Leygarkvøldið vóru 300 innbodnir gestir í veitslu í London, sum OL-nevdin skipaði fyri. Við í veitsluni vóru fólk úr øllum heiminum, sum onkursvegna eru við til at fyrireika Olympisku Leikirnar í ár. Millum gestirnar var eisini føroyska Anja Jacobsen, sum mestsum gjørdist ein av høvuðspersónunum hetta kvøldið. Hon var ílætin føroysk klæðir, og fólkunum á veitsluni dámdi klæðini hjá Anju Jacobsen so mikið væl, at hon fekk heiðurin Best dressed.
- Tey vóru øll púra ovfarin um føroysku klæðini, tí tey høvdu ikki sæð tílíkt fyrr, sigur Anja Jacobsen.
Fekk innbjóðing um dresscode
Anja Jacobsen býr í Danmark og starvast dagliga hjá altjóða oljufelagnum Amerada Hess, har hon tekur sær av umseting av ymiskum skjølum. Oljufelagið er høvuðsstuðul til OL, og tískil bleiv Anja Jacobsen boðin við í gallaveitslu leygarkvøldið, sum OL-nevndin skipaði fyri. Anja Jacobsen fekk eina innbjóðing sendandi, har tað millum annað stóð, hvussu gestirnir skuldu vera ílatnir til sjálva veitsluna.
- Í innbjóðingini stóð, at hetta var eina gallaveitsla, og tí skuldu fólk vera fínt ílatin. Kvinnurnar skuldu vera í sokallaðum cocktail-kjóla ella í tjóðarbúna, greiðir Anja Jacobsen, sum ikki brúkti nógva tíð upp á at velja sær klæðir til stóru veitsluna.
- Tað skuldi ikki sigast tvær ferðir, og so hevði eg avgjørt, at eg skuldi fara í míni føroysku klæðir, sigur Anja Jacobsen, sum tó var noydd at fáa hjálp fyri at fáa fatur á klæðunum.
- Eg mátti skunda mær at fáa fatur á onkrum í Føroyum, tí skuldi eg í føroysku klæðini, máttu tey fyrst sendast til Danmarkar, sigur Anja Jacobsen, sum tó ikki er von við at brúka føroysku klæðini til brúdleyp, føðingardagar og aðrar veitslur.
- Av tí at eg búgvi niðri, fái eg sjáldan høvi til at ganga í tjóðarbúnanum, so í løtuni er tað dóttirin, sum plagar at brúka tey.
Stórur áhugi fyri Føroyum
Kenda savnið Madame Tussauds var karmur um gallaveitsluna, sum byrjaði klokkan 20 um kvøldið og endaði klokkan 01.
- Hølini eru jú spennandi og øðrvísi, so ikki var neyðugt at pynta stórvegis. Onkrar av voksdukkunum vóru fluttar nakað, annars var alt, sum tað plagar at vera á savninum, greiðir Anja Jacobsen frá. Tá gestirnir høvdu etið teir tríggjar rættirnar, vórðu ymsar heiðurslønir latnar, og eitt nú skuldi vakrasta plaggið á veitsluni kjósast.
- Brádliga bleiv navnið hjá mær nevnt, tí í teimum føroysku klæðunum var eg kosin at vera best klæddi gesturin á veitsluni, sigur Anja Jacobsen. Verturin á veitsluni, Andrew Carson, sum eitt nú er kendur frá sendingunum 71 Degrees North hjá bretsku sjónvarpsstøðini ITV, var so mikið áhugaður í Føroyum, at hann setti Anju Jacobsen fleiri spurningar um Føroyar, tá hon var á pallinum.
- Eg fortaldi honum millum annað um tær átjan oyggjarnar, vøkru náttúruna og skiftandi veðurlagið, sigur Anja Jacobsen, sum eisini vakti stóran ans millum gestirnar á veitsluni.
- Alt kvøldið komu fólk úr øllum heiminum yvir til mín, settu spurningar og tóku myndir, tí tey vóru so bergtikin av føroysku klæðunum. Fleiri teirra vóru so mikið áhugað í Føroyum, at tey hava ætlanir um at koma til Føroya, greiðir Anja Jacobsen frá og leggur afturat:
- Eg veit longu nú um 18 fólk frá veitsluni, sum hava ítøkiligar ætlanir um at vitja Føroyar í august mánaði, so ikki kann sigast annað, enn at tað var gott, at eg valdi føroysku klæðini fram um onkran tilvildarligan cocktailkjóla.