Víkingur hevur hondina á silvurkrónunum

Tað var avgerandi fyri fuglfirðingar, sum leingi vóru á sigurskós, at dómarin vísti liðformannin av vøllinum

Lítla løtu undan steðginum er tað Hans Jákup J. Lervig, sum her leggur ÍF á odda ímóti Víkingi, sum við 3-2 sigri tók seg heilt nær silvurkrónunum

Fuglfirðingar eru við at rigga av í Gøtu. Teir hava seinnapartin lagt so nógv fyri, sum tað ber til at gera. Men máltalvan vísir, at tað er Víkingur, sum hevur vunnið 3-2. Tað ber við sær, at Víkingur er tætt við at hava tryggjað sær silvurkrónurnar í landskappingini.

 

At ÍF einki stig hevur við inn um aftur Eiðið ber við sær, at fuglfirðingar framvegis hava kós ímóti niðurflyting, um teir ikki fáa høvi í dysti ímóti liði úr næstbestu deildini at spæla um pláss í bestu deildini.

 

Einki er at siga til, at ÍF spælararnir eru sera vónbrotnir. Teir vístu sovornan hugburð í dag, sum teir sjáldan ella helst ongantíð fyrr í ár hava víst. Teir runnu sera nógv, teir vóru stinnir í nærdystunum, og teir tordu at bjóða seg fram og at bjóða av.

 

Dygst undan steðginum styrknaðu fyritreytirnar hjá ÍF, sum var í 5-4-1 útgávu, og sum var so mikið væl skipað, at tað var sera torført hjá Víkingi at spæla seg til heilt upplagdar málmøguleikar.

 

Karl Løkin legði við horna innfyri úr vinstru, og við fremra stólpa var tað Hans Jákup J. Lervig, sum við høvdinum snittaði bóltin, so hann sigldi í handara síðunetið.

 

Víkingur pressaði nógv fyri at svara aftur, men tað gekk illa at fáa mál. Gunnar Vatnhamar stútaði eftir horna í tvørtræið, og so stakk bólturin niður í vøllin. Heimamenninir vildu vera við, at bólturin var innanfyri strikuna, men tað vóru Eiler Rasmussen og hjálpardómarin ikki samdir við teimum í.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað heilt dystaravgerandi, tá ið ÍF liðformaðurin Karl Løkin sá beinleiðis reytt kort. Hann rakti ikki mótstøðumannin, men dómarin vildi vera við, at talan var um vandamikið spæl, tá ið Karl royndi at takla.

 

At teir vóru 10 ímóti 11 bar við sær tunga mótbrekku hjá fuglfirðingum, ið stríddust sum fyri lívinum. Víkingur javnaði við brotssparki, sum Atli Gregersen setti í netið, og seks minuttir seinni var 3-1 til Víking. Málskjúttar vóru Arnbjørn Svensson og Jákup Johansen.

 

Bogi Reinert Petersen minkaði tríggjar minuttir undan leikloki um munin til 3-2. So spentu fuglfirðingar álopsbogan í botn, men tað eydnaðist ikki at javna.

 

Lítla løtu undan steðginum er tað Hans Jákup J. Lervig, sum her leggur ÍF á odda ímóti Víkingi, sum við 3-2 sigri tók seg heilt nær silvurkrónunum