Rókur Jákupsson Jacobsen
Eg eri ráðgevi fyri leiðsluna í aðalráðnum viðvíkjandi menning av umsitingini, sum skal miðspjaðast til tess at koma nærri borgaranum í einum landi. Hóast landið er meira enn 20 ferðir størri enn Danmark, so er landið ógviliga sentralt stýrt.
Hvussu er við málinum – dugir tú lokala málið?
Eg havi roynt at tikið eitt sindur av undirvísing í arabiskum. Men eg dugi lítið av arabiskum meiri enn tað heilt grundleggjandi. Arabiska skriftmálið er helst størsta forðingin í hesum. Eg arbeiði annars á enskum máli.
Hvat dámar tær í Egyptalandi?
Fólkið er sera gestablítt og opinskárað við humoristiskum sansi. Landið er sera vakurt í støðum og hevur eina søgu sum næstan onki annað land. Í stóran mun er søgan enn ein sjónligur partur av landinum so sum pyramidur og mangt annað. Veðurlagið er sera stabilt og heitt, man saknar næstan eitt sindur av regni, tí her er lítið av tí. Og strendurnar eru vakrar og havið fylt við korallum og litføgrum fiskasløgum.
Oyðimørkin er nakað heilt fyri seg at koyra runt í. Tú finnur faktisk grindahvalslíknandi beinagrindir, tí at stórur partur av landinum er gamalur havbotnur.
Hvussu er mentanin í Egyptalandi? – Líkist hon tí føroysku?
Nei, burtursæð frá, at tey eisini her geva sær góðar stundir, og at tey eru sera gestablíð, so haldi eg ikki, at mentanin líkist tí føroysku. Og tó, teimum dáma væl at syngja og dansa, sjálvt um løg og trin eru sera ymisk frá okkara. Teir hava góðar rithøvundar, Mahfouz og aðrar, og teir egyptisku filmarnar (t. d. The Yacoubian Building) eru betri enn teirra umdømi. Hesir eru sera kenslubornir.
Hvussu er maturin í Egyptalandi?
Sum maturin í Miðeystri annars, og eins og í Føroyum, verður altíð lagt nógv fyri. Ein verða her kann saktans føða tvey fólk. Nógv verður etið av lambi og geit, men her er eisini nógvur góður fiskur og neytakjøt. Vit eta brún rís og gott grønmeti afturvið øllum máltíðum.
Og so eru tey púra vill við at veiða smáfugl til matna, og tað smakkar eisini væl. Kryddað, men ikki sterkt. Tú fær øll sløg av “sydfruktum” og í løtuni eru jarðber at fáa.
Hvussu er veðrið í Egyptalandi?
Sól hvønn dag at kalla. Ov heitt um summarið (upp í 35-40 og meira), men herligt restina av árinum. Í løtuni er eitt sindur kølið við bert 20-25 hitastigum! Regn síggja vit 2-3 ferðir um árið, men bert sum smá æl, so tað forslær onki. Tey líta heilt upp á vatnið frá fjøllunum í Afrika og í Nilánni.
Hevur tú ætlanir at flyta heimaftur til Føroya?
Eg eri føroyskur tænastumaður í farloyvi til og við mars 2008, so tað verður tað helst til. Og dóttirin skal ganga nøkur ár í føroyskum skúla frá komandi summari.
Fakta:
Navn: Tommy Petersen
Føddur: 16. august 1949
Føðistaður: Næstved, Danmark
Besti matur:
Føroyskur: Alt uttan sild
Útlendskur: Dalbhat (nepalskur rættur), frískar nýggjar dadlur, gular ertrar og eitt gott danskt morgunmatarborð.
Útbúgving: Eg varð útbúgvin sersjantur í danska herinum í 1969 í Sønderborg. Í 1974 varð eg útbúgvin sosialráðgevi í Esbjerg Sosiale Højskole. Í 1984 tók eg løgfrøðiligt embætisprógv (Cand. jur.) á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn.
Starv: Ráðgevi í egyptiska Umhvørvismálaráðnum í Kairo
Motto: Tað ljóðar so kongaligt at hava eitt motto, men eg seti prís upp á ærligheit, sjálvironi, treiskni og arbeiðssemi.