Súsanna Dal Jákupsdóttir og Torkil Olsen handaðu tíðliga seinnapartin í dag borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Heðini Mortensen, 340 undirskriftir. Myndina tók Álvur Haraldsen.

340 undirskriftir: Vilja eina virðiliga loysn fyri børnini

- Í fyrstu syftu heita vit á Tórshavnar kommunu um at finna eina virðiliga loysn, soleiðis at tey 22 børnini, sum nú ganga í forskúla, kunnu halda fram í fyrsta flokki saman við sínum floksfeløgum.

 

Súsanna Dal Jákupsdóttir og Torkil Olsen handaðu tíðliga seinnapartin í dag borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Heðini Mortensen, 340 undirskriftir. Myndina tók Álvur Haraldsen.

Tíðliga seinnapartin í dag handaðu Súsanna Dal Jákupsdóttir og Torkil Olsen borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Heðini Mortensen, 340 undirskriftir sum mótmæli ímóti broyttu leiðreglunum fyri innskriving av børnum í skúlarnar í kommununi.

Í mótmælinum verður sagt, at broyttu reglurnar hava við sær, at 22 forskúlabørn verða koyrd úr skúlanum, tey ganga í og noyðast í annan skúla, tá 1. flokkur byrjar eftir summarfrítíðina.

Tá undirskriftirnar vórðu handaðar, upplýsti Súsanna Dal Jákupsdóttir, at talan er um 10 børn í Sankta Frans Skúla og 12 børn í Skúlanum á Fløtum, sum fyribils eru rakt av nýggju reglunum.

 

- Nýggju leiðreglurnar vórðu kunngjørdar í november í 2021 - ella, tíggju mánaðir eftir, at børnini vórðu skrivað inn í forskúla og tríggjar mánaðir eftir, at børnini vóru byrjað í skúlanum.

 

Í mótmælinum verður eisini víst á, at hóast foreldur og børn ikki kundu vita um hesa broyting, tá innskrivingin fór fram, hevur Tórshavnar kommuna kortini gjørt av, at broyttu leiðreglurnar skulu vera galdandi við afturvirkandi virknaði.

 

- Øll vita, at tað er ein stór broyting fyri eitt barn at fara í skúla, og vit harmast tí um, at børn í Tórshavnar kommunu - eftir at hava brúkt eitt ár at venja seg við at ganga í skúla og fáa nýggjar vinir - nú skulu flytast í annan skúla.

 

Tey, sum hava skrivað undir mótmæli, halda, at Tórshavnar kommuna við hesum hevur sett til síðis trivnaðin hjá børnunum, og tey halda ikki, at avgerðin á nakran hátt tekur atlit til barnsins besta, sum tikið verður til.

 

- Í fyrstu atløgu heita vit á Tórshavnar kommunu um at finna eina virðiliga loysn, soleiðis at tey 22 børnini kunnu halda fram í fyrsta flokki saman við sínum floksfeløgum.

Í aðru atløgu heita tey á Tórshavnar kommunu um at finna eina varandi loysn, ið tryggjar, at børn, sum verða skrivað inn í forskúla í framtíðini, eisini fáa eitt støðugt skúlatilboð, ið hevur trivnaðin hjá barninum í miðdeplinum.

 

Borgarstjórin, Heðin Mortensen, sum tók ímóti undirskriftunum, takkaði Súsonna Dal Jákupsdóttir og Torkili Olsen fyri undirskriftirnar og fyri, at tey vísa hesum máli áhuga. Í aðrari grein á In.fo verður víst á, hvat borgarstjórin hevði at siga.

 

Súsanna Dal Jákupsdóttir og Torkil Olsen handaðu tíðliga seinnapartin í dag borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Heðini Mortensen, 340 undirskriftir. Myndina tók Álvur Haraldsen.