Útlendingar skulu læra føroyskt

Ein arbeiðsbólkur hevur handað Anniku Olsen eitt álit um integratiónspolitikk, har millum anað verður mælt til, at útlendingar skulu læra føryskt mál og mentan. Arbeiðsbólkurin mælir til at fimm ítøkilig tilrøk verða sett í verk til tess at útlendingar verða integreraðir í føroyska samfelagið á nøktandi hátt.

Fyri tað fyrsta skal ein samskipari setast, sum kann veita ymsu myndugleikunum ráð um integratión.

Eyka undirvísing skal setast i verk í skúlanum, so at innflytarabørn kunnu læra føroyskt.

Eggjast skal til, at innflytarar senda síni børn undir skúlaaldur á dagstovn, so at tey so tíðliga sum gjørligt fáa innlit í føroyska málið.

Tulkingartænasta skal setast í verk. Ein av størstu trupulleikunum hjá innflytarum í samskiftinum við føroyskar myndugleikar, er at tey ikki skilja hvønn annan.

Og síðst, men langt frá minst, so skulu innflytarar á eitt byrjunarseið innan føroyskt mál, mentan og samfelagsviðurskifti. Og fyri at fáa ikki-tíðaravmarkað uppihaldsloyvi, skulu innflytarar standa royndina í hesum byrjunarskeiði.

Tað varð upplýst á tíðindafundi í morgun.