kunnu rinda hana. Onkur sigur, at tunnilsfeløgini eiga at verða løgd saman, soleiðis at tey sum koyra gjøgnum hinar tunlarnar eisini rinda fyri Suðuroyartunnilin. Onnur siga, at pengarnir skulu krevjast inn [...] meira. Hetta er sum at velja ímillum at taka pengarnar úr vinstra lumma ella høgra lumma. Vit blíva hvørki ríkari ella fátækari av at skifta lumma. Vit skulu tó gera okkum greitt, at Suðuroyartunnilin verður [...] og Suðuroynna skulu eisini rinda bummpengar fyri at koyra gjøgnum Sandoyartunlinum, so samlaði túrurin verður somikið dýrur, at eingin fer at hava ráð at ferðast tann vegin. Tí má ein onnur loysn finnast
við at rigga av í Gøtu. Teir hava seinnapartin lagt so nógv fyri, sum tað ber til at gera. Men máltalvan vísir, at tað er Víkingur, sum hevur vunnið 3-2. Tað ber við sær, at Víkingur er tætt við at hava [...] teir tordu at bjóða seg fram og at bjóða av. Dygst undan steðginum styrknaðu fyritreytirnar hjá ÍF, sum var í 5-4-1 útgávu, og sum var so mikið væl skipað, at tað var sera torført hjá Víkingi at spæla seg [...] landskappingini. At ÍF einki stig hevur við inn um aftur Eiðið ber við sær, at fuglfirðingar framvegis hava kós ímóti niðurflyting, um teir ikki fáa høvi í dysti ímóti liði úr næstbestu deildini at spæla um pláss
holt við at byggja 16 íbúðir á Kneysum á Toftum. Íbúðirnar koma í kjalarvørrinum av, at byggifyritøkan nýliga hevur bygt tilsamans 18 íbúðir fyri Bústaðir niðari á Kneysum. Nú er ein tíð síðan, at allar íbúðirnar [...] eigararnir av fyritøkuni, at eftirspurningurin eftir íbúðum var størri enn tær 18, sum Bústaðir lótu byggja. Helgi Johannessen, stjóri í KBH, sigur, at hetta vísti seg eisini skjótt at vera so, tí tað er longu [...] lidnar á sumri næsta ár. - Vit klára at halda tíðarætlanina, og vit klára at halda prísirnar, vit hava lovað keyarunum. Helgi Johannessen vísir á, at hóast ymiskt byggitilfar er dýrkað nógv undir koronu,
og keypa hús. Hann heldur, at bankarnir áttu at gjørt nógv meiri burtur úr at tikið ungfólk inn í bankan at greitt teimum frá, hvussu alt hongur saman við pengum. Hann sigur, at nógv ungfólk vita ikki, hvussu [...] heilt grundleggjandi, at fólk hava atgongd til kontantar pengar. Tað er ein grundleggjandi rættur, sum Løgtingið eigur at standa saman um at verja, sigur hann. Hann sigur, at hann tekur ikki undir við tí [...] nakað við bara at hava eitt gjaldskort í hondini. Tað fært tú bara við at hava pengar í hondini. Tað er rættiliga grundleggjandi at hava skil á pengum, tí øll okkara tilvera grundað á, at vit hava fíggjarligt
tað verið nóg mikið til at sissa tey, at vit hava boðað teimum frá, at vit hava einki sum helst við grindadráp at gera. Men springaradrápið á Skálaførðinum var so ógvusligt, at tað er ikki nóg mikið longur [...] Hann sigur, at tað, sum er øðrvísi nú, er at nú eru tað viðskiftafólkini sjálvi, sum gera vart við seg. Áður hava tað verið umhvørvisfelagsskapir, sum hava heitt á viðskiftafólk um at gevast at keypa okkara [...] viðskiftafólkini sjálvi, sum klaga til okkara – og sum hálvavegna hótta við at gevast at keypa frá okkum. Og Regin Jacobsen sigur, at talan er viðskiftafólk, sum keypa heilt nógv og sum sostatt hava alstóran
Nú sær út til, at okkurt er at síggja, og vit eru í holt við at kasta. Aksel Mikkelsen sigur, at tá fiskiskapurin ikki er betri, enn hann hevur verið higartil í vertíðini, er umráðandi, at skip eru við, [...] hevði verið, at fiskurin verður gamal, og tað gongur ikki, tí vit vilja sjálvsagt landa alt til matna. Skiparin veit at siga, at nú teir fiska í norskum sjógvi, siga norskar reglur, at fiskurin skal bjóðast [...] á Finni Fríða, at fiskiskapurin ongantíð veruliga er byrjaður, men hann sigur seg vóna, at fiskiskapurin verður betur so hvørt, sum heystið gongur. - Tað merkist týðiliga, at minni er at fáa av makreli
Hann sigur, at tey, sum siga hetta, hava ikki sett seg inn í málið. Hetta fer at tryggja, at skúlin framhaldandi verður í Suðuroy, sigur landsstýrismaðurin. Hann sigur, at talan er als ikki um at seta eina [...] starvsfólkum í eldrarøktini og fyri at bøta um tað, ætlar hann at heilsuskúlin skal skipa fyri fjarundirvísing, so at fólk kunnu sita norðan fyri og fylgja við. Hetta hevur elvt til mótstøðu, tí politikarar [...] Hetta er ikki fyrsta stigið at flyta Heilsuskúlan úr Suðuroynni. Tvørtur ímóti fer hetta at læsa skúlan í Suðuroynni. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum. Tað er stórt trot á starvsfólkum
og hon dylir ikki fyri, at vil flyta kirkjuna, tí hon heldur ikki, at tað er rætt at byggja við Sandá. Hon sigur, at fólk hava fingið ta fatan, at nú er málið komið so langt, at tað vendst ikki aftur. Men [...] sigur hon. Sjálv heldur hon, at kirkjan hevði ligið væl á Argjahamri, har býráðið eisini ætlar at gera eina viðarlund. Men Heðin Mortensen sigur, at nú er tað ov seint at broyta meining, tí kirkjuráðið [...] Mortensen sigur, at tey hava tosað við kirkjuráðið um at flyta kirkjuna onkra aðrastaðir, men tað eru tey ikki sinnað til, tí nú hava tey útvegað øll tey kravdu loyvini. Heðin Mortensen sigur, at tá ið tey ikki
kortini gjørt av, at broyttu leiðreglurnar skulu vera galdandi við afturvirkandi virknaði. - Øll vita, at tað er ein stór broyting fyri eitt barn at fara í skúla, og vit harmast tí um, at børn í Tórshavnar [...] Tórshavnar kommunu - eftir at hava brúkt eitt ár at venja seg við at ganga í skúla og fáa nýggjar vinir - nú skulu flytast í annan skúla. Tey, sum hava skrivað undir mótmæli, halda, at Tórshavnar kommuna við hesum [...] - ella, tíggju mánaðir eftir, at børnini vórðu skrivað inn í forskúla og tríggjar mánaðir eftir, at børnini vóru byrjað í skúlanum. Í mótmælinum verður eisini víst á, at hóast foreldur og børn ikki kundu
sum gjørdi um seg. Men síðani er omikronvarianturin farin at herja og nú er niðurstøðan, at tað ikki longur er nøkur heilsufaklig orsøk til at varðveita skipanina við koronupassi, og sostatt varð tað avtikið [...] verið hart ímóti at skipanin við koronupassið varð sett í gildið og nú tað er avtikið aftur, rør Miðflokkurin á heimasíðu síni upp undir, at løgmaður skal biðja Føroya fólk umbering fyri at hava elvt til [...] spjaðing og fyri at hava frælsistikið fólk óneyðugt. Tað hevur ikki eydnast at fáa fatur á Jenisi av Rana, formanni Miðfloksins. Men Bill Justinussen, formaður fyri Miðflokkin á Løgtingi, sigur, at hetta er eitt