Leitaðu í tveir tímar eftir fólki í Nólsoy

Tvær ferðir í gjárkvøldið sóu fólk ljós í fjøllunum og serliga í tí eina førinum var talan um eina heilt merkiliga tilvild

Tvær ferðir í góðveðrinum í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna um at fólk høvdu sæð ljós í fjøllunum. Fyrru verð var beint fyri klokkan 17.30, tá ið fólk sóu ljós blinka í fjøllunum í Nólsoy. Tað var á Høgoyggj, sum er hægsta punkt í Nólsoy.

Løgreglan sigur, at tann eini, sum sá ljósið, var skóti og hann helst seg kunnu lesa, at tað var onkur sum morsaði og at talan var um blunkini, sum siga SOS, altso boða frá neyðstøðu.

Bjargingarliðið í Nólsoy fór alt fyri eitt at leita, og somuleiðis varð bátur sendur at leita fram við landi. Løgreglan sigur, at tilsamans vóru eini 14 fólk við í leitingini á sjógvi og landi.

Men tað vísti seg ikki at vera nøkur neyðstøða. Heldur var talan um nakrar nólsoyingar, sum vóru farnir í fjøllini, men teir høvdu pannulykt, og tað høvdu fólk uppfata sum blink, alt eftir hvønn veg teir vendu høvdið. Og tilvildin vildi tað altso soleiðis, at tað varð uppfatað, sum at teir sendu SOS. Men úrslitið var so, at tveir tímar seinni, varð leitingin avblást.

Stutt eftir midnátt fekk løgreglan aftur boð um, at fólk sóu ljós í haganum oman fyri Norðragøtu, men har vistu fólk um, at tveir mans høvdu tosað um at fara ein túr í hagan. Ringt varð til teir, og rætt var, tað vóru teir, so tann alarmurin var avblástur longu áðrenn nøkur leiting varð sett í verk.

Løgreglan heitir á fólk, sum farra í hagan í myrkri og hava lykt við sær, um at siga frá, so at misskiljingar, sum hesar, ikki henda aftur, tí tá ið slíkar fráboðanir koma, er tað eitt stórt apparat, sum verður sett ígongd.