áhugi Nógv hevur verið frammi um, at filmurin ikki gjørdist tann ferðafólkamagnetin, ið roknast kundi við. Her er so ein møguleiki, ið fólk hava tikið til sín, og sum prógvar, at áhugin fyri ferðunum var [...] Ikki var sørt, at ein í illveðrinum mánakvøldið helt seg síggja hvørvisjónir millum stóru regndroparnar. Inni Í Hoyvík hómaðist skip, ið hevði gamalt snið, mastrar. Hetta var, sum tá Barbarufilmstjórin
3 tímar. Fyri at túrurin skal gerast, skulu minst 7 - 8 fólk tekna seg og veðrið skal eisini vera til vildar. Á kunningarstovuni í Runavík siga tey, at undirtøkan vanliga er góð. Bæði føroyingar og útlensk [...] náttúruna og upp á hægsta fjall í Føroyum. Ferðaleiðarar eru Olaf í Garði Joensen og Jóannes Mørkøre. Til ber eisini at tekna seg hjá teimum á tlf. 42 34 42 ella 42 30 31. Eini 10 slíkir túrar verða gjørdir [...] verður á luttakarar at tryggja sær, at túrurin verður gjørdur, tí avlýsing kann koma fyri, eitt nú, tí ikki viðrar.
eisini til hjá fólki at koma við ynskjum um øðrvísi innrættan. Umleið 800.000 Snið nr. 1, sum er liðugt á pappírinum, er eitt 140 fermetur stórt hús í einari hædd. Øll sniðhúsini verða tó ikki í einari [...] sigur, at tað verður smíðan á gamlan hátt. Tað vil millum annað siga, at teir nýta vanligan hamara, og ikki luft at smíða við. Hetta er nógv betri, sigur Rói. Snið nr. 1 hús fer at hava ein prís uppá umleið
Hetta er ikki ein vanlig sjón - í hvussu er ikki uttanfyri aliringarnar. Nøkur hava funnið sær tráðuna fram fyri at royna, um tey kunnu fáa nakað. Og væl hevur borið til. Ikki hevur verið neyðugt at standa [...] sum royna eftir laksi í Gøtu. Hvar laksarnir koma frá er ikki greitt, men tað sæst, at hetta er alilaksur. Alibrúkini í Gøtu vita seg hava ikki mist nakað av fiski, men tað hoyrist, at okkurt alibrúk [...] Tað er ikki vanligt, at tey sum standa við tráðuni, fáa so nógv burturúr, sum tey hava fingið í Gøtu síðstu tíðina. Bæði frá Norðagøtu og av sandinum í Syðrugøtu hava fólk sæð laks kasta sær á sjónum.
selur ferðamannafelagið er tí teir ikki hava fingið tað burturúr felagnum, sum teir høvdu vónað. ? Vit hava havt trupult at fáa virksemið at givið nakað av sær í mun til tað, vit hava lagt í hetta. Ískoytið [...] Ískoytið, sum ætlanin var at tað skuldi geva, hevur ikki verið nøktandi, og tí hava vit ikki heilt nátt okkara endamáli, sigur Thomas Dam, fíggjarnevndarformaður í Heimamissiónini. Endamálið við HM-ferðir [...] Eitt annað endamál hevur verið at skipa fyri ferðum til og úr Føroyum, harundir at selja flogferðaseðlar. Alt hetta skuldi gjarna givið eitt avkast til arbeiðið hjá Heimamissiónini. ? Hesa loysnina vit nú
vilja, og lønirnar hækka til 25 túsund krónur um mánaðin, so vil tað siga, at tímalønin hjá tingmonnum verður 1.119,40 krónur. Er tað ikki at taka í so rívan til? ? Har hevur tú ikki roknað nevndararbeiðið [...] týdningarmikla politiska álitisstarvið, sum tey eru vald til. Skerja borgarliga starvið Sum sagt, so hevur tingformaðurin ikki tikið støðu til, hvussu nógv lønirnar skulu hækka: ? Men vit plaga at sammeta [...] eftirlitsuppgávuna við landsstýrinum, og tað haldi eg ikki, at vit kunnu vera nøgd við, staðfestir Finnbogi Ísakson, og hann heldur, at høvuðsorsøkin til, at støðan er, sum hon er, er lønarviðurskiftini:
hvønn sunnudag kl. 15. Tilhaldið í Tórsgøtu 21 Tlf. 316491 Opið er hvønn dag, mána-dag til fríggjadag frá kl. 14 til 18. Drekkamunnur og bløðini eru at fáa hvønn dag. Í juli hevur býarsavnið eina framsýning [...] vestanfyri). Teknmálstulka- tænastan er stongd vegna summarfrí frá 20. juli til 23. aug. Um brúk er fyri neyðtulking kann ringjast til tlf. 319012. Bahá?í Miðstøðin í Gundadali Opið er hvønn hósdag frá kl. [...] Týsdag kl. 8.30?12.30 Hósdag kl 8.30?16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant
Nú fari eg ikki inn í eini hús, har eg ikki blaði í eini myndabók, áðrenn eg fari út aftur. Eg kenni nógv fólk, sum eg havi fingið myndir frá, eins og onnur, sum eg ikki kenni, eru komin til mín við myndum [...] leiti eftir myndum, tosi við onkran, sum biður meg venda mær til annan, sum eigur onkra áhugaverda mynd,, og soleiðis er myndasavnið vorðið til, sigur Birgar Johannesen. Hendingarík tíð Hann heldur, at myndir [...] fotomyndir eru á framsýningini, og tær siga søguna um eina tíð, sum tey tilkomnu minnast, men sum ikki er longur. Birgar Johannessen sigur, at hetta er bert ein partur av myndunum, sum hann hevur samlað
gera á sjálvstýrisleið, men ikki um innihaldið. Tað kemst av, at vit ikki hava heimildina fyrr enn tingið hevur viðgjørt málið. Í fyrstu atløgu fara vit at leggja uppskot til samtyktar fram í tinginum [...] Løgmaður sigur, at hann hevur skilt á Høgna Hoydal, landsstýrismanni í lógarmálum, at Landsstýrið ikki er til reiðar at samráðast fyrr enn við árslok. Stutt røða hesaferð Løgmansrøðan er annars bygt upp eftir [...] tinginum. Tað eru nógv ár síðan eg var á ólavsøku sum vanligur gestur, og av tí at eg eri til arbeiðis, geri eg ikki so nógv burturúr, sigur løgmaður.
og m.a. bispur ikki duldi fyri, at hann kendi kirkjuliga partin níðurtónaðan á eitt støði, sum hann út frá søguliga veruleikanum avgjørt ikki helt vera sømiligt og rætt. Høvið til broytingina var [...] sumrarnar, og Dagur og vika hjá sjónvarpinum hevur ikki summarfrí. Dimmalætting og Tíðindablaðið Sosialurin koma fimm ferðir um vikuna, og tað skal tilfar til. Summartíðin verður søgd at vera tað, teir á f [...] eftir ólavsøkuguðstænastuna. Í álitinum verður rátt til, at skrúðgongan ólavsøkudag verður lógarfest. Í viðmerkingunum verður sagt, at skrúðgongan hevur ikki bert ein hátíðarligan og mentanarligan dám. Og so