Ja, 6. juni 1945 stóðu og lógu allar gamlar sálmabøkur og letsrabøkur á borðum og í reolum við hondini upp undir kinn og sóu so glaðlyntar út, tí okkurt var í bygdini, sum var sera sjáldsamt. Ein og hvør sálmabók og lestrabók hava sína sál, sum føroyingar hava notið gott av í farnum tíðum. Ja, mangar av hesum bókum, sum lógu og brosaðu 6. juni 1945, standa nú undir bitunum hjá Unnu og Petur Martin og njóta tign og sóma frá hesum fólkum, serliga nú Petur Martin fer um tann skaldakenda kappan á sínum sjeyti ára degi.
Tínar kæru sálma- og lestrabøkur -
og aðrar ílatnar, poetiskar brøkur
standa henda dag við brosandi eygum
á øðrvísi hillum
við skaldakendum dillum á baki
og siga sína søgu:
Hjartaliga til lukku, okkara bókavinur!
Vit onnur mugu bert tiga,
Petur Martin veit alt um hesar bøkur og brøkur at siga.
Málningar, bøkur og yrkingar
Ja, Petur Martin, 6. juni verður ein stravin dagur hjá Unnu. Tá skal hon í song við einum sjeyti ára gomlum manni... og bøkurnar, ja, allar fara at brosa. Ikki bert bøkurnar. Hvat við málningunum hjá Jóannes Kristiansen á vegginum og teir, tú goymir undir væðingini? Hetta er einki kurpali. Himmalin úti við sjónarkringin er so víður og reinur í tíni verð, at vit onnur ikki røkka hesum. Her er ein onnur væðing, sum er guðagivin, sum tú ofta fert um við tínum frásagnum um málningarnar hjá morbróðrinum og allar tær bøkur, sum henda dag dansa ein fegin dans. Allar tær yrkingarnar, sum tú hevur skrivað, so glaðlyntar smírast...
Tínir kæru málningar,
tínar kæru yrkingar
og kæru bøkur
lata seg í morgunskrúð,
nú tú sum sjeyti ára gamal stígur út í tún.
Tað impressionistiska strokið, skaldakenda orðið,
tann ediligi, skaldakendi heimur
stendur í einum roki.
Málningarnir tutla ug mutla,
um alt tað, sum Jóannes hevur “krutlað”
á ein impressionistiskum máta
um henda yndisliga skaldskap,
syngjandi fuglar munnu láta.
Runda borðið
Við tínum føstu fetum fert tú oman á kunningarstovuna, bókasavnið, hvønn morgun at gera kaffi til teir edlu riddararnar(fermenningarnar) kring tað runda borðið og at avgreiða mál, í samband við kunningina um Fuglafjørð, sum fer allar vegir og steðir- kring tann víða heim. Eisini at taka ímóti ferðafólki. Týskt dugir tú á ræði, somuleiðis enskt, og sørur ert tú ikki í tí franska.
Kaffi við tað runda borðið
er so dýrabart og snoðið.
Her flúgva orð um hendingar
og upplivingar við tann breiða fjørð
um mong onnur hugtøk
á hesi Guðs grønu jørð.
Myndir og brøv skulu um telduna -
sína leið út í tann víða heim
við gleði og gleim´
á onkran mentanarstein
í Orgel Büchlein.
Ferðafólkini standa og undrast
um land, fólk, mál og mentan.
Ja, es ist zu fragen, it is to wonder – il est à se demander.
Høvdahúsini – Skálasa hús
Ja, tað er nógv at tríva í. Petur Martin var høvuðspersónurin, tá ið Høvdahúsini, sum hava eina sjáldsama søgu, skuldu varðveitast. Hetta er kanska stórsti dýrgripur, ið bygdin eigur, ið stendur omanvert bókasavnið í dag. Av fyrstan tíð stóðu húsini á Kinn í Lamba. Tað er møguligt, at Jens Jacobsen, føddur 1875 í Kálvhúsunum á Glyrum, hevur latið húsini byggja. Hann giftist í 1805 við Malenu Jacobsdatter av Miðgerði í Kollafirði, og búsettust tey á Kinn í Lamba. Helst er tað hann, ið letur húsini byggja og flytur tey til Fuglafjarðar um leið 1835. Hetta eru eini søgulig hús, tí tey verða aftur flutt av langabbasoninum, Jacob Midjord, ið var sonur Poul Jacobsen, Poul vesturi í Húsi og Stranda Cathrinu ( Klein). Hann var 18 ára gamal, føddur 1867, tá ið hann tók húsini niður og flutti tey norður í gerðið á Høvdanum, har tey stóðu meira enn 100 ár. Tá ið sildaverksmiðjan útbygdi her norðuri, stóðu hesi ediligu hús fyri og kundu verið smildrað. Lukkutíð vóru tað nakrir fuglfirðingar við Petur Martin á odda í 1993, sum tóku hendur saman um hesi hús – tóku tey niður á ein skinsaman hátt og goymdu at teimum í húsunum á Kambsdali eina tíð, har Dugni heldur til í dag. Tá ið tann lagaliga løtan kom ár 2000, vórðu tey aftur reist tætt við bókasavnið. Hesi hús hava eina sjáldsama sál – eru grundað og reist fýra ferðir.
Hygg at skjøldrunum, hygg at fólkunum
far um geilarhorn, tak um hesi klinkubond -
í Lamba, Vestur í Húsi, Norðuri á Høvda
og omanvert bókasavnið.
Kenn tann yl, sum er í hesum skjøldrum
av ættarbondum, eisini í øðrum londum.
Lat hurðar upp, kenn farran av Osvaldi(Grimsby),
Jákupi(Skála Jóhanna ), Per á Høvdanum, Palla Jens
og Rachel Malene( fyrra kona Jens Elias).
Hvør kvistur andar av vitsku í teirra navni.
Vit minnast við gleði
búðfólk á teirra degi, Jacob, Skáli,
átti manga løtu her líka til 1998 á sínum seinasta degi.
Skarðið
Petur Martin er dag og dagliga næst sjóarmálanum, men hann fer eisini í sínari mentanarligu gongd, niðan á Skarðið í august. Tá ið hesin mánaður kemur undan kavi, fara fyrireikingar í gongd, har fólkafundur verður á Skarðinum fyrsta sunnudag í august. Nú eru 21 ár farin í tíðarinnar hav, síðani Petur Martin fór undir hetta tiltak. Hetta er ein vøkur glóð í okkara mentanarligu gongd at vera millum hesar staðkendu varðar. Hvør steinur í hesum varðum er vælsignaður. Gud fader, Guds søn, Gud den hellig ånd, søgdu tey gomlu , og kanska ger onkur hetta enn tann dag í dag, men eg hugsi, at ikki so fáir steinar hava nú fingið ta føroysku vælsigningina í krýllin: Ì faðirsins, sonarins og hins heilaga anda. Her liggja hesir dýrdarsteinar og hyggja at tær við víðopnum eygum, tá ið vit sessast kring hesa steinsettu pyramidu.
Kom niðan à Skarðið í august
og lurta eftir orðum av mannavørr.
Undir hesum sæla lofti -
millum hesar heilagu varðar
av Guði, Guðs soni og heilagum anda reinir standa
í okkara huga so skaldakendir anda.
Góði Petur Martin, hjartaliga til lukku við teimum sjeyti árunum. Takk fyri manga góða løtu í tí farna.