lestrarvilja. Og hvat er tá at gera hjá einari neyðar blaðlús? Hvørji ráð kann hon finna til at forða øðrum frá at turrpína lestrarhugin til deyða enn tey at seta í eitt gallróp so hvølt, at høvundurin skilur tað [...] Bergtóru Hanusardóttir og helt, at hon við hesum verkinum av álvara sýndi, at hon bæði hevði hegni og handahógv til skaldsøguskriving, ja, breyt upp úr nýggjum og legði alin aftur at teirri sponn, hon higartil [...] eitt ljósareytt fon oman á øllum, men tíbetur fekk hon p-bollar og hann tók sum sagt um onnur bróst, men kíndi ikki seg, tað veit hon, og best sum er fær vinkonan barn, so hon noyðist at giftast, men tíbetur
meðan teir skóru upp, var tað onkur sum helt, at best mundi vera at skunda sær eitt sindur, tí ikki var vist, at veðrið fór at halda sær. Teir avgjørdu so at fara beinanvegin, sjálvt um tað var seint á kvøldi [...] royndu at tveita grind út fyri at lætta um. Men tað kom eitt øgiliga ringt rennikavaæl, og hildið var, at tað var tá, at báturin holvdist. Múlamenn høvdu eisini verið í grind, og tað var so seint, at flest [...] við at bera grind ávegis til hús, tá hann helt seg hoyra okkurt, men hann sá einki. Tó skilti hann skjótt, at har var ikki alt, sum tað átti at vera og fekk vakt hinar. Teir fingu tá vissu fyri, at menn
gjørdu góðan túr og fóru at sigla heim. Tá ið teir komu inn móti landi biður motorpassarin Hans Jacob um at hjálpa sær at seta motorin í gongd. Tá hendir tað vanlukkuliga, at Hans Jacob verður fastur í [...] kjaki ímillum tveir menn, sum vóru komnir til ilnar, gera av, at tað var sannheit, ið annar segði, men tað skuldi einki ivamál vera í tí, at hin hevði rætt! Hann skar ígjøgnum, ein av tí rætta slagnum [...] húsunum í Havn: “So víðari oman undir Ryggi koma vit til húsini hjá gamla Wilhelm Poulsen. Hann var sjómaður og ivaðist ongantíð í, hvat hann segði. Hann var altíð fullvísur í at hava rætt. Til dømis kundi
vóru nógv um alt Nesið, og forvitnir vóru vit tá vit stardu at sólurinum á fløtuni vestantil. Vit klóraðu okkum í nakkanum og vóru sannførdir um at forfedrar okkara vóru gløggir sum fáir. Ein rættur Reynadrongur [...] stakittið tá fangarnir fóru út at fáa sær fríska luft. Vit fingu ofta eitt lítið prát við onkran. Tað var bert ein fangavørður til arbeiðis, og minnist tú Sam tá fangavørðurin skuldi oman i “Perluna” eftir døgurða [...] okkara dreingjadøgum, at ein fremmandur brennivargur kom til landið og stórskaði hendi í Tinganesi. Ì sannleika, Reynurin var ikki sum aðrir býlingar í Havnini. Skemtiligt er at minnast aftur á tá vit
verið forkunnugt at lýða á. Hendan løtan smæddist ikki burtur millum allar tær fagnaðarløtur, sum hava verið undir hennara hond. Kyldin í spælinum fekk hárið at liva, violina og klaverið at messa, ikki soleiðis [...] soleiðis at skilja, at her var eitt skerandi barokljóð, sum hennara døkka hár og livandi eygu tóku til sín, men ein yndisligur ljómur, sum festi seg í tann sjeyarmaða stakan, ið var í vegginum oman fyri altarið [...] tá ið tey hava konsert. Hetta er ein av hansara ljósastu tónsetingum og hevur fingið skotsmálið, at vera fyrsta fullkomna verk hansara; men mong vóru tey, ið hugdu við skeivum eygum eftir Grieg og hildu
borðið Við tínum føstu fetum fert tú oman á kunningarstovuna, bókasavnið, hvønn morgun at gera kaffi til teir edlu riddararnar(fermenningarnar) kring tað runda borðið og at avgreiða mál, í samband við kunningina [...] brøkur at siga. Málningar, bøkur og yrkingar Ja, Petur Martin, 6. juni verður ein stravin dagur hjá Unnu. Tá skal hon í song við einum sjeyti ára gomlum manni... og bøkurnar, ja, allar fara at brosa. Ikki [...] við bókasavnið. Hesi hús hava eina sjáldsama sál – eru grundað og reist fýra ferðir. Hygg at skjøldrunum, hygg at fólkunum far um geilarhorn, tak um hesi klinkubond - í Lamba, Vestur í Húsi, Norðuri á Høvda
hevur størst interessu í at fólk drekka nógv í Føroyum, er júst landskassin. Tað hevði verið tómligt í honum, var ongin rúsdrekkaskattur. Tá má vera nakað í tí, sum tikið verður til, at dupultmoralur er dupult [...] Føroya Bjór letir ikki upp fyrr aðrir haldlar og tað er hart, í herviligum sveittaherindum, at bíða eftir at løtan er komin, tá øl í neystinum kann bjarga einum eina løtu burtur úr allari neyðini. Sjálvt [...] verið skrivað fyrr í vár, tá myndin varð tikin, tí er kavi uttanfyri, men hon fer kanska allíkavæl at rigga, tí í skrivandi løtu sveipa tjúk hvít kavaæl yvir Norðoyggjar og nú er bara eitt samdøgur til
annars vil hava, at bilar í mesta lagi koyra. Tað er ikki av leið at samanbera skotvápn og bilar. Riflur t.d. verða mettar at vera so vandamiklar, at um t.d. unglingar ótarnaðir sleppa at handfara tær, er [...] persónligt frælsi at bróta lógina? Hægst loyvda ferð er framvegis 80 km/t! Samanumtikið Tað skal verða undirstrikað, at orsøkin til at undirritaði hevur spælt henda ?bóltin? út, er fyri at vísa á, at upplýsing [...] við at ansa eftir ferðsluni, heldur tvørturímóti. Løgreglan eigur at halda fram at betra um eftiransingararbeiðið við vanligari patruljering. Og løgreglan eigur eisini at fáa øll tól, sum til ber at fáa
sigi, at landsstýrismenn mangan kendu seg sum slavupískarar, tá ið teir hildu seg vera noyddar at ganga hart á teir neyðar fulltrúar, sum vóru ovbyrjaðir frammanundan, fyri at kroysta teir til at loysa [...] av teimum at verið eftir í landsumsitingini. Eg hugsi, at allir landsstýrismenn vóru samdir um, at tá ið tær nýggju reglurnar um landsstýrismannaábyrgd fóru at koma í gildi (eitt ár eftir, at sjálv lógin [...] fyri einum ávísum tendensi, sum vit kenna úr djóraheiminum, at teir við teimum størstu hornunum royna at kradda sær valdið. Hartil er at siga, at viðurskiftini innbjóðaðu heilt einfalt til eina slíka gongd
spurdi, um tað, at ein var ósamdur við Høgna Hoydal, var tað sama sum at vera ?óseriøsur?. 2. Høgni Hoydal sigur meg vilja at Føroyar skulu verða partur av danska ríkinum. Tað er rætt, at eg mæli til rí [...] bukkuspannum, sum eg havi fingið oman yvir meg í túsundatali í mínum politiska lívi. Men eg vil sanniliga hava møguleika og rætt til at siga, at eg haldi menn siga ósatt, tá eg haldi at so er, men samstundis vil [...] hevði víst á áðrenn skrædlið. At vit ikki fingu landsbanka, at ómøguligt var at burturbeina rentuspekulatiónina (samstundis sum Hergeir Nielsen skýrdi meg bankarænara), at vit ikki fingu lut í somu vitan