ráðið er tí sannført um, at landsins politikarar eiga at skipa eina millumkommunala útjavningarskipan, har kommunurnar rinda til hvørja aðra innanhýsis og soleiðis útjavna útreiðslutørv og inntøkur.
- Útjavningin eigur at verða stór, tú tess størri útjavningin er, jú meira líkt verður tænastustøðið í kommununum.
Sambært niðurstøðuni í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum verður tí mælt til eitt utjavningarstig áljóðandi umleið 90%.
- Inntøkuútjavningin er rættiliga greið í einari millumkommunalari útjavningarskipan, men útreiðsluútjavningin krevur meira umhugsni. Neyðugt verður at áseta útreiðslutørvin í hvørjari einstakari kommunu.
Hinvegin, sigur ráðið, at støða má takast til,
hvørjar útreiðslur skulu við í útjavningina, og her kann eitt nú talan gerast um aldurstreytaðar útreiðslur, sosialt treytaðar útreiðslur og landafrøðiliga treytaðar útreiðslur.
Einføld skipan
- Okkara sannføring er, at ein einføld kommunal útjavningarskipan er best hóskandi – og alneyðugt er at ansa eftir, at útreiðsluútjavningin ikki verður ov torskild. Kanska missir skipanin nakað av rættvísi, tá ið alt ikki verður tikið við í útreiðsluútrokningina, men hetta er kostnaðurin fyri at hava eina greiða útjavningarskipan, sum bæði kommunustýri og borgarar hava lætt við at skilja.
Búskaparráðið sigur, at áðrenn ein millumkommunal útjavningarskipan verður sett á stovn, mugu kommunurnar skipast í størri eindir.
- Tænasturnar eru ódýrari at framleiða, tá ið eindirnar eru størri. Haraftrat eigur kommunalur landsstuðul at verða avtikin í størst møguligan mun, eins og greiða má fáast á málsøkjabýtinum millum land og kommunur, sigur ráðið í síni niðurstøðu.