Vistu ikki av hvørjari aðrari

Í Thisted lesa 4 føroyrskar kvinnur til sjúkrarøktarfrøðing. Sjálvar meta tær hetta vera sjáldsom hending, tí tær vistu ikki av hvørjari aðari. Men tær hava tað í felag, umframt lesnaðin, at tær trívast sera væl í skúlanum og á staðnum sum heild

At sleppa inn á skúla at lesa til sjúkrarøktarfrøðing í Føroyum er ikki so lætt, sambært fýra lesandi á sjúkrarøktarskúlanum í Thisted. Tí vilja tær fegin vísa á skúlan í Thisted og á hendan møguleikan, tí skúlin har tekur fegin ímóti føroyingum, siga tær.
                      Tær koma ymsastaðni frá í Føroyum, men hava í dag tað í felag, at tær lesa til sjúkrarøktarfrøðing í Thisted.
                      Og í sær sjálvum er hetta ein løgin og sjáldsom hending, meta tær, tí ongin teirra visti av hvør øðrum, tá tær søktu á skúlan. Men eisini hava tær tað í felag, at tær stórtrívast á skúlanum og í Thisted.
                      Og tær vilja fegnar siga frá skúlagongdini og gerandisdegnum har.
 
Ymiskar
Heidi Joensen er 23 ár. Hon byrjaði lesturin í Ålborg, men skifti eftir einari viku, tí hon treivst ikki har, tí har var ov stórt. Hon skifti til Thisted, og angrar hetta ikki eina løtu.
- Eg valdi at flyta til Thisted eftir eina viku og hetta angri eg ikki ein minutt. Orsøkin til at eg flutti til Thisted er, at bróður vid familju býr í Hanstholm og at Thisted minnir nógv um Føroyar. Tad búgva uml. 10.000 fólk her. Eg byrjaði eina viku aftaná øll hini, men bleiv væl móttikin. Eg visti ikki, at tað vóru 3 aðrar úr Føroyum, og gjørdist eg bilsin og glað, sigur Heidi.
                      Maiken Høgnesen er 36 ár, er gift og hevur børn.
                      - Eg vildi fegin lesa okkurt og tá  eg havi arbeitt sum heimahjalp í nógv ár, var tað nærliggjandi at lesa til til sjúkrasystir. Eg hevði bert 10 floks prógv, og hevði ikki dirvi at taka HF. Á netinum sá eg, at ein kundi taka "sygeplejepakken" á vuc - tvs. danskt, enskt, samfelagsfrøði, biologi c og b, sálarfrøði og tímar a sjúkrasystraskúlanum. Klárar ein "sygeplejepakken", er ein eisini uptikin á sjúkrasystraskúlanum. Hettar er ein góður møguleiki fyri tey, sum ikki hava HF ella student, sigur Maiken.
                      Maiken Sakarisdóttir er 28 ár.
                      - Eg lesi til heilsurøktarfrøding her í Thisted.  Eg havi gingið á HF skúlanum í Klaksvík og havi síðan arbeitt í Heimarøktini í Norðoyggjum í tvey ár. Síðani setti mær fyri, at eg vildi meir, og eg søkti inn á Sygeplejeskolen her í Thisted. Eg havi tvey børn og vildi
eg tí ikki velja eitt og stórt pláss,  og sigast skal at børnini
stórtrívast, sigur Majken.
                      Anja Davidsen er 23 ár.
                      - Eg havi sjeik og ein son uppá 3 ár. Mín dreymur hevur altíð verið at lesa til sjúkrasystur. Eg valdi Thisted, tí tað ikki er ein so stórur býður, og so liggur tað tætt vid Hanstholm, so tað er lætt at ferðast ímillum
Danmark og Føroyar.
                      Og Heidi, sum kom á skúlan eina viku seinni enn hini, letur væl at skúlabyrjanini.
                      - Eg byrjaði eina viku aftaná øll hini, men bleiv væl móttikin. Eg visti ikki at tad vóru 3 arðar úr Føroyum. Vit eru 21 í flokkinum, 20 gentur og 1 drongur. Eg vil siga, at samanhaldið er gott. Vit hava lesibólkar, har vit føroyingarnir hava avtalað ikki at vera í sama bólki, fyri at koma saman við hinum. Eftir 2-3 vikur á skúlanum høvdu vit samanrystingartúr. Vit blivu koyrd út í ein skóg, har vit blivu býtt í bólkar. Har skuldu vit kappast ímóti hvørjum ørðum. Eftir kappingina grillaðu vit pylsur og hugnaðu okkum, sigur Heidi.
 
Nemt at trívast
Um staðið sum heild siga tær fýra, at á stødd er tað ikki ov stórt, nakað sum Havnin, og skjótt er at kenna seg sum heima, tí fólk eru fyrikomandi.
                      - Her er nógv at fara til um kvøldarnar og í vikuskiftunum, sigur Heidi.
- Vit búgva i einum raðhúsum og her er friðarligt, men bara 5 min. oman í miðbýðin. Tann eldri drongurin hevur bert 3 min. í skúla, hann var væl móttikin í skúlanum og hevur fingið nógvar vinir. Fakliga er hann rættiliga nógv framfarin sídan hann er komin til Danmarkar. Tann yngri byrjar i sama skúla eftrir  summarfrítíðina. Eftir skúlatíð er ansingarmøguleiki á skúlanum, heilt upp til 7. flokk.  Barnagarðurin, sum tann yngri kom í, var vanur við tvímálslig børn, so hann fall eisini skjót til. Vit eru vælmóttikin her i Thisted, tað minnir nógv um føroysk viðurskifti.Fólkini eru fryntlig og fylgja væl við, og sjálvt um her er flatt, so kennist tað ikki so nógv øðrvísi enn í Føroyum. At vit valdu Thisted var ikki heilt av tilvild, vit vilu ikki til ein stórby, mest fyri dreingirnar og vit vildu síggja sjógv. At Hanstholm liggur tætt við, ger tað nemmari at fáa pakkar úr Føroyum, sigur Maiken Høgnesen og leggur afturat, at nógvir frítíðarmøguleikar eru til ung og eldri og at í Thisted er eisini eitt ríkt trúðarlív.
- Thisted er á stødd við Tórshavn og haldi eg, at tað er gott á hátt, at ein møtir fólki aftur í býnum, sum man áður hevur sæð, og
tað minnir sostatt um føroyskt viðurskifti, sigur Majken Sakarisdóttir.

- At fáa íbúð var eingin trupulleiki. Sonurin slapp inn í dagpleygu
beinavegin, vit fluttu, og tað gekk ikki so lang tíð, til sjeikurin fekk fast
arbeiði sum maskinsmidur í Sjørring, sum liggur 6 km frá Thisted.
Vit trivust øll trý væl beinavegin, so eftir at hava verið eina tíð, keyptu
vit eini tvíhús (andelsíbúð).Her, sum vit búgva, er sera friðaligt og barnavinarligt, eingin ferðsla, og
grannarnir eru fittir og fyrikomandi, og heilsa ella práta, tá ein
hittist, og teir  eru altíð til reiðar at hjálpa,  sigur Anja.
 
 
 
Sólskinsøgur
Sum heild hava tær fýra bara gott at bera skúla og floksfeløgum og grannum, eins og fólki har á leið annars.
                      Tær vilja fegnar viðmæla skúlan til teirra, ið ikki fáa møguleikan til hesa útbúgving í Føroyum, ella kanska tey, sum bara kundu hugsað sær at roynt okkurt annað.           
                      Men eftir stendur, at tær fýra, sum av tilvild hittust í samband við lesnaðin í Danmark, uttan at vita av hvørjari aðrari, stórtrívast saman og í nýggja umhvørvinum.
 
 
 
 
 
FAKTA
 
4 útbúgvingar eru á sjúkrasystraskúlanum í Thisted:


  • Sjúkrasystir, IT/elektronikteknolog, Pædagogútbúgving og Marknaðarøkonom.

  • Skúlin er nýggjur og allir nýmótans hentleikar eru.