Staðfesting: Argja Kirkja verður ikki flutt

Á seinasta býráðsfundi í Havn varð ført fram, at tað er ikki ov seint at broyta meining - men tað er tað

Nakað soleiðis fer Argja Kirkja at taka seg út. Her er hon sett heilt uppi undir Støðlagøtu, so langt niðan frá Sandá, sum tað slepst á stykkinum

Argja Kirkja verður ikki flutt. Tað staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Nógv kjak hevur verið um ætlanina at byggja nýggja kirkju við Sandá. Eisini á seinasta býráðsfundi í Havn varð málið eisini til umrøðu.

 

Tað var Elsa Berg, býráðslimur fyri Tjóðveldi, sum vildi hava málið til umrøðu á býráðsfundi og hon dylir ikki fyri, at vil flyta kirkjuna, tí hon heldur ikki, at tað er rætt at byggja við Sandá. Hon sigur, at fólk hava fingið ta fatan, at nú er málið komið so langt, at tað vendst ikki aftur. Men tað afturvísir hon, tí hon sigur, at enn er endaliga avgerðin ikki tikin og so leingi endaliga avgerðin ikki er tikin, er tað ikki ov seint at broyta meining.

 

– Vit hava valt eina staðseting, sum ikki er hóskandi og tí mugu vit fáa málið aftur á beint og finna eina aðra staðseting - og tað skal gerast saman við kirkjuráðnum, sigur hon. Sjálv heldur hon, at kirkjan hevði ligið væl á Argjahamri, har býráðið eisini ætlar at gera eina viðarlund.

 

Men Heðin Mortensen sigur, at nú er tað ov seint at broyta meining, tí kirkjuráðið hevur fingið øll neyðug loyvi til vega frá friðingarmyndugleikunum – og tey hava eisini fingið fyribils byggiloyvi frá býráðnum. Málið er til viðgerar í byggi- og býaraskipanarnevndini hjá býráðnum, men endamálið við tí viðgerðini er ikki at finna eina nýggja staðseting. Endamálið við viðgerðini er at seta treytir til kloakkviðurskiftini, vatnviðurskiftini, og annað. Tá ið tey viðurskiftini eru fingin í rættlag, verður endaliga byggiloyvi avgreitt.

 

Heðin Mortensen sigur, at tey hava tosað við kirkjuráðið um at flyta kirkjuna onkra aðrastaðir, men tað eru tey ikki sinnað til, tí nú hava tey útvegað øll tey kravdu loyvini. Heðin Mortensen sigur, at tá ið tey ikki eru sinnað til tað, er einki at gera eftirsum øll loyvi longu eru givin.

 

Tað, sum er til umrøðu nú, er ikki at flyta kirkjuna av økinum við Sandá. Tað, sum er til umrøðu, er at flyta kirkjuna longur burtur frá sjálvari ánni – men á sama matrikkulnummari, og tað er ein spurningur, sum verður umrøddur nú.  

 

Nakað soleiðis fer Argja Kirkja at taka seg út. Her er hon sett heilt uppi undir Støðlagøtu, so langt niðan frá Sandá, sum tað slepst á stykkinum