drápspart. - Samferðslan er so góð í dag, og bátarnir sigla skjótt, at er grind einastaðni, er ein lítil løta hjá grindamonnum í øðrum pørtum í landinum at fara í grind og sostatt fáa drápspart. Hann staðfestir [...] Skopunarfjørð eru allar Føroyar í verukeikanum eitt grindaøki. - Í veruleikanum er støðan tann, at er grind einastaðni, koma grindamenn allastaðni frá, bæði í rakstur og í drápið og teir fáa so eisini drápspart [...] at drápspartarnir fara við so nógvum. - Teir skulu vera hjartaliga vælkomnir í grind, men eg haldi av álvara, at vit áttu at endurskoða grindabýtið so at allar Føroyar fara at býta eftir suðuroyarmodellinum
fyri menn. Tað er ongin javnstøða, sum vit kenna tað við javnstøðulógini í Føroyum, og presidentarnir í klubbunum siga, at teir fara ikki at broyta upptøkutreytirnar. Teir siga, at tær kvinnurnar, sum vilja [...] fólkasløg inn. Harumframt argar tað fólk, at limirnir í hesum klubbunum halda væl saman. Ofta fáa limir vællønt og leiðandi størv í vinnulívinum, tí onkur annar limur situr høgt í viðkomandi fyritøku ella stovni [...] við, at sjálvsagt skal eg velja tað gamla Harvard og fara upp í klubban. Men hvørjar tankar geri eg mær persónliga um hetta valið? Sum øll skynsom fólk royni eg at viga fyrimunir móti vansum. Og tað eru
vóru 300 innbodnir gestir í veitslu í London, sum OL-nevdin skipaði fyri. Við í veitsluni vóru fólk úr øllum heiminum, sum onkursvegna eru við til at fyrireika Olympisku Leikirnar í ár. Millum gestirnar var [...] eg skuldi fara í míni føroysku klæðir, sigur Anja Jacobsen, sum tó var noydd at fáa hjálp fyri at fáa fatur á klæðunum. - Eg mátti skunda mær at fáa fatur á onkrum í Føroyum, tí skuldi eg í føroysku klæðini [...] innbjóðingini stóð, at hetta var eina gallaveitsla, og tí skuldu fólk vera fínt ílatin. Kvinnurnar skuldu vera í sokallaðum cocktail-kjóla ella í tjóðarbúna, greiðir Anja Jacobsen, sum ikki brúkti nógva tíð
tveir læknar árliga kundu fara undir kommunulæknaútbúgving í Føroyum. Í 2017 var játtanin til útbúgving; nú kunnu tríggir læknar fara undir serútbúgving í Føroyum til kommunulækna. í løgmansrøðuni verður eisini [...] úrval av heilsutænastum. Eftir fyriliggjandi ætlanum hjá samgonguni, so fer landið at yvirtaka hetta økið frá kommununum. Hesin parturin av heilsuverkinum verður reguleraður í fleiri ymsum lógin, og tí [...] eisini víst á, at tríggir nýggir kommunulæknar júst eru settir í fast starv.
kendur á føroyska tónleikapallinum í Prix Føroyum 1999, tá Flux í hvítum ketildraktum, fingu allar føroyingar at nikka við til Mr. Headless. Flux var eins og Marius Ziska í stóran mun Hans Marius, og longu [...] vakt ans væl uttanfyri føroyskt fiskimark. Marius Ziska gevur í hesum døgum nýggju fløguna Home/Heim út, ein fløga, ið kemur út í Føroyum, Danmark og Týsklandi. Tað er eingin ivi um, at umheimurin veruliga [...] Við rokkbólkinum Marius spældi hann seg í finaluna í altjóða GBOB kappingini og endaði sum besti norðurlendski bólkur á einum 6. plássi. Men tað er serliga í alternativa poppinum við bólkinum Marius Ziska
hava verið so mong donsk embætisfólk í Føroyum, men vanliga fóru tey av landinum aftur eftir lokna starvstíð. Men Sheila og Arne Juul Arnskov vórðu verandi í Føroyum – og burtursæð frá málinum, so var tað [...] hjá Ríkisumboðnum, í Havn, 97 ára gamal. Danski embætismaðurin Arne Juul Arnskov var ein kend býarmynd í Havn – eins og skotska kona hansara Sheila. Arne og Sheila giftust í 1943. Í 1964 søkir hann starv [...] Ríkisumboðnum 1. februar í 1964, og nakað seinni kom Sheila við teimum trimum synunum, Michael, Carsten og Torkil. Hetta var í tíðini, tá Mogens Wahl var ríkisumboðsamður í Føroyum, tað var hann frá 1961-72
Tvær ferðir í góðveðrinum í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna um at fólk høvdu sæð ljós í fjøllunum. Fyrru verð var beint fyri klokkan 17.30, tá ið fólk sóu ljós blinka í fjøllunum í Nólsoy. Tað var [...] leitingin avblást. Stutt eftir midnátt fekk løgreglan aftur boð um, at fólk sóu ljós í haganum oman fyri Norðragøtu, men har vistu fólk um, at tveir mans høvdu tosað um at fara ein túr í hagan. Ringt varð til [...] teir, so tann alarmurin var avblástur longu áðrenn nøkur leiting varð sett í verk. Løgreglan heitir á fólk, sum farra í hagan í myrkri og hava lykt við sær, um at siga frá, so at misskiljingar, sum hesar
stórum tiltaki, sum Rás2 skipar fyri í Vágsbotni ólavsøkukvøld. Tá fara fólkakæru Frændur at spæla live í Vágsbotni, og síðani fer Kári Cool at siga nøkur sannleiksorð í sambandi við handanina av nýggju [...] Cool, sum á ólavsøku fer at handa eina heiðursløn, sum ongantíð áður er handað í Føroyum. Tað ger hann á stórum tiltaki í Vágsbotni ólavsøkukvøld Tað ber til at gera alt upp á tann rotna mátan. Men tað [...] Nú skal ein heiðursløn handast til Ársins rock ?n rollara. Tann persónur í Føroyum, sum er mest rock ?n roll, skal heiðrast á ólavsøku, og eingin annar enn Føroya harðasti rockari, Kári Cool, skal handa
hava for nógv fólk til arbeiðis í senn, sigur Michael Boolsen, fúti. – Vit kunnu jú risikera at enda í nógvum ymsum óvæntaðum støðum. Eitt dømi er skottilburðurin sum var í Miðvági í desember í fjør. Tað er [...] tryggja, at vit ikki seta ov nógv fólk inn, so vit knappliga standa uttan fólk til tær støður, sum krevja nógva orku, sigur Michael Boolsen og vissar fyri, at løgreglan í Føroyum er væl brynjað til einhvørja [...] Seinastu mánaðirnar hevur løgreglan í Føroyum brúkt nógva orku upp á korona-tilbúgvingina, men nú er avgerð tikin um at broyta mannagongd. – Vit vilja tryggja, at vit hava neyðugu manningina, soleiðis
fegin ímóti føroyingum, siga tær. Tær koma ymsastaðni frá í Føroyum, men hava í dag tað í felag, at tær lesa til sjúkrarøktarfrøðing í Thisted. Og í sær sjálvum er hetta ein løgin og sjáldsom hending, meta [...] her í Thisted. Eg havi gingið á HF skúlanum í Klaksvík og havi síðan arbeitt í Heimarøktini í Norðoyggjum í tvey ár. Síðani setti mær fyri, at eg vildi meir, og eg søkti inn á Sygeplejeskolen her í Thisted [...] møguleikan til hesa útbúgving í Føroyum, ella kanska tey, sum bara kundu hugsað sær at roynt okkurt annað. Men eftir stendur, at tær fýra, sum av tilvild hittust í samband við lesnaðin í Danmark, uttan at vita