Nú skulu tingmenn fáa nógv meira í løn

Nú skulu tingmenn fáa nógv meira í løn. Tingformaðurin heldur, at uppgávurnar hjá løgtingsmonnum eru so mikið nógvar og stórar, at tað má roknast við, at teir brúka nógv tann størsta partin av arbeiðstíðini til politiskt arbeiði

Tað er neyðugt at hækka lønina hjá løgtingsmonnum, og hækkingin skal vera so mikið stór, at tað rættuliga munar.

Tað heldur løgtingsformaðurin, Finnbogi Ísakson, og hann ætlar at gera nakað við hetta. Løgtingsformaðurin, ið sambært stýrisskipanarlógini sjálvur verður løntur sum landsstýrismaður, fer heilt skjótt, eftir at tingið er komið saman á ólavsøku, at taka lønarspurningin upp í formansskapinum og eisini at tosa við formenninar fyri tingbólkarnar um hetta, og fær hann sín vilja, so verður lagt soleiðis til rættis, at lønarhækkingin verður fingin uppá pláss í heyst, soleiðis at hon verður galdandi frá 1. januar í 1999. So kann leggjast upp fyri hesum á fíggjarlógini fyri komandi ár.

? Tað er tingið sjálvt, sum skal tekur avgerðina, og tað er týdningarmikið, at tað er breið undirtøka fyri tílíkum stigum. Eg kenni tað sum mína skyldu at taka spurningin upp, og eg rokni við, at tað verður breið politisk semja fyri hesum, tí eingin eigur at vita betri um tað neyðuga í hesum, enn tingmenn sjálvir, sigur Finnbogi Ísakson.

Løgtingsformaðurin vil ikki áseta nakað tal, men tá vit skjóta uppá, at ein hækking, sum munar, er upp í einar 25 túsund krónur, heldur hann, at hetta er á góðari leið.

? Men so skulu samsýningarnar fyri nevndararbeiðið burtur. Higartil hevur tað verið soleiðis, at tingmenn hava fingið løn fyri nevndarfundir, tá fundir í nevndunum hava verið teir dagar, tingið ikki hevur verið saman. Aðra staðni er vanligt, at formenninir í onkrum nevndum fáa løn fyri tað starvið, og tað haldi eg er rímuligt. Men broytingin at avtaka samsýning fyri nevndarfundir hevði havt við sær, at fíggjarliga fyrilitð, tá nevndirnar verða mannaðar, hevði dottið burtur, og tað hevði kanska eisini verið lættari at fingið nevndirnar at hildið fundir teir dagar, tá tað er tingfundur.


Høgra hond

skal brúkast

Tingformaðurin heldur, at tað sæst aftur í arbeiðnum hjá tingmonnum, at teir ikki fáa nóg høga løn:

? Vit mugu bara staðfesta, at higartil hevur tað verið soleiðis, at tað, um eg so má siga, hevur verið hobby, hjá tingmonnum at gera lógir og at røkja eftirlitsuppgávuna við landsstýrinum, og tað haldi eg ikki, at vit kunnu vera nøgd við, staðfestir Finnbogi Ísakson, og hann heldur, at høvuðsorsøkin til, at støðan er, sum hon er, er lønarviðurskiftini:

? Tingmannalønin er 15.050 krónur um mánaðin ella 180.600 krónur um árið. Eitt kvalifiserað skot er, at umframt tingmannalønina, so fáa teir í miðal einar tvey túsund krónur um mánaðin í lønarsamsýning fyri nevndararbeiði av ymiskum slagi, og tað vil siga, at mánaðarlønin er 17.050 krónur og árslønin 204.600 krónur.

? Sammeta vit við eina vanliga arbeiðsmannaløn, so er hetta ein góð løn, men vit mugu síggja veruleikan í eyguni, og hann er, at tað eru ikki fólk við vanligari arbeiðsmannaløn, sum verða vald á ting. Eg rokni við, at miðalinntøkan fyri borgarliga starvið hjá tingmonnum liggur onkustaðni millum 20 og 25 túsund krónur, og tí kunnu vit illa krevja, at tey, sum verða vald á ting, skulu sleppa borgarliga starvinum og harvið fara niður í løn fyri at røkja týdningarmikla politiska álitisstarvið, sum tey eru vald til.


Skerja borgarliga starvið

Sum sagt, so hevur tingformaðurin ikki tikið støðu til, hvussu nógv lønirnar skulu hækka:

? Men vit plaga at sammeta okkum við grannalondini, og t.d. í Danmark er tingmannalønin einar 30 túsund krónur. Eg fari ikki at mæla til, at lønin hjá løgtingsmonnum hækkar so nógv, men eg haldi, at tað er neyðugt við einari hækking, sum er so mikið stór, at hon hevur við sær, at vit kunnu rokna við, at tingmenn hava tingarbeiðið sum sítt høvuðsstarv. Formaðurin vísir á, at í øðrum londum er tað vanligt við heiltíðar politikarum, og t.d. í Danmark er skipanin soleiðis, at fólk, sum verða vald á ting og sum eru í almennum starvi, kunnu ikki, samstundis sum tey fáa løn fyri tingarbeiðið, fáa meiri enn helvtina av vanligari løn fyri borgarliga starvið.

? Tað haldi eg hevði verið ein rímulig skipan hjá okkum.

Men hvussu so við teimum, sum eru í privatari vinnu ella hava egið virki?

? Har er tað sera torført at gera nakra generelt galdandi skipan. Vit kunnu neyvan gera meiri enn tala til samvitskuna hjá fólki, at tey seta politiska arbeiðið, sum tey fáa góða løn fyri, í fremstu røð.


Arbeiðsbyrðan

Í 1997 helt tingið 71 fundir, sum tilsaman vardu 268 tímar. Um tingformaðurin fær sín vilja, og lønirnar hækka til 25 túsund krónur um mánaðin, so vil tað siga, at tímalønin hjá tingmonnum verður 1.119,40 krónur.

Er tað ikki at taka í so rívan til?

? Har hevur tú ikki roknað nevndararbeiðið uppí, gerst tú tað, so fer tímalønin beinanvegin niður, men annars ber tað ikki til at nýta tíma hugtakið, tá tað ræður um tingmannaarbeiði. Mínar royndir eru, at tú ert altíð tingmaður, gerandis og heilagt, og allir tíðir á degnum. Tú skalt luttaka á fundum, halda røður, tosa við fólk, sum snúgva sær til tín við einum hvørjum, og so er fáa tingmann alt meiri tilfar at lesa. Talan er t.d. um frágreiðingar, sum eru týdningarmiklar at seta seg inn í fyri framtíðar lóggávuarbeiði, og skalt tú gera hetta til lítar, so krevur tað, at tú brúkar nógva tíð til tað. Tí haldi eg, at tingarbeiðið skal líkjast alt meiri heiltíðarstarvi, og tí er tað, at eg fari at arbeiða við at hækka lønirnar.