Korona: Hetta er tápuligt

Sjálvandi skal løgmaður ikki biðja Føroya fólk um umbering, sigur tingmaður fyri Miðflokkin

Tað vakti miklan ans, tá ið Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, boðaði frá, at ein skipan við koronupassi varð sett í gildi. Men nú ein dagin boðaði hann so aftur frá, at nú er tað sett úr gildið aftur.

 

Skipanin við koronupassi varð sett í gildið í eini tíð, tá ið tað var delta-varianturin av koronu, sum gjørdi um seg. Men síðani er omikronvarianturin farin at herja og nú er niðurstøðan, at tað ikki longur er nøkur heilsufaklig orsøk til at varðveita skipanina við koronupassi, og sostatt varð tað avtikið.

 

Í Miðflokkinum eru tað fleiri, sum hava verið hart ímóti at skipanin við koronupassið varð sett í gildið og nú tað er avtikið aftur, rør Miðflokkurin á heimasíðu síni upp undir, at løgmaður skal biðja Føroya fólk umbering fyri at hava elvt til spjaðing og fyri at hava frælsistikið fólk óneyðugt.

 

Tað hevur ikki eydnast at fáa fatur á Jenisi av Rana, formanni Miðfloksins. Men Bill Justinussen, formaður fyri Miðflokkin á Løgtingi, sigur, at hetta er eitt sjónarmið hann als ikki tekur undir við.

 

Hann staðfestir, at tað eru ymsar meiningar í Miðflokkinum um koronupass, men sjálvur tók hann undir við tí. Men hann kallar tað enntá tápuligt, at siga, at løgmaður skal biðja Føroya fólk um umbering og hann leggur afturat, at hatta er lagt á heimasíðuna uttan at hann er eftirspurdur.

 

Tað líkist svarta ongum, at ein flokkur í samgonguni skal biðja aðrar flokkar í samgonguni um eina umbering fyri nakað, landsstýrið hevur sett í gildið, sigur Bill Justinussen.

 

Hann sigur, at korona er ikki nakað, vit hava nakrar royndir við og tí trilva vit okkum fram alla tíðina. Vit gera okkara besta, men korona er eitt fullkomiliga ókent fyribrigdi og tað er ikki altíð, vit raka rætt, men eingin fær gjørt meiri enn sítt besta, leggur Bill Justinussen afturat.

 

Hann ásannar, at koronupassið er ikki viðkomandi longur, men tað var avgjørt viðkomandi tá ið tað varð sett í gildið. Hann sigur, at tá ið koronapassið varð sett í gildið, var omikron-varianturin ikki komin fram og tá var tað avgjørt hóskandi at seta eina skipan fyri koronupassi í gildið, sigur Bill Justinussen.