álit á leiðsluni. Tað er at gera seg inn á demokratiið, og er ein partur av taktiska spælinum, har tann veiki vónar at vinna sum frálíður. - Tann taktiska støðan hjá hinum flokkunum er helst, at Sambandsflokkurin [...] Vald kann vera vandamikið - Fyri ein uttanfyristandandi er tingið ein ógvuliga afturlatin heimur. Tá tú kemur inn um tinggátt, verður tú varur við, hvussu stórt vald ein fólkavaldur persónur kann fáa. Tað [...] keðiligt,ikki at sleppa at mynda framtíðarsamfelagið. - Tað er kortini torført at gevast, tí tá ein hevur fingið politisku ?bacilluna³ er torført at sleppa av við hana aftur. Eg havi umhugsað at halda fram,
lumman, so eg fekk runnið, sigur hann. – Tað er kampviljin, sum er umráðandi. Ein má stríðast ímóti sjúkuni, tí tað er ikki bert uppgávan hjá læknanum at gera ein frískan. Tey gera sjálvsagt sín part, men [...] rørslan er ein partur av viðgerðini. Øll rørsla er góð og øll fótafetini í gerandisdegnum hava týdning. Hóast eg var púra ferdigur, eftir at eg var komin niðan trappurnar, so sá eg tað sum ein týðandi [...] veit ikki um tað er tí eg eri uppvaksin við havið, ella vanur at síggja seyð flyta seg, men tað er fasinerandi at síggja ein skarða fara saman avstað. Tí dámar mær væl at skapa tiltøk og geva fólki møguleika
børnini eru vorðin stór, er fýrverk ikki fremst í huganum longur. Mær dámar einki skot og krútroyk, so maðurin og børnini hava mest staðið fyri tí partinum. Eg vil tó siga, at tað er ein hátíðardámur á midnátt [...] Tað var ein stórsigur fyri øll, sum hava stríðst fyri javnrætti. Annars eri eg stórur fjeppari av gerandisdegnum, eri takksom fyri at hava góða heilsu, eina deiliga familju og góð vinfólk. Og hvat var k [...] á tíðini, so fýkur hon avstað sum ein rakett! Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna. Hon vísir á, at tey hátíðarhalda nýggja árið heima við hús her í Havn, eta ein betri bita saman við familju og kanska
roynt at hava virksemi til børn á fleiri støðum, so vónandi fer hetta at verða ein góð loysn. Tað hevði eisini verið ein fyrimunur, heldur hon, um børn høvdu atgongd til fleiri av upplivingunum uttan kostnað [...] Kanska verður eisini farið ein túr inn í Løgtingið at hoyra ólavsøkurøðu løgmans. Seinnaparturin verður hugni saman við børnum og familjuni í býnum, og síðan verður tað ein góður nátturabiti. Vónandi verða [...] undirhald, og at hitta vinir og kenningar í havnargøtum, áðrenn farið verður til midnáttarsangin. Hvat er tað besta við ólavsøkuni? - At hava hugnaligar dagar saman við familju og vinum og at hitta kenningar
metir tú útlitini fyri 2014? - Haldi, at útlitini eru góð. Kortini kunnu handilstiltøkini frá ES og russum gerast ein sársaki fyri okkara búskap, so tað er at vóna, at vit sleppa undan hesum tiltøkum skjótast [...] viðvíkjandi blokaduni frá ES og nú eisini lutvíst frá russum. Annars er at frøast um, at samfelagsbúskapurin gongur rætta vegin, arbeiðsloysið er minkandi, og at okkara samfelag á nærum øllum økjum telist millum [...] Hvat hevur tú at siga um árið 2013? - Persónliga hevur farna árið verið gott. Vit kundu frøast um, at onnur dóttir okkara varð gift í august. Hin giftist í 2012. So kunnu vit eisini gleðast um, at báðar
ikki svangur til handils. Lívið er nógv broytt Gerandisdagurin hjá Willy Stampe er blivin ein heilt annar, eftir at hann legði tey mongu pundini eftir seg í Danmark. - Alt er lættari nú. Nú síggi eg ikki [...] í søguna. Nú skal sovast um náttina og etast regluliga og sunt um dagin. Willy Stampe úr Klaksvík er ein nýggjur maður, eftir at hann seinasta hálva árið hevur tveitt sløk 70 pund av sær. - Tá eg fór upp [...] kost- og lívsvanarnir nógv broyttir, og Willy er minkaður so nógv, at fólk fyrstu tíðina høvdu ilt við at kenna hann aftur á gøtuni. - Avgerðin um at tapa meg, er tann besta avgerðin, sum eg havi tikið í lívinum
dygdin á fiskinum, sum virkið keypir í dag, er sera góð. Hann vísir á, at bæði svartkjafturin, lodnan, sildin og makrelurin, sum virkið keypir, eru góð, og stundum er lodnan so fesk, at teir noyðast at "goyma" [...] Virkið er nógv útbygt gjøgnum fleiri ár, og í dag kunnu 2.000 tons fara gjøgnum maskinurnar um døgnið. Fólk sita við teldum, og øll arbeiðsgongdin er nógv lættari, effektivari og betur. Hetta er ein heilt [...] kikaranum og vil hava at vita, hvat skip talan er um. - Eg koyri framvegis nógvar túrar norður á bryggjuna og hyggi, hvat gongur fyri seg, og av og á detti eg inn á gólvið til ein kaffimunn. Jákup Oluf sigur
stór løn, vit fingu tá – 900 krónur um mánaðin. - Men ein visti so altíð, hvat ein fekk, sigur Eyðun, sum fór um tey 67 árini í oktober mánaði í fjør. Tá Teistin fer av Skopun kl. 16:30 í dag, er hetta [...] haldi, at tað er í lagi at gevast soleiðis. Teir ungu mugu jú eisini sleppa framat, sigur Eyðun. Ein góð tíð Áðrenn Eyðun kom í fast starv hjá Strandferðsluni hevði hann siglt við trolara, eins og hann hevði [...] hava vit havt ein álitismann og ein skilamann, sum hevur verið ein fyrimynd hjá mongum, sigur Páll Heinesen, starvsfólkaleiðari hjá Strandferðsluni. Kennir sandoyingar Eyðun hevur fyri ein stóran part røkt
var ein góð kensla, samstundis sum eg staðfesti, hvussu ómetaliga nógv marknaðurin og bransjan sjálv broyttust hesi árini. Ein so fram úr góður túrur til Suðursveits og Italia við 17 Sangarum. Ein stór [...] býurin ein stór uppliving, har vit m.a. vitjaðu grøvina hjá Juliu, úr Shakespeare-sjónleikinum “Romeo og Julia”. Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2013? - Havi havt eitt gott ár, og ringt er at taka [...] positiva ávirkan á kommunur og land! Haldi, at stórur vandi er í, at tað almenna veksur nógv skjótari enn tað privata, tí er eitt sterkt vinnulív ein fyritreyt fyri góðari framtíð fyri vælferðarsamfelagið Føroyar
pulsinum og vita, hvat tað er, ið rørir seg úti kring landið. Tað er eisini umráðandi, at Sambandsflokkurin fer at leggja størri dent á at menna útjaðaran. Gamaní skal Havnin hava alt tað, sum ein høvuðsstaður [...] At tað verður stungið út í kortið, hvat tað er, sum vit vilja. Tann parturin av flokkinum haldi eg ikki virkar nóg væl í løtuni, sigur formansvalevnið. Flokkurin er eitt gott alternativ Johan Dahl heldur [...] hevur allar møguleikar at vinna seg heilt fram aftur. -Vit eru eitt gott alternativ, tí í dag er bert ein sambandsflokkur í Føroyum, meðan restin av flokkunum á tingi eru loysingarflokkar. Vit eru einasti