Allar Føroyar skuldu býtt grind sum suðuroyingar

GRINDADRÁP Vit eiga øll at fara burtur frá at hava drápspartar í grind og ístaðin skulu vit býta í heimapartar, sigur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í grindamannafelagnum

Øll í Føroyum skuldu býtt grind sum suðuroyingar gera.
Tað heldur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum.
Hann heldur at tíðin er farin frá at hava drápspartar og tí heldur hann, at tað rætta hevði verið, at øll grindaøkini ístaðin fóru at býta í heimapartar, akkurát, sum tey gera í Suðuroy.
Í Suðuroy er skipanin tann, at tá ið nakað er farið burturav til sýslumann, grindaformenn, merkjarar, vaktarmenn og onnur, sum hjálpa til, verður grindin býtt ímillum øll fólk í oynni, har øll, heilt frá reivabarninum til oldingin, fáa javntstóran part.

Eitt stórt grindaøki
Í Grindamannafelagnum hava tey av og á umrøtt spurningin um grindabýtið, men felagið er ikki komið til nakra niðurstøðu.
Men sjálvur vísir Ólavur Sjúrðarberg á, at norðanfyri Skopunarfjørð eru allar Føroyar í verukeikanum eitt grindaøki.
- Í veruleikanum er støðan tann, at er grind einastaðni, koma grindamenn allastaðni frá, bæði í rakstur og í drápið og teir fáa so eisini drápspart.
- Samferðslan er so góð í dag, og bátarnir sigla skjótt, at er grind einastaðni, er ein lítil løta hjá grindamonnum í øðrum pørtum í landinum at fara í grind og sostatt fáa drápspart.
Hann staðfestir eisini, at tað er ein ávís misnøgd við, at tað mangan er so lítið til heimapartar av tí at drápspartarnir fara við so nógvum.
- Teir skulu vera hjartaliga vælkomnir í grind, men eg haldi av álvara, at vit áttu at endurskoða grindabýtið so at allar Føroyar fara at býta eftir suðuroyarmodellinum, sigur Ólavur Sjúrðarberg.
- Hetta er ein spurningur, vit áttu at kanna gjølligari, leggur hann afturat.

Lættari at fyriskipa
Hann heldur, at ein fyrimunur við býtinum í Suðuroy er, at tað hevði gjørt tað nógv lættari at skipa raksturin og drápið.
- Tá ið drápspartar ikki verða lætnir, er heldur einki, sum eggjar monnum at flota hvørja fjøl, hvørja ferð grind er, við teirri avleiðing, at tað mangan eru alt ov nógvir bátar í rakstrinum.
Ólavur Sjúrðarberg sigur, at tað hevur víst seg, at einir 10 bátar eru væl førir fyri at reka eina grind, so tað er eingin orsøk at hava 50-100 bátar uppií.
- Tað letur seg væl gera at reka grind í Suðuroy, hóast drápspartar ikki verða lætnir sum so, og eg ivist ikki í, at tað eisini hevði latið seg gjørt norðanfjørðs, sigur hann.